Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9
1 nov 24
Kunningartiltak fyri limafeløg
1 nov 22
Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9
26 okt 22
Málið tikið aftur: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum
29 jun 22
Úrskurðarfundur 14. juni 2022 kl. 10
13 jun 22

Úrskurðarfundur 27. august 2019 kl. 9

22 aug 19

Úrskurðarfundur er ásettur til 27. august 2019 kl. 09:00 í málinum Fíggjarmálaráðið móti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Málið snýr seg um uppafturtøku eftir § 11 (2) í sáttmálanum um Fast Gerðarrætt.

 

Eftir úrskurð, ið varð sagdur 5. november 2017, heitti Fíggjarmálaráðið á Fasta Gerðarrætt um at taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.

 

Fíggjarmálaráðið heldur, at úrskurðurin tykist bæði vera í stríð við endamálið við nýggju semingslógini, sum omanfyri nevndu avtalur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum eru gjørdar við støði í, alment galdandi proportionalitetsregluna og avgerðirnar, sum vórðu tiknar í FG 1 og 2/2010 umframt uppafturtøkumálinum FG 3/2010, har allir gerðarrættardómararnir vóru við. Somuleiðis heldur Fíggjarmálaráðið, at úrskurðurin hevur prinsipiellan týdning sum fordømi fyri, hvussu farast kann í arbeiðssteðg í sambandi við sáttmálasamráðingar og fyri, hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu bera seg at í hesum sambandi.

 

Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegi 14, hædd 3.

 

Úrskurðarfundurin er almennur.