Nýtt mál 05/2024
Nýtt mál 04/2024
Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9
Kunningartiltak fyri limafeløg
Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9
Kunningartiltak fyri limafeløg
Fasti Gerðarættur fer at hava kunningartiltak fyri almennu arbeiðsgevarunum og løntakarafeløgunum fríggjadagin tann 4. novmber 2022 kl. 09.00.
Kunningarfundurin verður hildin í Smæruni, J. H. Schrøtersgøta 9, 100 Tórshavn.
Fyrilestrarhaldararnar eru Páll Nielsen, Kristoffur Laksá, Gurið Joensen og Rannvá Ragnarsdóttir.
Fyrilestrarhaldararnir hava stóra vitan um arbeiðsrætt í Føroyum og eru framløgurnar sera áhugaverdar og viðgera grundleggjandi arbeiðsrættarlig viðurskifti, sum ein og hvør, ið fæst við fakfelagsarbeiði í Føroyum eigur at vera kunnaður um.
Skrá
Kl. 9.00 Alfred Petersen, nevndarformaður, bjóðar vælkomin
Kl. 9.05 Kristoffur Laksá, nevndarlimur, “Trætuloysnir í kollektivum arbeiðsrætti - gongdin í Føroyum”
Kl. 09.50 Kaffisteðgur
Kl. 10.15 Páll Nielsen, nevndarlimur, “Nakrar viðmerkingar um sáttmálatulking”
Kl. 11.00 Gurið Joensen, gerðarrættarformaður, “Málsviðgerð og mannagongir í Fasta Gerðarrætti”
Kl. 11:20 Rannvá Ragnarsdóttir, næstformaður, “Hvørji mál viðgerð Fasti Gerðarrættur”
Kl. 11:40 Spurningar
Kl. 12.00 Ábit
Tað verður høvi hjá luttakarum at koma við spurningum og viðmerkingum eftir hvørt innlegg.