Reglugerð um mannagongdir hjá Fasta Gerðarrætti

§ 1 Heimild og endamál

  1. Nevndin fyri fasta gerðarætt hevur á fundi gjørt og samtykt hesa reglugerð við heimild í § 13 í sáttmála um Fasta Gerðarrætt.
  2. Reglugerðin er gjørd eftir at dómarar, sáttmálapartar og viðkomandi myndugleikar eru hoyrdir.
  3. Reglugerðin hevur til endamáls at skipa mannagongdirnar hjá fasta gerðarætti í samband við mál, ið verða løgd fyri rættin.

§ 2 Mál latin fasta gerðarrætti við kæruriti frá kærandi parti 

  1. Partur, ið vil lata fasta gerðarrætti mál til avgerðar, skal senda inn kærurit skrivliga. Hjáløgd skulu vera skjalayvirlit og teldutøk skjøl, ið parturin vil brúka; ikki teldutøkt tilfar kann sendast á annan hátt. Samstundis skal parturin geva mótparti boð samsvarandi § 13 í hesi reglugerð.
  2. Kærandi partur skal viðmerkja, hvørt talan er um arbeiðsmarknaðarmál, gerðarrættarmál ella mál, ið viðkemur øðrum enn sáttmálapørtum í fasta gerðarrætti. Serliga tá viðvíkur arbeiðsmarknaðarmálum skal partur viðmerkja, um heitt verður á rættin um at viðgera málið eftir § 8 (5) í sáttmálanum.
  3. Kærandi partur skal greitt áseta, hvør sáttmálapartur er mótpartur og lýsa hvørji viðurskifti, ið málið viðvíkur, hvat málskravið er, umframt slíkar uppslýsingar, ið eftir sáttmála um fasta gerðarrætt, vanligari rættargangslóg ella venju eru neyðug, at rættur og mótpartur kunnu fyrireika málið skjótt og væl.
  4. Skrivstovan letur kærandi oyðublað at seta inn nevndu upplýsingar og aðrar neyðugar upplýsingar til tess at skráseta málið í úrskurðarsavni og skjalasavni.

§ 3 Svarrit

  1. Fasti gerðarrættur boðar innkærda parti frá freistini at lata inn svarrit.
  2. Svarritið skal á sama hátt sum kæruritið samsvara við sáttmála um fasta gerðarrætt, rættargangslóg og venju.
  3. Skrivstovan letur innkærda oyðublað at seta inn nevndu upplýsingar og aðrar neyðugar upplýsingar til tess at skráseta málið í úrskurðarsavni og skjalasavni.

§ 4 Fyrireika mál

  1. Tá svarrit er komið rættinum í hendi boðar Fasti Gerðarrættur pørtunum frá, hvørjir dómarar eru úttiknir og hvussu málið verður fyrireikað. Ber ikki til at manna úttikna gerðarrætt vegna ógegni skal Fasti Gerðarrættur finna semja um annan dómara ella taka út gerðarrættarlim millum trý uppskot frá hvørjum parti.
  2. Á heimasíðu hjá Fasta Gerðarrætti verður boðað frá innkomnum málum.
  3. Fasti Gerðarrættur skal tryggja, at í innkomnum málum verður alt tilfar goymt í trúnaði, uttan tað, ið gerst alment á heimasíðuni:

    a.      málsnummar, dagfesting og tílíkt;

    b.      frágreiðing um mannangongd og úttiknar dómarar;

    c.      nøvnini á feløgum ella stovnum, ið eru partar í málinum, umframt nøvn á umboðum, mandantum, limum, vitnum og øðrum, sum ikki biðið verður um at ókunnuggera;

    d.      tilvísing til sáttmála ella annað løgligt grundarlag, ið málið snýr seg um;

    e.      samandráttur av faktum og umstøðum;

    f.       aðrir upplýsingar.  

§ 5 Fyrireika mál, skipað tilgongd

  1. Fasti Gerðarrættur skal tryggja, at ásettu sínámillum samráðingar og mannagongdir eru fylgdar og at verulig sínámillum fyrireiking er framd eftir lóg ella venju, áðrenn málið verður lagt fyri Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur kann útseta fyrireiking av ella burturvísa máli, sum eftir hesum ikki er nøktandi fyrireikað.
  2. Fasti Gerðarrættur skal áseta allar væntaðar fundir og viðgerðarstig, tá ið málið er innkomið og staðfest er, at málið er búgvið at leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur kann broyta hesa mannagongd, um týðandi orsøkir eru. Verður broyting gjørd í kunngjørdu viðgerðarstigum, skulu partarnir fáa beinleiðis boð um hetta.
  3. Fasti Gerðarrættur skal eisini minna partar á at lata skrivstovuni nøktandi upplýsingar, bæði til tess at tryggja vanligt samskifti og til tess at lýsa innkomin mál so væl sum gjørligt.    

§ 6 Fyrireikandi fundur

  1. Partarnir verða boðsendir til fyrireikandi fundar. Formaðurin í málinum skipar fyrireikingina sambært § 8 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

§ 7 Umboðan

  1. Málspartar og partar, ið vilja leggja uppí málið, skulu boða Fasta Gerðarrætti frá, hvør umboð teirra sambært § 9 (1) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt eru.

§ 8 Framløga

  1. Tá fyrireikingin er liðug, kann formaðurin í málinum gera av, at til úrskurðarfundin (dómsviðgerðina) skal kærandi partur, gera tilfarsavn, ið skal latast rættinum í tveimum entøkum umframt einum eintaki til hvønn av teimum úttiknu dómarunum.
  2. Framløgan skal gerast í samráð við aðrar partar í málinum og fevna um málsrit, skjøl, sáttmálar, lóg, bókmentir og framløgustuðul. Ósemja um framløguna skal boðast rættarformanninum, ið ger av ivamál um framløguna.

§ 9 Úrskurðarfundur

  1. Formaðurin í málinum boðar pørtunum frá, nær og hvar úrskurðarfundur verður. 

§ 10 Úrskurður

  1. Úrskurður verður fráboðaður pørtunum skjótast til ber innanfyri tær freistir, ið ásettar eru í sáttmálanum. 

§ 11 Úrskurðarsavn

  1. Fasti Gerðarrættur kunnger allar úrskuðir í úrskurðarsavni sínum á heimasíðu.
  2. Málspartar skulu í sambandi við mál, har úrskurður væntast, greidliga boða rættinum frá, hvørji nøvn ella aðrar umstøður, ið partarnir vilja heita á rættin um at ókunnugera.
  3. Nevndarformaðurin og formaðurin í málinum gera av, hvat skal kunngerast, og skal serliga tryggja:

    a.      at málsnummar, dagfesting , nýtt mannangongd og úttiknar eru kunnug;

    b.      at nøvnini á feløgum ella stovnum, ið eru partar í málinum, eru kunnugu, mframt nøvn á umboðum, mandantum, limum, vitnum og øðrum, sum ikki biðið verður um at ókunnuggera ;

    c.      at greitt er, hvør sáttmáli, lóg, ella annað løgligt grundarlag vóru løgd til grund;

    d.      at nóg greið lýsing er av viðkomandi faktiskum umstøðum;

    e.      at atlit til persónlig viðurskifti, tagnarskyldu ella vinnuloynidómar verða vird;

    f.       at aðrar umstøður, ið lætta um at finna málið í leitiskipan, verða nevndar.

§ 12 Skrivstova

  1. Fasti Gerðarrættur hevur egna skrivstovu, ið nevndarformaðurin og gerðarrættarformaðurin umsita sambært avtalu við stýrið fyri viðkomandi stovn.
  2. Posttilskrift, teldupostur, telefon, telefaks og aðrir upplýsingar verða kunngjørdir á heimasíðuni.

 § 13 Gjøld

  1. Gjøld verða áløgd sambært serstaka reglugerð. 

§ 14 Fráboðanir

  1. Allir sáttmálapartar skulu boða Fasta Gerðarrætti frá telduposti, telefonnummari, faksnummari, posttilskrift og øðrum, ið nýtast kann í sambandi við mál í fasta gerðarrætti. Hesar dátur verða til taks á heimasíðuni.
  2. Tá kæruskriv verður latið Fasta Gerðarrætti, skal kærandi partur boða innskærda frá og tryggja sær, at boðini eru komin viðkomandi parti til kunnleika.
  3. Í hvørjum máli boða partarnir gjøllari frá, á hvønn hátt boð kunnu verða givin; rætturin kann tó altíð sjálvur gera av, hvussu hann gevur boðini. 

§ 15 Fíggjarætlan, roknskapur og grannskoðan

  1. Fíggjarætlan verður samtykt fyri hvørt kalendaraár.
  2. Roknskapur verður gjørdur, grannskoðaður og lyklatøl kunngjørd á heimasíðu.

§ 16 Samstarvsavtala og fígging

  1. Nevndin ger samstarvsavtalu við vinnumálaráðið um fígging og onnur viðurskifti hjá Fasta Gerðarrætti.
  2. Nevndin kann gera sáttmála við stovnar ella einstaklingar um skrivstovu og tænastum. 

§ 17 Samsýningar

  1. Veitt verður nevndarlimum og gerðarrættarlimunum samsýning, sum nevndin ásetir.

§ 18 Gildi

  1. Henda reglugerð kemur í gildi 1. august 2011.
  2. Samstundis ferð úr gildi reglugerð frá 2. apríl 2006.
  3. Reglugerðin skal endurskoðast í minsta lagi annaðhvørt ár.

Seinast broytt 26.06.2012 (§§ 4 og 5 endurskoðaðar)