Reglugerð um gjøld hjá fasta gerðarrætti
§ 1 Heimild og endamál
- Nevndin fyri fasta gerðarætt hevur á fundi gjørt og samtykt hesa reglugerð við heimild í § 2(3) og § 13(1) í sáttmála um fasta gerðarrætt.
- Reglugerðin er gjørd eftir at gerðarrættarformaðurin, og viðkomandi myndugleikar eru hoyrdir.
- Reglugerðin hevur til endamáls at áseta gjøld fyri mál, ið verða løgd fyri rættin.
§ 2 Gjøld
- Kærandi partur skal gjalda kr. 1.000, tá kærurit verður latið inn.
- Fasti gerðarrættur ger upp kostnaðin av samsýningum og øðrum beinleiðis útreiðslum í hvørjum máli, eisini í semju og mediatiónsmálum, og býtur hann millum partanna at gjalda innan tvær vikur saman við gjaldinum eftir (3).
- Álagt verður umframt beinleiðis kostnaðin hvørjum partir umsitingargjald svarandi til 20 % av uppgerðini eftir (2), tó í minsta lagi kr. 5.000.
- Í serligum førum kann gerðarrætturin í úrskurðinum áleggja parti at gjalda útreiðslur hjá mótparti.
§ 3 Gildi
- Henda reglugerð kemur í gildi 1. apríl 2006.
- Reglugerðin er endurskoðað 15. mai.
- Reglugerðin skal endurskoðast í minsta lagi á hvørjum ári.