Innkomið skundmál
17 des 17
Innkomið skundmál
15 des 17
Úrskurðarfundur 31.10.2017
6 nov 17
Fasti Gerðarrættur í R7
29 jun 17
Nýggjur gerðarrættarformaður
2 feb 17

Úrskurðir og nýggj mál

11 jul 13

Í tveimum málum, sum eru fyri í Fasta Gerðarrætti er nú úrskurðarfundur sagdur.

Talan er um mál 03-2012 SMF móti FMR - yvirarbeiði í Kringvarpinum.

Síðani um mál 04-2012 FFS o.o. móti FMR - viðbøtur.

Nýggj mál eru skrásett.

Mál 02-2013 FFS móti FMF - førleikaviðbót

Trætan er um førleikaviðbót fyri leiðslu. Ásett var í sáttmála um viðbøtur fyri ábyrgd og førleika. Løntakarar fingu eftir hesum førleikaviðbót fyri leiðsluútbúgving. Lønardeildin metti hesar viðbøtur, latnar fólki ið hartil fingu leiðaraviðbót, at vera givnar av órøttum og gav boð um at taka tær burtur. Ósemja var nú, hvørt hetta var brot á áseting í sáttmála ella rættarsiðvenju, og hvørt hetta var brot á mannagongdir.

Mál 03-2013 LMF móti FMR - viðkomandi yrkisfelag

Trætan er um orðingina viðkomandi yrkisfelag. Almannaverkið lýsti eftir bólkaleiðara/samskipara sambært sáttmála við "viðkomandi yrkisfelag". Ljósmóðir varð sett í starv. Ósemja var nú, um kor hennara vóru eftir sáttmála við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar ella Ljósmøðrafelag Føroya.