Reglugerð um mál millum aðrar partar
§ 1 Heimild og endamál
1. Nevndin fyri fasta gerðarætt hevur á fundi gjørt og samtykt hesa reglugerð við heimild í § 13 í sáttmála um fasta gerðarrætt.
2. Reglugerðin hevur til endamáls at loyva øðrum enn sáttmálapørtum at brúka fasta gerðarrætt og skipa mannagongdir og gjøld í hesum sambandi.
3. Reglugerðin er gjørd eftir at gerðarrættarformaðurin, og viðkomandi myndugleikar eru hoyrdir.
§ 2 Aðrir partar, góðkenning og samband við sáttmálapartar hjá FG
1. Aðrir partar kunnu søkja um at brúka fasta gerðarrætt.
2. Partar, ið gera felags sáttmálar kunnu søkja um loyvi at velja fasta gerðarrætt at viðgera trætumál. Nevndin skal tá taka støðu til og góðtaka viðkomandi áseting.
3. Partar, ið gera einstaklingasáttmálar kunnu somuleiðis søkja um at brúka fasta gerðarrætt.
4. Partar kunnu eisini velja at brúka fasta gerðarrætt í einstøkum málum; tá skulu bæði nevnd og gerðarrættarformaður góðtaka avtaluna.
5. Avtalur eftir (1) – (4) mugu ikki stríða ímóti felags sáttmálum hjá pørtunum í fasta gerðarrætti. Nevndarumboð fyri viðkomandi fakbólkar hava sýtingarrætt í hesum málum.
§ 3 Mál latin fasta gerðarrætti
1. Tá ið mál sambært góðkenning eftir § 2 verða latin fasta gerðarrætti skulu ásetingarnar 5-6 og 8-13 í sáttmálanum um fasta gerðarrætt og ásetingar í reglugerð um mannagongdir hjá fasta gerðarrætti nýtast samsvarandi.
2. Frávik frá teimum í (1) nevndu ásetingum skulu serliga góðkennast eftir § 2.
§ 4 Gjøld
1. Kærandi partur skal gjalda kr. 5.000, tá kærurit verður latið inn.
2. Fasti gerðarrættur ger upp kostnaðin av samsýningum og øðrum beinleiðis útreiðslum í hvørjum máli, eisini tá ið mál enda við semju ella verða tikin aftur, og býtur hann millum partanna at gjalda innan tvær vikur eftir uppgerð saman við gjaldinum eftir (3).
3. Álagt verður umframt beinleiðis kostnaðin hvørjum parti umsitingargjald svarandi til 20 % av uppgerðini eftir (2), tó í minsta lagi kr. 10.000 í part.
4. Í serligum førum kann úttikni gerðarrætturin í úrskurðinum áleggja parti at gjalda útreiðslur hjá mótparti.
§ 5 Gildi
1. Henda reglugerð kemur í gildi 1. januar 2008.
2. Reglugerðin skal endurskoðast í minsta lagi annaðhvørt ár.