Ársfrágreiðing 2024
30 jun 25
Úrskurðarfundur 20. juni 2025 kl. 9
18 jun 25
Úrskurðarfundur 28. mai 2025 kl. 9
27 mai 25
Úrskurðarfundur 2. mai 2025 kl. 9
28 apr 25
Nýtt mál 05/2024
11 des 24

Úrskurðarfundur 20. juni 2025 kl. 9

18 jun 25

Úrskurðarfundur er ásettur til at vera tann 20. juni 2025 kl. 9 í mál 10/2023: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum.

Málið snýr seg um at innkærdi skal viðurkenna:
- at tað er brot á §§ 26, stk. 1 og 2 umframt § 27, í sáttmálanum millum partarnar, sum formliga fór úr gildi 1. januar 2023, at frítíð, arbeiðið (ella tímar sambært brøki) og vaktararbeiði á halgidegi ikki verður talt upp í normin, men at normurin ístaðin verður niðurskrivaður.
- at §§ 26, stk. 1 og 2 umframt § 27, í sáttmálanum millum partarnar, sum formliga fór úr gildi 1. januar 2023, skal tulkast soleiðis at ávíkavíst frítíð, arbeiðið og vaktararbeiði á halgidegi skal teljast upp í normin.

Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14, hædd 3.

Úrskurðarfundurin er almennur.