Úrskurðarfundur 28. mai 2025 kl. 9
Úrskurðarfundur 2. mai 2025 kl. 9
Nýtt mál 05/2024
Nýtt mál 04/2024
Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9
Úrskurðarfundur 28. mai 2025 kl. 9
Úrskurðarfundur er ásettur til at vera tann 28. mai 2025 kl. 9 í mál 01/2023: Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið móti Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni eftir § 4, stk. 2 í sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu, smb. § 9, stk. 6 í høvuðssáttmálanum, er dagurin eftir at skipari ella stýrimaður er avloystur ella farin í land.
Reiðarafelagið fyri handilsskip skal samsvarandi hesum viðurkenna, at tann dagurin, skipari ella stýrimaður verður avloystur ella fer í land, er arbeiðsdagur, og at hann tí innvinnur rætt til ein frídag fyri hendan dag.
Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14, hædd 3.
Úrskurðarfundurin er almennur.