Reglugerð um mál við heimild í løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn
§ 1 Heimild og endamál
1. Nevndin fyri Fasta Gerðarætt hevur á fundi gjørt og samtykt hesa reglugerð við heimild í § 13 í sáttmála um fasta gerðarrætt.
2. Reglugerðin hevur til endamáls at skipa mannagongdir og gjøld í sambandi við, at mál verða reist við heimild í galdandi semingslóg (løgtinglóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn, grein 4, stk. 2 og stk. 3).
3. Grein 4 í semingslógini er soljóðandi:
”Partar í kollektivum sáttmálum hava skyldu at skipa nøktandi trætuloysn sínámillum.
Stk. 2. Hava partarnir ikki gjørt aðra semju eftir stk. 1, hava teir skyldu at viðurkenna Fasta Gerðarrætt í øllum málum um samtykt, marknamál, brot og stríðsstig.
Stk. 3. Einhvør træta um heimildir hjá semingsfólkum kann leggjast fyri Fasta Gerðarrætt.”
4. Reglugerðin er gjørd eftir, at gerðarrættarlimirnir og viðkomandi myndugleikar eru hoyrdir.
§ 2 Slag av málum
1. Mál kunnu snúgva seg um:
a. Trætur millum sáttmálapartar har partarnir ikki í sáttmála ella í aðrari avtalu ganga undir Fasta Gerðarrætt og heldur ikki hava skipað aðra nøktandi trætuloysn sínámillum sbrt. § 4, stk. 1 og 2 í semingslógini.
b. Einhvør træta um heimildir hjá semingsfólkum sbrt. § 4, stk. 3 í lóg um seming
§ 3 Mál latin Fasta Gerðarrætti
1. Tá ið mál eftir § 2 verða latin Fasta Gerðarrætti skulu ásetingarnar 5-6 og 8-13 í sáttmálanum um fasta gerðarrætt og ásetingarnar í reglugerð um mannagongdir hjá fasta gerðarrætti nýtast samsvarandi.
2. Sbrt. § 8, stk. 7 í sáttmálanum um fasta gerðarrætt er málið í allari viðgerðini føroyskt. Í serligum førum kann danskt javnsetast við føroyskt. Formaðurin í málinum tekur avgerð um hetta samsvarandi § 190 í rættargangslógini.
3. Hóast § 5 í sáttmálanum um fasta gerðarrætt kann málspartur, sum ikki hevur undirskrivað sáttmálan um fasta gerðarrætt, krevja málið viðgjørt og dømt uttan luttøku av gerðarrættarlimum, sum eru valdir av sáttmálapørtunum í Fasta Gerðarrætti. Í slíkum føri avgreiðir gerðarættarformaðurin ella næstformaðurin málið einsamallur.
§ 4 Gjøld
1. Kærandi partur skal gjalda kr. 5.000, tá kærurit verður latið inn.
2. Fasti Gerðarrættur ger upp kostnaðin av samsýningum og øðrum beinleiðis útreiðslum í hvørjum máli, eisini tá ið mál enda við semju ella verða tikin aftur, og býtur hann millum partanna at gjalda innan tvær vikur eftir uppgerð saman við gjaldinum eftir (3).
3. Álagt verður umframt beinleiðis kostnaðin hvørjum parti umsitingargjald svarandi til 20 % av uppgerðini eftir (2), tó í minsta lagi kr. 10.000 í part.
4. Í serligum førum kann úttikni gerðarrætturin í úrskurðinum áleggja parti at gjalda útreiðslur hjá mótparti.
§ 5 Gildi
1. Henda reglugerð kemur í gildi 1. juli 2021.
2. Reglugerðin skal endurskoðast í minsta lagi annaðhvørt ár.