Løgtingsmál 106/2005
Løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrætt

Ár 2006, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot til løgtingslóg um mál ið hoyra undir fasta gerðarrættin

§ 1. Fasti gerðarrætturin er stovnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sambært sáttmála. Landsstýrismaðurin fær heimild at stuðla fasta gerðarrættin og fíggja virksemi hansara.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann skipa stovn at virka sum skrivstova hjá fasta gerðarrættinum ella gera avtalu við verandi stovn um hetta.
Stk. 3. Landskassin ber tær útreiðslur, sum landsstýrismaðurin, sambært fíggjarætlan og roknskap, hevur góðkent, til skrivstovu, samsýning og aðrar fastar útreiðslur av fasta gerðarrættinum, ið gjøldini hjá fasta gerðarrættinum ikki røkka til.

§ 2. Úrskurðir hjá fasta gerðarrættinum kunnu útinnast sum úrskurðir hjá dómstólunum.

Stk. 2. 1) (Strikað)

§ 3. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 1) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 8. mai 2007.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Bakstøði
Brot á sáttmálan, t.d. at arbeiðstakarin ikki fær sáttmálaásettu lønina, verður uppsagdur í stríð við sáttmálan, ella um ólógligur arbeiðssteðgur verður settur í verk, kunnu hava við sær stórar avleiðingar fyri samfelagið og fyri einstaklingar. Tørvur er tí á stovnum/skipanum, sum skjótt og væl kunnu taka støðu til tílíkar spurningar. Men viðgerðartíðin við vanligu dómstólarnar er long, umframt at teir ongan serliga fakligan kunnleika hava um arbeiðsmarknaðarviðurkskifti. Tí hava grannalondini og nærum øll hini vesturevropeisku londini gjørt serligar stovnar/skipanir at taka støðu til tílík mál – í Danmark við sonevnda “septemberforliget” í 1889, sum m.a. hevði við sær, at partarnir stovnsettu “Permanente Voldgiftsret”, sum í 1908 varð avloystur av Lov om Den faste Voldgiftsret, seinni Arbejdsretten.  

Í Føroyum hevur støðan higartil verið tann, at ósemjur um tulking av sáttmálunum hava verið lagdar fyri gerðarrætt, sum partarnir hava sett í hvørjum máli sær, meðan mál um brot á sáttmálarnar skulu leggjast fyri vanligu dómstólarnar, tí eingin serligur stovnur/skipan hevur verið at taka støðu til tílíkar spurningar.  

Higartil hevur valdað stór ósemja um, hvussu hesin týðandi tátturin á arbeiðsmarknaðinum skal skipast. Landsstýrismaðurin í vinnumálum setti tí á heysti 2003 arbeiðsbólk, umboðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum, at gera tilmæli um skipan at loysa trætumál á arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðunum og uppskot um nýggja semingslóg. 

Arbeiðssetningurin, sum bólkurin fekk at virka eftir, var at gera uppskot til skipan, sum kann viðgera trætumál og spurningar um sáttmálabrot, við atliti til:

  • skjóta viðgerð, 
  • at samfelagslig áhugamál verða havd í huga, serliga at ósemjur og
    sáttmálabrot verða loyst í eini rættarskipan, 
  • at kunna hjálpa tí partinum, sum líður undir sáttmálabroti, at fáa sín rætt
    og møguliga uppreisn, so skjótt sum til ber. 

Harumframt skuldi bólkurin gera uppskot til broytingar í L. nr. 86 frá 31.03.1928 for Færøerne om mægling i arbejdsstridigheder, semingslógin. Bólkurin skal:

  • endurskoða og dagføra lógina sum heild, 
  • gera uppskotið soleiðis, at lógin fatar um bæði privata og almenna
    arbeiðsmarknaðin 
  • og soleiðis, at lógin hóskar til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og
    siðvenju. 

Arbeiðsbólkurin hevur latið landsstýrismanninum í vinnumálum uppskot um sáttmála við viðmerkingum um fastan gerðarrætt, ið skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á arbeiðsmarknaðinum. Eisini er uppskot um løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin. Henda lóg skal heimila landsstýrinum at samstarva við og stuðla fasta gerðarrættinum.

Arbeiðið hjá nevndini at gera uppskot um ábøtur á semingslógina heldur fram. 

Endamálið við lógini
Í arbeiðssetninginum, sum arbeiðsbólkurin fekk, varð ikki tikin støða til, um tað skuldi lóggevast um skipanina, ella um hetta kundi verða gjørt í avtalu millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsbólkurin hevur valt at skjóta upp, at tað í sáttmála millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður skipaður ein fastur gerðarrættur, eins og í t.d. Danmark í 1889 við septemberforlíkinum og “Permanente Voldgiftsret”. Leikluturin hjá statinum var tá, at tað varð tryggjað, at vitnisfrágreiðing kundi verða framd eftir rættargangslógini, og at tryggja at avgerðirnar hjá Permanente Voldgiftsret kundi verða tvangsframdar. 

Eisini eftir tí skipan, sum nú verður gjørd, er talan um eina skipan, sum partarnir hava avtalað. Leikluturin hjá landinum, Løgtingi og landsstýri, er avmarkaður til at tryggja, at vitnisfrágreiðing kann verða framd eftir rættargangslógini, og at avgerðirnar hjá fasta gerðarrættinum kunnu verða tvangsframdar, umframt at landsstýrið saman við nevndini fyri fasta gerðarrættin skal skipa skrivstovuna hjá gerðarrættinum og stuðla fíggjarliga í tann mun, gjøldini, sum partarnir í einstaka málinum skulu rinda, ikki røkka at fíggja skrivstovuna. Endamálið við lógini er at skapa neyðuga lógargrundarlagið undir hesum.

Høvuðsinnihaldið í lógaruppskotinum
Lógaruppskotið hevur, umframt ígildiskomuásetingina, tvær greinar:

  • § 1 er ein heimildargrein, sum heimilar landsstýrismanninum at vera við at skipa stovnin, heruppií skrivstovuna hjá fasta gerðarrættinum, og at veita fíggjarligan stuðul (landsstýrismaðurin skal harumframt hava fíggjarheimild). 
  • § 2 útvegar tað lógargrundarlag, sum er neyðugt, fyri at avgerðirnar hjá fasta gerðarrættinum kunnu verða tvangsframdar, og fyri at tað við dómstólarnar, eftir áheitan frá gerðarrættinum, kann skipast fyri vitnisavhoyringum og aðrari próvførslu. 
     

Um sáttmálan

Sáttmáli,  ikki lóg
Sáttmálin o.a. tilfar er hjálagt uppskotinum. Sáttmálin er, sum nevnt, ein avtala millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og er tí ikki ein partur av hesi lógini, og skal tí heldur ikki samtykkjast sum løgtingslóg ella setast í gildi sum lóg við kunngerð. Tað almenna, landið og kommunurnar, luttaka í sáttmálanum sum arbeiðsgevarar. Sum lóggevandi og útinnandi vald er landið bert partur í skipanini eftir reglunum í lógini.

Ígildiskoma
Partarnir avgera í sáttmálanum, nær hann skal koma í gildi, ætlandi 1. apríl 2006, og fær tá gildi fyri teir partar, sum hava skrivað undir sáttmálan.

Fevnir um
Við tað, at talan er um avtalaða skipan, er tað bert tey feløg, sum vilja gera tílíka avtalu, sum eru bundin. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu tí hvør í sínum lagi velja at skriva undir og harvið gerast bundnir av henni, og sáttmálin kann sigast upp eftir royndartíð upp á trý ár. Neyðugt er tí bæði at tryggja undirtøku fyri skipanini umframt alsamt at endurnýggja hana.

Nevndin, ið gjørdi tilmælið um sáttmálan um fasta gerðarrættin, var einmælt samd, og higartil hevur bert eittans felag víst á innihaldsligar forðingar fyri at skriva undir sáttmálan. Velur felag at vera uttan fyri skipanina, kunnu trætumál teirra koma fyri vanligu dómstólarnar. Manningarfeløgini hava harafturat boðað frá, at tey, sum mótmæli móti støðuni hjá sjófólki í arbeiðsloysisskipanini, ikki vilja skriva undir enn. Skipanin fer tí neyvan at fevna um ósemjur innan sjóvinnuna frá byrjan, men fasti gerðarrætturin verður kortini fullmannaður og virkin frá 1. apríl, sum ætlað. Av pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum á landi og á almenna arbeiðsmarknaðinum er ongin, ið hevur boðað frá øðrum, enn at undirskrivað verður. Flestu feløg og stovnar mugu hava innanhýsis fundir fyri at kunna skriva undir í samsvari við viðtøkur sínar, tí ber ikki til neyvt at telja upp, men væntandi verður greitt undir viðgerðini á Løgtingi, júst hvørjir av pørtunum hava skrivað undir.

Innihald sáttmálans
Víst verður til hjálagda tilfar, men niðanfyri er eitt yvirlit yvir innihaldið.

Fasti gerðarrætturin er:
Nevndin 
Gerðarættarlimir
Skrivstova

Nevndin 
Nevndin hevur 7 limir, 3 sum arbeiðstakararnir velja, 3 sum arbeiðsgevararnir velja, og 1 lim, ið er formaður, sum hinir 6 velja. Verandi umboð í nevndini, sum smíðaðu sáttmálan, halda tó fram í fyrstu nevndini. Starvstíðin er 3 ár. Uppgávurnar hjá nevndini eru m.a. at velja lógkønu rættarlimirnar, gera nærri starvsreglu fyri gerðarrættin, samskifta við politiska myndugleikan og endurskoða sáttmálan. 

Gerðarrættarlimir
Tað eru 8 gerðarrættarlimir, 3 limir, sum artbeiðstakararnir velja, 3 sum arbeiðsgevararnir velja, og formaður og næstformaður, sum nevndin velur. Formaður og næstformaður skulu vera løgfrøðingar og  hava viðkomandi royndir. Gerðarrættarlimirnir verða valdir fyri 3 álmanakkaár, men hvørt ár í fyrsta skeiðinum verða 2 limir skiftir út við lutakasti.

Gerðarrættarlimir í einstøku málunum
Í hvørjum máli sær eru 3 gerðarrættarlimir, formaður ella næstformaður, ein sum arbeiðstakararnir velja, og ein sum arbeiðsgevararnir velja. Í prinsipiellum málum kunnu vera 5 limir.

Málsførleiki
Brot á sáttmálan o.a.
Tulkingarspurningar, um partarnir eru samdir um tað.

Partar
Sáttmálapartur vegna sínar limir (einstaklingar kunnu ikki leggja mál fyri gerðarrættin).

Málsgongd

  • Kærurit og svarrit verður latið gerðarrættinum.
  • Fyrireikandi fundur. Vitnisfrágreiðingar, onnur próvførsla o.a.
  • Úrskurðarfundur. Prosedura. Fundirnir kunnu vera almennir.
  • Úrskurður. Gerðarrættarlimirnir samráðast um, hvør avgerð skal takast, atkvøtt verður, og formaðurin skrivar úrskurð, sum verður kunngjørdur pørtunum, og verður alment atkomuligur, og skipaður í úrskurðarsavn.

Fylgir annars í høvuðsheitum málsgongdini eftir reglunum í  rættargangslógini um borgarlig mál.

Gerðarrættarúrskurður er endaligur
Gerðarrættarúrskurður er endaligur og kann ikki skjótast inn fyri hægri rætt. Í serligum førum kunnu mál takast uppaftur. Mál, sum av røttum eru gerðarrættarmál, kunnu ikki leggjast fyri dómstól ella annan stovn.  Spurningurin, um gerðarrætturin av røttum hevur viðgjørt eitt mál ella víst tað frá sær, kann tó innan 4 vikur frá úrskurði leggjast fyri rættin.

Útinnan
Úrskurðir kunnu tvangsfremjast eftir reglunum í rættargangslógini.

Samtykki og endurskoðan
Sáttmálin fær gildi 1. apríl 2006 fyri teir partar, sum tá hava undirskrivað sáttmálan. Sáttmálin kann sigast upp, um í mista lagi fimm sáttmálapartar siga hann upp við 6 mánaða varningi til 1. januar. Sáttmálin kann tó ikki sigast upp fyrr enn til 1. januar 2008. Partarnir kunnu tó innan tað semjast um nýggjan sáttmála. Nevndin kann skjóta upp endurskoðaðan sáttmála.

Ummæli
Tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava gjørt uppskotið, og feløgini hava verið  hoyrd leypandi undir nevndarbeiðinum. Uppskotið hevur verið til ummælis hjá: 

  • Innlendismálaráðnum
  • Fíggjarmálaráðnum
  • Sorinskrivaranum

Sorinskrivarin hevur reist spurningin, um ásetingin í § 2, stk. 2 í uppskotinum er í stríð við § 4 í heimastýrislógini, tí tað í hesi ásetingini verður lóggivið um virksemið hjá rættinum, t.e. eitt málsøki, sum ikki er yvirtikið, og um tað skuldi verðið umhugsað at lagt hendan spurningin fyri ríkismyndugleikarnar. Eisini reisir hann spurningin, um ásetingin møguliga er óneyðug, tí sambært viðmerkingunum til ásetingina er lov om voldgift galdandi fyri fasta gerðarrættin (§ 5 í voldgiftsloven hevur somu áseting sum § 2, stk. 2 í uppskotinum). Spurningarnir, sum Sorinskrivarin hevur reist, eru umhugsaðir. Í fyrsta lagi verður mett, at mangar føroyskar lógir hava ásetingar, ið sipa til rættarskipanina, t.d. eru mangar ásetingar um, at Sorinskrivarin skal velja metingarmenn, at krøv kunnu krevjast inn við panti, hetta er tí greið siðvenja, og óneyðugt er at órógva ríkismyndugleikarnar. Í øðrum lagi verður mett, at ásetingin er neyðug, til tess at beina burtur allan tulkingariva.  

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Mett verður, at útreiðslurnar hjá fasta gerðarrættinum í 2006 verða uml. 1,2 mió. kr. Hetta verður fíggjað við inntøkum av gjøldum frá pørtunum í einstøku málunum, uml. 150.000 kr., og við stuðli úr landskassanum uml. 1,1 mió. kr. Sostatt skal útvegast fíggjarlig heimild í 2006 til landsstýrismannin at veita fasta gerðarrættinum stuðul upp á uml. 1,1 mió. kr. Á løgtingsfíggjarlógini 2006 er á høvðskontu 6.39.1.01 “Seminngsstovnurin” játtað kr 800 tús. kr. Hendan kontan fevnir eisini um fasta gerðarrættin. Sostatt verður neyðugt at útvega eykajáttan, um stovnurin skal virka sum ætlað.

 B. Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar við sær fyri vinnuna.

Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar beinleiðis umsitingarligar avleiðingar.

Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar 
(ikki endurgivin) 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1

Til § 1, stk. 1
Ásetingin heimilar landsstýrismanninum at gera tær avtalur við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum ásettar eru í sáttmálanum um trætumál á arbeiðsmarknaðinum.

Til § 1, stk. 2
Skrivstovan hjá fasta gerðarrættinum verður skipað eftir avtalu millum fasta gerðarrættin og landsstýrismannin. 

Ásetingin heimilar, at landsstýrismaðurin ger neyðugar avtalur um at skipa skrivstovuna hjá fasta gerðarrættinum og gevur landsstýrismanninum materiella heimild at átaka landskassanum útreiðslur í hesum sambandi.

Skrivstovan kann antin verða skipað sum nýggjur stovnur, ella við at onkur verandi almennur stovnur gerst skrivstova hjá fasta gerðarrættinum. Møguliga krevst, at fleiri landsstýrismenn samvirka at skipa samstarvið við fasta gerðarrættin.

Tað almenna skal tryggja, at fasti gerðarrætturin altíð hevur eina virkandi skrivstovu, og tað almenna skal í fyrstu atløgu bera fasta kostnaðin av skrivstovuni og tilbúgvingini hjá gerðarrættarlimunum. Gjøld fyri einstøku málini skulu eftir ætlan fíggja meginpartin av kostnaðinum, men avtalan við tað almenna skal tryggja, at skipanin ongantíð dettur niðurfyri ella er ótilbúgvin.

Skrivstovan skal tryggja, at vanliga málsgongdin gongur so væl, sum til ber, skjøl verða skrásett, boð verða givin, fundir settir á skrá og fyrireikaðir, samsýningar goldnar, úrskurðir fráboðaðir, heimasíða og úrskurðarsavn røkt. Skrivstovan skal eisini vera við í sjálvum gerðarrættararbeiðinum og eftir nærri fyriskipan frá formanninum leita fram tilfar og gera upprit og tilmæli til fasta gerðarrættin. Fasti gerðarrætturin skal eisini savna, menna og kunna um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt, millum annað við at skipa savn av úrskurðum í arbeiðsmarknaðarmálum og menna førleikan innan semjusøkjandi loysnir (mediasjón). 

Ásetingin krevur ikki, at almennur stovnur verður skrivstova hjá fasta gerðarrættinum. Týðandi er, at kunnleiki og førleiki vera mentir og savnaðir á sama stað. Hetta kann gerast við at stovna nýggja skrivstovu, við at lata privatan stovn vera skrivstovu, ella við at lata nýggja stovnin húsast í skrivstovusamstarvi við aðrar stovnar, alt eftir hvat nevndin og politiski myndugleikin semjast um.

Tá gerðarrættur er ein “rættur”, er mannagongdin sum við ein vanligan dómstól, t.v.s. at partarnir hava sjálvir skyldu at útvega tilfar og leggja tað fram og at lýsa málið. Harumframt er hugsandi, at gerðarrættarformaðurin, tá tørvur er á at lýsa ávísar spurningar, í stóran mun sjálvur skrivar upprit. Tað er tí sannlíkt, at tað er ikki brúk fyri so nógv av løgfrøðiligari arbeiðsmegi á skrivstovuni hjá gerðarrættinum, og í teimum førum, tá brúk er fyri tí, og tað ikki kann verða gjørt við verandi arbeiðsorku á stovninum, ber til at fara út um stovnin at fáa løgfrøðiliga hjálp.

Í fyrstani skal gerðarrættarformaðurin sjálvur taka sær av skrivstovuni, og gerðarrætturin byrjar tí uttan nakran stovn at virka sum skrivstova.

Til § 1, stk. 3
Fasti gerðarrætturin verður fíggjaðar við gjøldum, ið partarnir í einstøku málunum skulu gjalda. Torført er tó at meta um, hvussu nógv kemur inn í gjøldum, tí skipanin er enn ikki roynd, men mett verður, at inntøkurnar av gjøldum vera uml. 150 tús. kr. í 2006. Friðarligari støðan er á arbeiðsmarknaðinum, minni verður eisini at gera. Skal fasti gerðarrætturin virka nøktandi, má altíð vera játtan til samsýningar, skrivstovu og aðrar fyrireikingar. Mett verður, at í 2006 skal fasti gerðarrætturin stuðlast við uml. 1,1 mió. kr. frá landskassanum.  

Við tað, at útreiðslurnar, sum landsstýrið skal bera, skulu góðkennast av landsstýrismanninum,  krevst fyri at útgjalda stuðulin, umframt lógarheimild, eisini játtan á fíggjarlógini.

Til § 2, stk. 1
Ásetingin skal tryggja, at ongin ivi er um, at úrskurðir hjá fasta gerðarrættinum kunnu útinnast. 

Til § 2, stk. 2
Ásetingin skal tryggja, at fasti gerðarrætturin um neyðugt fær vanligu dómstólarnar til hjálpar, um neyðugt er við vitnisfrágreiðingum, ið vitni vil sleppa sær undan ella ikki fult út viðvirkar til. Avhoyringin verður tá framd í rættinum eins og ‘subsidiær afhøring’, og skrivlig frágreiðing latin fasta gerðarrættinum. Tann avhoyrdi hevur rætt til at hava rættarmálsfulltrúa við sær á rættarfundin. Avhoyringin fer annars fram samsvarandi ásetingum í rættargangslógini.

Ásetingin hevur sína fyrimynd í § 5, stk. 2 í lov nr. 86/1928 for Færøerne om mægling i arbejdsstridigheder, § 5 í lov nr. 181/1971 om voldgift, sum sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 460/1975, umframt í gomlu donsku skipanini í lov nr. 57/1900 om vidneførsel for arbejds-voldgiftsretter, ið sett var í gildi at tryggja, at Permanente Voldgiftsret fekk neyðuga stuðulin frá rættarskipanini. 

Víst verður eisini til, at lov om voldgift er galdandi fyri virksemið hjá fasta gerðarrættinum. Talan er um lóg nr. 181 frá 24. mai 1972 om voldgift, sum sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 460 frá 9. september 1975. Henda lóg hevur ásetingar, ið tryggja, at gerðarrættir altíð verða mannaðir, fáa neyðuga hjálp frá dómstólunum, at gerðarrættur líkur neyðug krøv um rættartrygd, og at dómstólarnir virða førleika og úrskurðir hjá gerðarrættum. Fasti gerðarrætturin kemur ikki undir regluna í § 11 í nevndu lóg, sum undantekur danska arbeiðsrættin frá lógini. Hetta er, tí serstøk lóggáva er viðvíkjandi danska arbeiðsrættinum, meðan fasti gerðarrætturin er skipaður sum gerðarrættur sambært sáttmála.

Til § 3
Løgtingslógin skal koma í gildi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. apríl 2006, tá sáttmálin um fasta gerðarrættin eftir ætlan skal koma í gildi

Skjøl

  • Sáttmáli um fasta gerðarrættin
  • Viðmerkingar til sáttmála um fasta gerðarrættin
  • Viðmerkingar frá Sorinskrivaranum í Føroyum
  • Tilmæli frá arbeiðsbólkinum 

1. viðgerð 16. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 22. mars 2006 legði fram soljóðandi 

Álit
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. mars 2006.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri nevndina, ið hevur gjørt tilmæli til skipan fyri trætumál á arbeiðsmarknaðinum. 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 5. apríl 2006. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 7. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.  Málið avgreitt.

Ll.nr. 21 frá 11.04.2006