Viðmerkingar til sáttmála um fasta gerðarrætt

Fasti gerðarrættur

Sáttmálin um fasta gerðarrætt ber í sær, at partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum skipa stovn, nevndan fasta gerðarrætt, at loysa trætur. Tvinnanda bólkar av málum hoyra undir henda nýggja stovnin:

  1. arbeiðsmarknaðarmál, tvs. hvørt høvuðsavtala ella sáttmáli eru samtykt, um marknamál millum sáttmálaøki, og mál um stríðsstig og brot;
  2. gerðarrættarmál, tvs. mál um tulking, hvussu høvuðsavtala, sáttmáli ella siðvenja skulu tulkast, og hvørt siðvenja er galdandi. 

Við at samtykkja sáttmálan taka partarnir á arbeiðsmarknaðinum undir við, at fasti gerðarrættur verður einasti stovnur, sum kann taka støðu til: 

a.      um høvuðsavtala er samtykt;
b.      um felags sáttmáli er samtyktur;
c.      marknamál millum sáttmálaøki;
d.      um brot er framt á høvuðsavtalu ella sáttmála;
e.      um fráboðað ella tikin stríðsstig eru heimilað;

Fasti gerðarrættur kann síðani, um sáttmáli partanna millum loyvir tí, ella partarnir semjast um tað í hvørjum einstøkum føri, taka støðu til:

a.      um siðvenja er galdandi innan ávíst øki;
b.      hvussu samtykt høvuðsavtala skal tulkast;
c.      hvussu sáttmáli skal tulkast;
d.      hvussu siðvenja skal tulkast.

Fasti gerðarrættur stendur í gerðarrættarmálum pørtunum í boði. Partar, ið hava avtalaða skipan við gerðarrætti í tulkingarmálum, kunnu velja í staðin at lata fasta gerðarrætti málið. Til ber hjá pørtunum í framtíðini at vísa á fasta gerðarrætt  í sáttmálum sínum.

Sáttmálin skipar soleiðis stovn at taka sær av trætumálum, men tað verða framvegis sáttmálar og avtalur hjá einstøku feløgunum, sum ráða fyri, hvørjar innihaldsligar reglur galda. Fasti gerðarrættur fær bert heimild at taka støðu til og tulka tað, sum avtalað verður á einstøku sáttmálaøkjunum. Tó kann fasti gerðarrættur altíð taka støðu til tey omanfyri nevndu arbeiðsmarknaðarmálini.

 

Semjusøkjandi

Sáttmálin um fasta gerðarrætt  byggir á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum søkja semju, so nógv sum til ber.

Sáttmálin krevur onki stórvegis lógarverk, men saman við sáttmálanum er tilevnað lógaruppskot, sum skal heimila politiska myndugleikanum at skipa skrivstovuna hjá fasta gerðarrætti í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og at fíggja arbeiðið hjá fasta gerðarrætti (hetta kann vera neyðugt, um ikki nóg mikil ella nóg støðug inntøku kemur inn í gjøldum frá málspørtunum). Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu í samráð við politiska myndugleikan gera nakrar nærri reglur um skrivstovu og skipan av fasta gerðarrætti.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum velja eina nevnd fyri fasta gerðarrætt. Henda nevnd skal velja teir báðar lógkønu formenninar í fasta gerðarrætti. Nevndin skal eisini standa fyri samskiftinum við politiska myndugleikan og aðrar stovnar. Eisini skal nevndin gera nærri reglur fyri arbeiðsgongd, gjøld og tílíkt hjá fasta gerðarrætti. Henda nevnd skal eisini áhaldandi meta um sáttmálan og fyrireika ábøtur ella nýggjan sáttmála, tá tað í framtíðini krevst, eftir at royndir hava víst, hvussu fasti gerðarrættur roynist í verki.

 

Skipan og skrivstovan

Vanliga sætið hjá fasta gerðarrætti verður í Havn, men fasti gerðarrættur kann setast í øllum landinum, har sum málið, ið til viðgerðar er, hevur tilknýti.

Nevndin fyri fasta gerðarrætt skipar skrivstovuna í samstarvi við vinnumálaráðið. Eftir ætlan skal tað almenna tryggja, at fasti gerðarrættur altíð hevur eina virkandi skrivstovu, og tað almenna skal í fyrstu atløgu bera fasta kostnaðin av skrivstovuni og tilbúgvingini hjá gerðarrættarlimunum. Gjøld fyri einstøku málini skulu eftir ætlan fíggja meginpartin av kostnaðinum, men avtalan við tað almenna skal tryggja, at skipanin ongantíð dettur niðurfyri ella er ótilbúgvin.

Skrivstovan skal tryggja, at vanliga málsgongdin gongur so væl, sum til ber, skjøl verða skrásett, boð verða givin, fundir settir á skrá og fyrireikaðir, samsýningar goldnar, úrskurðir fráboðaðir, heimasíða og úrskurðarsavn røkt.

Skrivstovan skal eisini vera við í sjálvum gerðarrættararbeiðnum og eftir nærri fyriskipan frá formanninum leita fram tilfar og gera upprit og tilmæli til fasta gerðarrætt.

Fasti gerðarrættur skal eisini savna, menna, og kunna um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt, millum annað við at skipa savn av úrskurðum í arbeiðsmarknaðarmálum, menna førleikan innan semjusøkjandi loysnir (mediatión). Rættarlimir eins og nevndarlimir skulu alsamt gera seg kunnugar við allan føroyska arbeiðsmarknaðin.

 

Gerðarrættarlimirnir

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum velja rættarlimirnar í fasta gerðarrætt:

  • arbeiðstakarar velja tríggjar rættarlimir
  • arbeiðsgevarar velja tríggjar rættarlimir
  • nevndin, ið umboðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum, velur tveir formenn

Rættarlimirnir í fasta gerðarrætti skulu sjálvir hava royndir á arbeiðsmarknaðinum. Tí skulu ymsu fakøkini á arbeiðsmarknaðinum velja kønar rættarlimir at sita í fasta gerðarrætti. Hesir rættarlimir sita ikki sum umboð fyri feløg ella fakøki síni, men sum óheftir kønir rættarlimir. 

Partarnir velja teir seks føstu rættarlimirnar soleiðis:

  • løntakarafeløg fyri tímalønt velja ein rættarlim
  • manningarfeløgini velja ein rættarlim
  • starvsfólk og líkir fakbólkar velja ein rættarlim
  • arbeiðsgevarafeløgini velja ein rættarlim 
  • reiðarafeløgini velja ein rættarlim
  • almennu arbeiðsgevararnir velja ein rættarlim

Hesir limir verða valdir fyri trý ár í senn, men hvørt ár skulu tveir rættarlimir veljast av nýggjum, so triðingurin er nývaldur á hvørjum ári. Allir seks verða valdir, tá sáttmálin kemur í gildi, lutakast ger síðan av, hvørjir rættarlimir fyrst skulu veljast av nýggjum.

Nevndin velur gerðarrættarformann og næstformann, sum allir partar skulu hava álit á. Hesir skulu vera lógkønir og hava viðkomandi royndir. Hvør nevndarlimur hevur sýtingarrætt við formansval. Formenninir verða eisini valdir fyri trý ár í senn, men fyrsta skeiðið hjá næstformanninum verður stytt, so skeiðini skulu umskarast. Formenninir skiftast um at vera formenn í einstøku málunum.

Nevndin fyri fasta gerðarrætt tekur upp samráðing við politiska myndugleikan um samsýning og umstøður hjá rættarlimunum. Helst verður talan partvíst um fasta samsýning fyri tilbúgving og samsýning fyri at viðgera einstøku málini.

 

Mannagongd

Nú er ósemja á arbeiðsmarknaðinum, t.d. um stríðsstig er óheimilað brot á rættarstøðuna ella um tulking av sáttmála; tá kann felag – arbeiðsgevara- ella arbeiðstakarafelag – leggja málið fyri fasta gerðarrætt. Hetta verður gjørt við at lata inn kærurit.

Rættarformaðurin skipar síðan fyri at boða mótparti frá og taka út teir rættarlimir, sum skulu viðgera hetta málið. Rættarlimirnir verða úttiknir eftir tørni, vanliga ein ella tveir frá ávíkavist arbeiðstakara- og arbeiðsgevarasíðuni. Hvussu nógvir verða úttiknir, veldst partvíst um, hvat partarnir sjálvir vilja, partvíst um viðkomandi sáttmála, og eisini um, hvat rættarformaðurin heldur. Paritetur skal altíð vera í úttøkuni av limum.

Rættarformaðurin ansar eftir, at ongin úttikin limur er greitt ógegnigur. Í summum sera prinsipiellum málum sita allir rættarlimirnir, tá er ongin teirra ógegnigur. 

Mótparturin fær høvi at lata inn svarrit, og síðani metir formaðurin í málinum, hvussu málið skal fyrireikast. Til ber at royna semju, ella eftir fyrireikandi fund at partarnir í senn lata inn hvør sítt málsrit afturat. Til ber at fáa til vega metingar, prógv og vitni og at enda leggja málið fram fyri gerðarrættin á úrskurðarfundi, sum kann vera almennur.

Snýr málið seg um óheimilað stríðsstig, sí § 6(2)e, skal málið viðgerast og úrskurður gerast innan fáar tímar (í mesta lagi 72 tímar). Tá kann eisini fyribilsúrskurður gerast.

Snýr málið seg um onnur arbeiðsmarknaðarmál ella gerðarrættarmál (t.d. tulking), kann longri tíð ganga. Tó verður altíð miðað ímóti skjótari málsviðgerð.

Úrskurðirnir hjá fasta gerðarrætti skulu skrivast soleiðis, at teir kunnu vera vegleiðandi fyri framtíðina, og skulu vera greiðir at lesa. 

Á heimasíðu hjá fasta gerðarrætti fer at bera til at lesa úrskurðir og samandráttir, í summum førum styttar, so ikki viðbreknir upplýsingar koma út.

Fasti gerðarrættur kann, sum omanfyri lýst, taka støðu til, hvør rættarstøðan er millum partanna. Hetta merkir, at tað fyrst og fremst eru sáttmálar, avtalur og siðvenjur hjá pørtunum sjálvum, sum eru reglugrundarlagið, sum fasti gerðarrættur dømir eftir. 

Fasti gerðarrættur víkur í gerðarrættarmálum fyri øðrum avtalaðum gerðarrætti, men partarnir kunnu altíð semjast um at brúka fasta gerðarrætt í einstøkum máli. Vónin er, at fasti gerðarrættur fer at vekja álit millum partanna á arbeiðsmarknaðinum, og at rættarlimirnir byggja á egnu royndir sínar og fáa venjing í at døma í trætumálum. Harvið kunnu úrskurðirnir vera við at loysa trætur á skilagóðan og rættvísan hátt.

Sáttmálin vísur sum vant til reglurnar í rættargangslógini, sum tillagaðar verða brúktar eisini í fasta gerðarrætti. Úrskurðir hjá fasta gerðarrætti skulu virðast og útinnast eins og dómar. 

Sáttmálin kemur í gildi í 2006 og kann ikki sigast upp fyrr enn í 2008, men nevndin fyri fasta gerðarrætt skal alsamt eftirmeta skipanina og skjóta upp endurnýggjaðan sáttmála.

Fasti gerðarrættur kann gera ávegis úrskurð, eitt nú um formligar spurningar, og síðan taka uppaftur fyrireikingina og at enda gera tann endaliga úrskurðin.

Endaligir úrskurðir hjá fasta gerðarrætti kunnu ikki kærast. Í heilt serligum førum kann fasti gerðarrættur tó innan fýra vikur frá endaliga úrskurði sínum taka mál uppaftur, um málspartur kann vísa á prinsipiellar spurningar í úrskurðinum, sum fasti gerðarrættur eigur at viðgera nærri. Tá eru allir gerðarrættarlimirnir við í viðgerðini.

 

Lóggáva og vanligar rættarliga grundreglur

Fasti gerðarrættur skal sum aðrir gerðarrættir uppfylla treytirnar í lov om voldgift til rættargang og rættatrygd. Hetta verður tryggja við ásetingum í sáttmálanum og við at vísa til rættargangslógina. 

Fasti gerðarrættur tekur í høvuðsheitum bert støðu til spurningar, ið fella undir førleika hansara sum ásett í § 6 í sáttmálanum. Fasti gerðarrættur brúkar tó vanligar, greiðar og kendar lógarreglur og rættarligar grundreglur og leggur tær til grund fyri úrskurðum sínum. Eru aðrar serligar, ógreiðar ella ófrávíkiligar rættarreglur týðandi fyri málið, kann fasti gerðarrættur antin útseta málið, til vanligu dómstólarnir hava tikið støðu, ella vísa málið frá sær. Hesir spurningar eru nærri lýstir í serligum riti.

 

Tulking av sáttmálum um fasta gerðarrætt

Ásetingar og orðingar í sjálvum sáttmálanum um fasta gerðarrætt eru hugtøk, ið skulu tulkast og skiljast fyrst og fremst út frá sáttmálanum sjálvum, viðurskiftunum í Føroyum, og hvat, ið er skilabesta loysnin, eisini fyri framtíðar mál av líkum slag.

Fasti gerðarrættur skal tulka sáttmálan og menna hann í verki. Tey fordømi og tær venjur, ið taka seg upp, eiga so greiniliga, sum til ber, at verða orðað og lýst í úrskurðum, so tey verða kunnug hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Nevndin fyri fasta gerðarrætt tekur upp til viðgerðar spurningar um mannagongdir og ger nærri reglur í almennari starvsskipan ella serliga fyri einstøk starvsøki. Starvsskipanin skal í øllum førum hava reglur um quorum, meirilutaavgerðir, dagsskrá, innkalling, fráveru og hvussu nevndin og gerðarrættarlimirnir verða kunnaðir um einstøku málini.

Niðanfyri er leiðbeining fyri, hvussu einstøku ásetingarnar skulu skiljast. Viðmerkingar verða fyrst og fremst gjørdar fyri hvørja paragraf/grein og bert í einstøkum førum fyri hvørt stykki ella litra. 

Ávísingar til sáttmálan verða skrivaðar soleiðis: “§ 6(2)d” og lisnar “grein/paragraf seks, stykki 2, litra d.”

 

§ 1 Fasti gerðarrættur

     (1)  Settur verður á stovn fasti gerðarrættur.
     (2)  Fasti gerðarrættur skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á
           arbeiðsmarknaðinum sambært hesi skipan og felags avtalum og
           sáttmálum millum partanna á arbeiðsmarkaðinum.
     (3)  Fasti gerðarrættur skal eisini savna, menna, og kunna um føroyskan
           arbeiðsmarknaðarrætt.

Ásetingin setir fasta gerðarrætt á stovn. Fasti gerðarrættur sum stovnur fevnir, sum nærri lýst, um bæði sjálvan rættin við átta gerðarrættarlimum, og um nevnd, ið velur lógkønu rættarlimirnar, hevur heimild at gera nærri starvsreglur, samskifta við politiska myndugleikan og endurskoða sáttmálan. Harumframt verður eisini skrivstova skipað.

Síðani verður ásettur almenni málsførleikin hjá fasta gerðarrætti, sum fevnir um trætur, ósemjur og ivamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum gjølligari greint í sáttmálanum sjálvum og annars í samsvari við teir sáttmálar ella aðrar kollektivar skipanir, ið partarnir annars hava tikið undir við. 

At enda verður ásett, at fasti gerðarrættur eisini hevur ábyrgd av at savna og menna kunnleikan til tær skipanir og tær felags reglur og siðvenjur, ið galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

 

§ 2 Sæti, skrivstova og gjøld

     (1) Fasti gerðarrættur hevur sæti í Tórshavn, men kann seta fund
          aðrastaðni í landinum.
     (2) Skrivstovan hjá fasta gerðarrætti verður skipað eftir avtalu millum
          fasta gerðarrrætt og avvarðandi landsmyndugleikar.
     (3) Fasti gerðarrættur áleggur gjøld samsvarandi reglugerð.

Sambært hesi áseting verða heimildir givnar at skipa sæti, skrivstovu og gjøld.

Fasti gerðarrættur hevur sæti sítt í Tórshavn, men kann eftir umstøðunum seta fund aðrastaðni í landinum. Hetta kann serliga koma upp á tal, tá málspartarnir ella tær umstøður, málið snýr seg um, hava tilknýti til annað pláss, og ætlanin er at halda almennan gerðarrættarfund. 

Hugsandi er, at Føroya kærustovnur ella skrivstovan hjá onkrum aðalráði ella stýri verður skrivstova hjá fasta gerðarrætti. Á henda hátt verða kunnleiki og førleiki mentir og savnaðir í sama stað. Men hetta kann eisini gerast við at stovna nýggja skrivstovu, við at lata privatan stovn vera skrivstovu, ella við at lata nýggja stovnin húsast í skrivstovusamstarvi við aðrar stovnar. 

Tað er nevndin, sum ger avtalu við myndugleikarnar, men sjálvsagt hoyrir nevndin rættarlimirnar, tá tað er viðkomandi at gera tað.

Nevndin skal eisini gera reglugerð um rættargjøld, sum fasti gerðarrættur brúkar sum heimild og grundarlag at leggja á gjøld í einstøkum málum.

 

§ 3 Nevndin

     (1)  Nevnd verður vald fyri fasta gerðarrætt.
     (2)  Nevndarlimirnir sita í trý ár í senn. Sáttmálapartarnir velja nevndina
           á sama hátt sum gerðarrættarlimirnar. Hinir limirnir velja í felag
           formannin. Verandi umboð í nevndini, sum smíðaði sáttmálan, halda
           tó fram sum fyrstu valdu limir. 
     (3)  Nevndin kann taka støðu, um feløg og stovnar ikki semjast um val
           eftir § 3, ella § 4. Nevndin kann eisini bólka feløg og stovnar av
           nýggjum (sí skjal 1).
     (4)  Nevndin hevur í minsta lagi fýra árligar fundir, sum skrivstovan
           kallar inn til.

Nevndin, ið smíðaði sáttmálan, heldur fram sum nevnd fyri nýggja stovnin. Partsvaldu limirnir velja formannin. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru á henda hátt umboðaðir í nýggja stovninum. Nevndin tekur sær av at skipa stovnin í samráð við politiska myndugleikan, gerðarrættarlimirnar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Formaðurin skipar fyri og kallar inn til funda í minsta lagi fýra ferðir árliga.

At nevndin verður vald á sama hátt sum gerðarrættarlimirnir merkir, at eftir eitt ár og síðani eftir tvey ár skal formaðurin kasta lut um, hvørjir tveir limir skulu veljast av nýggjum.

Síðani verða valskeiðini soleiðis:

Ár Sessur I Sessur II Sessur III Sessur IV Sessur V Sessur VI
2006 sitandi limur sitandi limur sitandi limur sitandi limur sitandi limur sitandi limur
2007 limur valdur limur valdur        
2008     limur valdur limur valdur    
2009         limur valdur limur valdur
2010 limur valdur limur valdur        
2011         limur valdur limur valdur
2012 limur valdur limur valdur        
2013     limur valdur limur valdur    


“Sitandi limur” merkir, at verandi limur í nevndini, sum smíðaði sáttmálan, heldur fram sum limur í nevndini fyri fasta gerðarrætt.

“Limur valdur” merkir, at limurin er valdur at taka við 1. januar viðkomandi kalendaraár. Sjálvt valið fer tó fram árið fyri í viðkomandi valbólki. Verður semja ikki um nakað av valevnunum í uppskoti, er tað sitandi nevnd, sum tekur støðu eftir at hava roynt at finna semju.

2008...

Árini 2008 og frameftir verða limir sjálvsagt bert valdir, um sáttmálin um fasta gerðarrætt verður verandi í gildi.

Formaðurin verður valdur soleiðis:

Ár Nevndarformaðurin
2006 sitandi formaður
2007 valdur
2008  
2009  
2010 valdur
2011  
2012  
2013 valdur

Hesi skeiðini eru føst, og tekur limur seg úr sessi ella doyr, verður annar valdur fyri tað, sum eftir er av skeiðnum.

 

§ 4 Gerðarrættarlimir 

     (1)  Í fasta gerðarrætti eru átta gerðarrættarlimir. Sáttmálapartarnir
           velja limirnar. Gerðarrættarlimir virka óheftir av bæði myndugleikum
           og teimum feløgum, ið valt teir hava. 
     (2)  Nevndin fyri fasta gerðarrætt velur gerðarrrættarformannin og
           næstformannin, teir skulu vera lógkønir og hava viðkomandi royndir.
           Hvør nevndarlimur hevur sýtingarrætt við formansval.
     (3)  Teir í skjali 1 nevndu bólkar velja hvør sín arbeiðsmarknaðarkøna
           gerðarrættarlim.
     (4)  Gerðarrættarlimirnir verða valdir fyri trý álmanakkaár í senn. Hvørt
           ár verða tveir av gerðarrættarlimunum valdir av nýggjum.
           Gerðarrættarformaðurin kastar lut um, hvørjir fyrstir fara frá. 
     (5)  Doyr gerðarrættarlimur ella tekur seg úr fasta gerðarrætti, verður
           annar limur valdur tað, ið eftir er av skeiðinum. 
     (6)  Gerðarrættarlimir kunnu veljast aftur.
     (7)  Gerðarrættarlimum verður samsýnt sambært nærri áseting eftir
           samráðing millum nevndina og avvarðandi landsstýrismann.

Nevndin velur formenninnar og ongin av nevndarlimunum skal vera ímóti formonnunum, tá teir verða valdir.

Sum greitt frá í almennu viðmerkingunum eru tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið velja hinar gerðarrættarlimirnar. Hesir eiga at hava viðkomandi royndir á arbeiðsmarknaðinum. Limir í nevndini fyri fasta gerðarrætt kunnu ikki samstundis vera gerðarrættarlimir. 

Gerðarrættarlimirnir skulu virka sum einstaklingar og nýta vit og skil og royndir sínar at koma til skilagóðar niðurstøður við haldgóðum grundgevingum.  

Allir gerðarrættarlimirnir verða sjálvsagt valdir at taka við 1. februar 2006, men síðani verða sessirnir endurvaldir eftir tørni.

Verður ikki semja í valbólki um at velja gerðarrættarlim, tekur nevndin fyri fasta gerðarrætt støðu millum tey evni, ið eru í uppskoti, eftir at hava roynt semju.

Formenninir báðir sita trý kalendaraár í senn, tó verða fyrstu skeiðini styttri, so næstformaðurin verður valdur at taka við aftur 1. januar 2008, og gerðarrættarformaðurin at taka við aftur 1. januar 2009, soleiðis at valskeið teirra umskarast:

Ár Gerðarrættarformaður Næstformaður
2006 valdur valdur
2007    
2008   valdur
2009 valdur  
2010    
2011   valdur
2012 valdur  
2013    

 

Valskeiðini hjá arbeiðsmarknaðarkønu limunum vera soleiðis:

Ár Sessur I Sessur II Sessur III Sessur IV Sessur V Sessur VI
2006 limur valdur limur valdur limur valdur limur valdur limur valdur limur valdur
2007 limur valdur limur valdur        
2008     limur valdur limur valdur    
2009         limur valdur limur valdur
2010 limur valdur limur valdur        
2011     limur valdur limur valdur    
2012         limur valdur limur valdur
2013 limur valdur limur valdur        

 

“Limur valdur” merkir, at limurin er valdur at taka við 1. januar viðkomandi kalendaraár (í 2006 tó 1. februar). Sjálvt valið fer tó fram árið fyri í viðkomandi valbólki.

Gerðarrættarlimirnir í ‘sessi I’ og ‘sessi II’ sita fyrstu ferð í trý ár og tríggjar mánaðar.

At taka við 1. januar 2009 verða t.d. valdir tilsamans tríggir gerðarrættarlimir, gerðarrættarformaðurin og tveir arbeiðsmarknaðarvaldir limir.

Hesi skeiðini eru føst, og tekur limur seg úr sessi ella doyr, verður annar valdur fyri tað, sum eftir er av skeiðnum.

Heldur sáttmálin fram at virka eftir 1. januar 2008, halda gerðarrættarlimirnir fram á sama hátt sum omanfyri lýst, um ikki annað verður ásett í nýggjum sáttmála ella ískoytissáttmála.

Samsýningin verður ásett eftir samráðing við landsmyndugleikarnar. Samsýningin krevur semju millum nevndina fyri fasta gerðarrætt og viðkomandi myndugleikar.

 

§ 5 Úttiknir gerðarrættarlimir

     (1)  Úttiknir verða í hvørjum máli formaður í málinum og tveir aðrir
           gerðarrættarlimir, annar valdur av arbeiðstakarafeløgum og hin av
           arbeiðsgevarafeløgum.
     (2)  Gerðarrættarformaðurin kann tó, um partarnir semjast um tað, taka
           út fimm gerðarrættarlimir.
     (3)  Gerðarrættarformaðurin:
                f.       ger av, hvør skal vera formaður í einstøkum máli;
                g.      tekur út gerðarrættarlimir til hvørt mál eftir tørni, men ansar
                         tó eftir, at ongin teirra er greitt ógegnigur;
                h.      ger av, at í serliga prinsipiellum ella týðandi málum skulu
                         allir gerðarrættarlimirnir døma; ongin teirra kann tá metast
                         ógegnigur. Í slíkum málum hevur gerðarrættarformaðurin
                         ástøðuatkvøðu. 

Ásetingin viðvíkir mannagongdini í einstøkum málum. 

Vanliga verða úttiknir tríggir gerðarrættarlimir. Er tað ásett í sáttmála hjá pørtunum, kunnu fimm limir verða úttiknir. Semjast partarnir um tað í ítøkiliga málinum, kunnu eisini fimm limir verða úttiknir. Í serligum málum sita allir átta limirnir.

Í talvuni niðanfyri verður víst til vanlig mál, hetta eru mál sambært § 5(1), har tríggir gerðarrættarlimir døma, formaðurin í málinum og tveir úttiknir arbeiðsmarknaðarkønir dómarar. Í øðrum málum døma fimm gerðarrættarlimir sambært § 5(2), hetta er, tá semja er um frávik í ítøkiliga málinum ella t.d. ásett er í sáttmála um gerðarrættarmál, at fimm skulu døma. Serliga prinsipiell mál eru tey mál, har mett verður undir fyrireiking av málinum, at allir gerðarrættarlimir eiga at vera við sambært § 5(3)c. Mál tikin upp aftur sambært § 11(2) eru mál, ið eftir úrskurðin vísa seg at vera um prinsipiellar spurningar, ið hava týdning út um ítøkilga málið, og sum allir gerðarrættarlimir eiga at fáa høvi at taka støðu til.

 

Málsslag Limatal Arbeiðsmarknaðarkønir Formaður

Vanlig mál 

§ 5(1)

3 limir 2 limir annar formaðurin

Semja um frávik

§ 5(2)

5 limir 4 limir annar formaðurin

Serliga prinsipiell mál

§ 5(3)c

8 limir 6 limir gerðarrættarformaðurin

Mál tikið uppaftur

§ 11(2)

8 limir 6 limir gerðarrættarformaðurin

 

“Annar formaðurin” merkir, at annaðhvørt gerðarrættarformaðurin ella næstformaðurin situr sum rættarformaður í ítøkiliga málinum, sí § 5(3)a.

Fær limur forfall, kann gerðarrættarformaðurin gera av at taka út annan lim til málið.

Varalimir eru ikki í fasta gerðarrætti. Tí kann koma fyri, at gerðarrættur má viðgera mál, har allir limirnir av røttum skulu vera við, við færri enn átta limum. Paritetur skal tó altíð vera, so at úttiknir verða líka nógvir kønir rættarlimir frá hvørji síðu.

Gerðarrættarformaðurin skal taka út rættarlimir til einstøku málini eftir tørni, soleiðis at allir døma í nærum líka nógvum málum, og sita saman við ymsum øðrum dómarum. Gerðarrættarformaðurin skal viga hetta tekniska prinsipp móti regluni um, at gerðarrættarlimir skulu ikki vera greitt ógegnigir í málinum.

Greitt ógegnigir er serligt hugtak fyri fasta gerðarrætt. Eftir hesi skipan við óheftum, persónligum gerðarrættarlimum er ikki so, at gerðarrættarlimur er ógegnigur bert tí málsparturin er úr tí valbólki, sum vísti á viðkomandi gerðarrættarlim, ella tí viðkomandi á annan hátt hevur havt smávegis samstarv ella onnur viðurskifti við málspart, ella feløg ella stovnar í viðkomandi valbólki. Greitt ógegnigur merkir, at okkurt ítøkiligt samband er, sum kann valda iva um óhefti hjá gerðarrættarlimunum ella kann tykjast óheppið.

 

§ 6 Málsførleiki 

     (1)  Fasti gerðarrættur hevur altíð førleika at gera av, um mál hoyra
           undir fasta gerðarrætt.
     (2)  Fasti gerðarrættur kann altíð taka støðu til hesi mál:
                a.      um høvuðsavtala er samtykt;
                b.      um felags sáttmáli er samtyktur;
                c.        um marknamál millum sáttmálaøki.
                d.       um brot er framt á høvuðsavtalu ella sáttmála; 
                e.      um fráboðað ella tikin stríðstig eru heimilað;
     (3)  Fasti gerðarrættur kann, um sáttmáli ella annað loyvir tí, taka støðu
           til:
                a.      um siðvenja er galdandi innan ávíst øki;
                b.      hvussu samtykt høvuðsavtala skal tulkast;
                c.      hvussu sáttmáli skal tulkast;
                d.      hvussu siðvenja skal tulkast.
     (4)  Fasti gerðarrættur kann ikki taka upp mál, ið hoyra undir (3), um
           partarnir hava sínámillum sáttmála um annan gerðarrætt. Men
           partarnir kunnu hóast slíkan sáttmála kortini semjast um at leggja
           ítøkiliga málið fyri fasta gerðarrætt.
     (5)  Fasti gerðarrættur kann heldur ikki taka upp mál, sum ikki av
           røttum eru mál um felags avtalur ella sáttmálar.

Ásetingin lýsir, hvat sáttmálapartarnir binda seg til at viðurkenna:

  • At fasti gerðarrættur altíð hevur førleika at gera av, um ítøkiligt mál hoyrir undir fasta gerðarrætt ella ikki. 
  • At fasti gerðarrættur altíð hevur førleika at gera av, um málið snýr seg um stríðsstig/brot ella tulking. 
  • At fasti gerðarrættur altíð hevur førleika at gera av mál, ið snúgva seg um, hvørt høvuðsavtala er samtykt, um sáttmáli er samtyktur, um stríðsstig eru heimilað og um marknamál millum sáttmálaøki. 

Síðan hevur fasti gerðarrættur førleika at viðgera spurningar um tulking og siðvenju, um málspartarnir semjast um tað í ítøkiligum máli ella hava víst á fasta gerðarrætt í kollektivari avtalu ella sáttmála.

At fasti gerðarrættur kann taka støðu til merkir, at tey nevndu punkt er fasti gerðarrættur kompetentur at viðgera, um málið snýr seg um viðkomandi punkt. Er spurningur t.d. reistur, um sáttmáli er samtyktur, so skal fasi gerðarrættur taka støðu til tann spurningin. Er spurningur t.d. reistur um at tulka ávísa áseting í sáttmála, so skal fasti gerðarrættur taka støðu til tulkingina, um ikki partarnir hava avtalað, at annar gerðarrættur skal viðgera spurningar um tulking partanna millum. 

Fasti gerðarrættur skal, um hetta verður reist í ítøkiligum máli, taka støðu til, hvørt høvuðsavtala ella sáttmáli eru samtykt. Hetta merkir eisini, at fasti gerðarrættur tekur støðu til, um munnligur sáttmáli er gjørdur, um tigandi sáttmáli er gjørdur, ella talan er um siðvenju av slíkum slagi, at hon kann setast javnt við samtyktan sáttmála.

Orðið siðvenja sipar til løgfrøðiliga hugtakið “arbeiðsrættarlig kutýma.” Siðvenja av slíkum slag er nærum altíð tulkingarspurningur, men kann sum omanfyri nevnt eisini hugsast at fata um sáttmálakendar siðvenjur. 

Fasti gerðarrættur fær heimild at taka støðu til, um brot er framt, og um stríðsstig eru heimilað. Hetta merkir, at fasti gerðarrættur er tann einasti stovnur, ið tekur støðu til ítøkilig mál um brot og stríðsstig. Ger fasti gerðarrættur av, at talan er um brot ella óheimilað stríðsstig, skal brotið ella stríðsstigi halda uppat og partarnir virða úrskurðin hjá fasta gerðarrætti. Í málum um óheimilað stríðsstig er serliga skjót mannagongd avrádd, ið skal tryggja, at óheimilað stríðsstig ikki fáa stórvegis fylgjur. Mál um brot kunnu eftir umstøðunum taka longri tíð at viðgera.

Hóast fasti gerðarrættur hevur tikið støðu til spurningin um sjálvt brotið ella stríðsstigið og møguliga hevur álagt, at brot ella stríðsstig skal halda uppat, hevur hann tó ikki tikið støðu til aðrar fylgjur.

Hetta er ein fylgja av bygnaðinum í § 6:

  • Hvørt brot er framt, ella stríðsstig er heimilað, hoyrir undir tey mál, sum fasti gerðarrættur altíð kann viðgera sambært § 6(2).
  • Hvørt brot ella óheimilað stríðsstig skal fáa avleiðingar (aðrar enn at halda uppat), er mál um tulking av sáttmála ella mál um rættarstøðu teirra annars; somuleiðis spurningurin hvønn týdning úrskurðurin hjá fasta gerðarrætti hevur fyri málið um aðrar fylgjur. Slík mál kann fasti gerðarrættur bert viðgera, um sáttmáli ella annað loyvir tí (um partarnir í sáttmála/høvuðssavtalu ella ítøkiliga hava víst á fasta gerðarrætt) sambært § 6(3).

Tað veldst soleiðis um høvuðsavtalu ella sáttmála partanna millum ella um almennu rættarstøðuna í landinum, hvørt t.d. bót ella samsýning ella endurgjald skal latast. 

Hoyrir mál um endurgjald ella aðrar fylgjur undir vanligan dómstól ella annan gerðarrætt, skal hesin stovnar leggja til grund ta tulking av sáttmálanum, sum fasti gerðarrættur hevur staðfest. Eisini skal leggjast til grund, at brotið ella stríðsstigið skal halda uppat, og ikki kann takast uppaftur, sjálvt um endurgjald ella onnur fylgja ikki verður áløgd. Men vanligu dómstólarnir og gerðarrættirnir kunnu síðani royna allar spurningar og allar fortreytir, ið hava týdning fyri endurgjald ella aðrar fylgjur.

Hvør stovnur av røttum skal taka støðu til aðrar fylgjur, dómstólur, annar gerðarrættur, ella fasti gerðarrættur, velst eisini um rættarstøðuna á einstaka sáttmálaøkinum.

Hóast sáttmálin ikki beinleiðis nevnir tað, kann nevndin fyri fasta gerðarrætt í starvsskipan loyva øðrum enn sáttmálapørtum at brúka fasta gerðarrætt móti hóskandi gjaldi.

 

§ 7 Málspartar

     (1)  Sáttmálapartur er partur í máli vegna limir sínar.
     (2)  Fíggjarmálaráðið er partur í máli vegna stovnar, sum í málinum eru
           bundnir av avtalum ella sáttmálum hjá landinum.
     (3)  Kommunala arbeiðsgevarafelagið er partur vegna limir sínar.

Málspartar er hugtak fyri partarnar í ítøkiligum máli. Hugtakið er brúkt í sáttmálanum til tess at skilja ímillum sáttmálapartarnar, ið eru tey feløg og stovnar, sum samtykkja henda sáttmála, og málspartar, ið eru partarnir í ítøkiligum málum, sum fasti gerðarrættur tekur upp til viðgerðar. Vanliga fer fasti gerðarrættur helst bert at brúka orðini partur og partar.

 

§ 8 Málsgongd

     (1)  Kærandi partur letur fasta gerðarrætti kærurit.
     (2)  Skrivstovan letur beinanvegin innkærda eintak av kæruritinum og
           setir freist fyri svarriti. Skrivstovan kann kunngera kæruritið eftir
           reglum í rættargangslógini.
     (3)  Innkærdi hevur skyldu at møta; møtir hann ikki, kann formaður í
           málinum einsamallur siga fráveruúrskurð.
     (4)  Formaður í málinum skal áseta fyrireikandi fund í málinum.
           Formaðurin kann tá:
                a.      gera av, at partarnir í senn skulu lata inn eitt rit afturat eftir
                         ávísing formansins;
                b.      kanna um málið kann avgerast í semju ella eftir tilmæli frá
                         formanninum;
                c.      gera av, at partarnir skulu royna mediatión;
                d.      gera av, at meting, faklig úttalilsi, fráboðan til onnur áhugað,
                         ella onnur neyðug stig skulu takast;
                e.      fáa greiðu á og taka støðu til próvførslu og aðra fyrireiking av
                         málinum;
                f.       áseta nýggjan fyrireikandi fund;
                g.      gera av, nær úrskurðarfundur skal vera í málinum;
                h.      annars fyrireika málið eftir lóg, sáttmála og venju.
     (5)  Í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera
            innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða
            hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Rætturin kann í
            átroðkandi málum gera fyribilsúrskurð.
     (6)  Fasti gerðarrættur kann gera ávegisúrskurð í máli.
     (7)  Málið í allari viðgerð hjá fasta gerðarrætti er føroyskt.
     (8)  Málspartur kann krevja, at vitnisfrágreiðingar skulu endurgevast
            nágreiðniliga.
     (9)  Fyri málsgongdina annars galda meginreglur í rættargangslógini um
            borgaralig mál.

Málsgongdin er skipað soleiðis, at fasti gerðarrættur skal arbeiða bæði skjótt og væl. 

Formaðurin í einstøkum máli skal eftir hesum vera aktivur og tryggja, at málið bæði formliga og innihaldsliga verður skjótt og væl fyrireikað. Formaðurin gerst ikki ógegnigur av at spyrja partarnar nærri um málskrøv, grundgevingar ella annað, teir føra fram. Heldur ikki gerst formaður ógegnigur av at spyrja seg fyri um møguleikan fyri semju partanna millum.

Kærandi partur skal lata inn kærurit. Skrivstovan tekur ímóti kæruriti. Góður siður er, tá tað ber til at kunna mótpartin beinanvegin og beinleiðis. Eisini er góður siður í málum, sum koma undir viðgerðarfreistirnar í (5) at boða skrivstovuni frá, at mál kann vera ávegis, so gerðarrættarlimirnir kunnu vera til reiðar.

Heimilað er at kunngera kærurit eins og at døma fráveruúrskurð.

Eftir at bæði kærurit og svarrit eru komin (ella freistin er farin fyri svarriti, og kærdi parturin kortini møtir og setur fram málskrav), verður fyrireikandi fundur hildin. Allir úttiknir gerðarrættarlimir skulu tá hava fingið tilfarið í málinum og eiga at kunna seg við tað. Úttiknu limirnir kunnu vera við á fundinum.

Formaðurin skal í sambandi við fyrireikandi fundin gera av, hvussu málið verður fyrireikað.

  • Formaðurin kann gera av, at partarnir samtundis skulu lata hvør sítt rit inn afturat. Formaðurin kann vísa á, hvat hann vil hava partarnar at lýsa, bæði av formalia, jus og fakta, tvs. bæði um málsgongdina, um tær reglur, ið hava týdning fyri málið, og viðvíkjandi umstøðunum í málinum. Sama freist er galdandi fyri báðar partar, og partur, ið vil hava longda freist má heita á bæði mótpart og formann um hetta.
  • Formaðurin kannar, um møguleiki er fyri semju í málinum, ella um partarnir vilja lata formannin gera tilmæli, sum málspartarnir kunnu taka við ella vraka. Formaðurin skal vera varin í hesum førum, og krevst nærri viðgerð ella umfatandi tilmæli, eigur formaðurin heldur at vísa til mediatión.
  • Formaðurin kann gera av, at partarnir skulu royna semju ígjøgnum mediatión. Nevndin fyri fasta gerðarrætt ger lista við evnum til mediator. Formaðurin skjýtur út frá hesum lista evni upp fyri málspørtunum.
  • Formaðurin kann biðja um meting, um faklig úttalilsi ella senda øðrum áhugaðum pørtum fráboðan um málið ella gera av, at onnur neyðug stig skulu takast. Talan kann vera um vanlig “sýn og meting,” um faklig úttalilsi frá viðkomandi serfrøðingum, um at boða øðrum frá (td. øðrum feløgum, ið kunnu hava áhuga í at úttala seg um prinsipiellan spurning) ella taka onnur stig. Hvørji hesi eru veldst um einstaka málið og vil oftast vera grundað á analogi frá øðrum ásetingum í sáttmálanum, venju ella ásetingar í rættargangslógini.

Mál um óheimilað stríðsstig verða viðgjørd serliga skjótt. Tað kann bera so á, at hvørgin formaðurin er til taks, tá slíkt mál kemur fyri, td. tí báðir eru uttanlands. Tá má gerðarrættarformaðurin gera av, hvussu víkjast skal frá reglunum, t.d. so tíðarfreistin verður longd, ella annar gerðarrættarlimur kann standa fyri fyrireikandi fundinum, ella ongin fyrireikandi fundur verður hildin, ella fundurin verður hildin um telesamband.

Í átroðkandi málum um óheimilað stríðsstig kann rætturin siga fyribilsúrskurð. Hetta kann serliga hugsast, tá stórur ella óbótaligur skaði kann standast.

Fasti gerðarrættur kann gera ávegisúrskurð (deldom). Hetta kann hugsast í ymsum førum, tá tað fyri partarnar er best at bíða við summum spurningum. T.d. kann spurningur verða reistur, um málið snýr seg antin um stríðsstig (brot), sum fasti gerðarrættur skal viðgera, ella tulking, sum annar gerðarrættur skal viðgera. Tá er betri, at fasti gerðarrættur fyrst tekur støðu til spurningin um málsførleikan, enn at alt málið verður viðgjørt út í æsir, møguliga óneyðuga.

Málið er sjálvsagt føroyskt í øllum førum, í fyrireiking, í skrivum, á fundum og alla aðrastaðni, uttan so at serlig atlit, eitt nú til vitni, gera seg galdandi, ella annað er ásett fyri tulkingarmál í sáttmála partanna millum. Hugsandi er, at valdur verður gerðarrættarformaður ella næstformaður, ið skilir men ikki tosar føroyskt. Tá kann formaðurin sjálvsagt tosa annað mál, men málið undir fyrireiking, úrskurðarviðgerð og í úrskurði skal tó altíð vera føroyskt.

Partur í máli kann krevja, at vitnisfrágreiðingar skulu endurgevast orð fyri orð ella á annan nágreiniligan hátt (sum vanligt er í sambandi við revsimál og “subsidierar avhoyringar”).

 

§ 9 Umboðan og úrskurðarfundur 

     (1)  Partarnir kunnu lata fulltrúa umboða seg í allari málsgongdini.
     (2)  Fasti gerðarrættur ger av í hvørjum máli sær, hvussu
            úrskurðarfundur skal skipast, eisini hvørt hann skal vera almennur
            ella fyri læstum durum.
     (3)  Formaðurin í málinum ger av allar spurningar um rættargang undir
            úrskurðarviðgerðini.

Partarnir kunnu frítt velja sær málsfulltrúa, men fasti gerðarrættur kann eftir vanligum reglum seta krøv til umboðanina.

Úrskurðarfundurin – “dómsviðgerðin” – kann vera á almennum fundi. Úttiknu limirnir gera henda spurning av og skipa fundin alment undan viðgerðini. Annars ger formaðurin í málinum allar spurningar av undir sjálvum fundinum.

 

§ 10 Gerðarrættarúrskurður

     (1)  Formaðurin í málinum skipar fyri samráðing limanna millum eftir
            úrskurðarfundin og setir fram uppskot um úrslit og grundgevingar,
            eisini kann hann biðja skrivstovuna gera tilmæli. Hinir
            gerðarrættarlimirnir seta síðani fram hugsanir sínar og samráðst
            verður, atkvøtt verður at enda um úrslitið. 
     (2)  Tá ið samráðingarnar eru lidnar, skrivar formaðurin í málinum
            úrskurð, og hvør gerðarrættarlimur kann tá leggja sína egnu
            áskoðan afturat. Eisini skulu málskrøv og grundgevingar hjá
            málspørtunum gjølliga endurgevast í úrskurðinum.
     (3)  Úrskurður og tilmæli verða kunngjørd pørtunum beinleiðis, og skal
            úrskurðurin greina málið til fulnar, umstøður eins væl og viðkomandi
            rættargrundarlag.
     (4)  Úrskurður verður somuleiðis alment atkomiligur og skipaður í
            úrskurðarsavn. Eftir áheitan kann formaðurin í málinum stytta burtur
            viðkvæmar partar úr tí almannakunngjørda úrskurðinum.

Ásetingin skal tryggja, at úrskurðirnir verða skrivaðir so væl, sum til ber.

Formaðurin leggur fyri, men kann velja fyrst at heita á skrivstovuna um at gera tilmæli.

Formaðurin kann gera av at hava fleiri fundir eins væl og fleiri atkvøðugreiðslur um málið. Formaðurin ger av, nær seinasti fundur og seinasta atkvøðugreiðsla verða hildin. Formaðurin leggur skrivliga fyri limirnar sítt uppskot til úrskurð og gevur teimum nøktandi høvi at leggja afturat samsintar eins væl og mótsintar viðmerkingar, tað vil siga, at. til ber bæði at grundgeva nærri, dissentiera viðvíkjandi grundgevingum og dissentiera viðvíkjandi úrsliti.

Úrskurðurin skal umframt fatanir (“premissir”) hjá gerðarrættarlimunum lýsa málið, málskrøv, grundgevingar, tilmæli, vitnisfrágreiðingar, metingar og annað. Formaðurin í málinum kann velja, at partar av hesum tilfari skulu vera hjálagdir sum skjøl til sjálvan úrskurðin, so sjálvur úrskurðurin verður so vælegnaður at lesa sum til ber uttan ov nógvar endurgávur, ið eru óneyðugar fyri úrslit og grundgevingar.

 

§ 11 Endaligur úrskurður

     (1)  Úrskurður hjá fasta gerðarrætti er endaligur og kann ikki skjótast
            inn fyri hægri rætt. 
     (2)  Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti,
            innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp av nýggjum sum
            týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.
     (3)  Mál kann ikki leggjast fyri dómstól, kærunevnd ella nakran annan
            stovn ella myndugleika, um tað av røttum hoyrir undir fasta
            gerðarrætt.
     (4)  Spurningur, hvørt fasti gerðarrættur av røttum antin hevur viðgjørt
            mál ella víst tí frá sær, kann innan 4 vikur frá úrskurði leggjast fyri
            Føroya Rætt.

Sáttmálapartarnir binda seg við sáttmálanum til at góðtaka, at úrskurðir hjá fasta gerðarrætti eru endaligir.

Undantak frá hesum er møguleikin hjá gerðarrættarformanninum og næstformanninum at semjast um, at taka málið uppaftur sum týðandi mál, ið allir gerðarrættarlimirnir eiga at hoyra. Hetta kann henda í serliga prinsippiellum málum, sum kunnu fáa týdning sum fordømi fyri allan arbeiðsmarknaðin ella tað á annan hátt er týðandi at allir gerðarrættarlimirnir taka støðu. Í slíkum málum eiga eftir grundreglunum í rættargangslógini at vera loyvt øðrum pørtum á arbeiðsmarknaðinum at leggja uppí málið.

 

§ 12 Útinnan

     (1)  Úrskurðir hjá fasta gerðarrætti kunnu útinnast eftir reglunum í
            rættargangslógini um tvingsilsfulnað. Semja gjørd í fasta gerðarrætti
            kann somuleiðis útinnast eins og semja gjørd í dómstóli.

Eins og við øðrum gerðarrætti er við hesum sáttmála avtalað, at úrskurður kann útinnast eftir rættargangslógini.

 

§ 13 Nærri reglur

     (1)    Nevndin kann í samráði við gerðarrættarlimirnar og avvarðandi
              myndugleikar gera nærri reglur fyri virksemi og skipan hjá fasta
              gerðarrætti.

Nevndin hevur heimild at gera nærri reglur (í samsvari við sáttmálan, lóggávu og annað viðkomandi), men skal í anda sáttmálans samráðast til góðar loysnir, áðrenn reglurnar verða gjørdar.

Reglurnar verða savnaðar og kunngjørdar eins og úrskurðirnir.

 

§ 14 Samtykki og endurskoðan

     (1)  Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. apríl 2006, fyri teir partar, nevndar í
            skjali 1, ið tá hava skrivað undir.
     (2)  Sáttmálapartarnir skriva undir hvør sítt eintak av sáttmálanum.
     (3)  Sáttmálin kann sigast upp, um í minsta lagi fimm sáttmálapartar
            siga hann upp við seks mánaða varsli til 1. januar. 
     (4)  Sáttmálin kann ikki sigast upp fyrr enn til 1. januar 2008.
            Sáttmálapartarnir kunnu tó altíð samtykkja annan sáttmála at koma
            í staðin fyri henda.
     (5)  Nevndin skal áhaldandi eftirmeta skipanina og skipa fyri fundum, har
            sáttmálapartarnir verða kunnaðir. Nevndin kann skjóta upp
            endurskoðaðan sáttmála.

Sáttmálin kemur í gildi 1. februar 2006; frá teirri løtu kann nevndin virka, samráðingar havast við politisku myndugleikarnar, skrivstovan skipast, og annað tílíkt gerast. 

Partarnir skriva undir hvør sítt eintak av sáttmálanum, sum nevndin goymir.

Ætlanin er sjálvsagt, at allir partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu skriva undir sáttmálan, men ásetingin er orðað soleiðis, at skipanin við fasta gerðarrætti kemur í gildi tó at einstakir partar ikki enn hava skrivað undir og harvið bundið seg til hesa skipan.

Sáttmálin er bert galdandi fyri teir partar, sum hava skrivað undir. Tí ber ikki til at leggja mál fyri fasta gerðarrætt, sum viðkoma pørtum á arbeiðsmarknaðinum, ið ikki eru vorðin sáttmálapartar. Til dømis er heimildin at taka støðu til marknamál millum sáttmálaøki bert galdandi fyri partar, sum samsvarandi § 14 eru vorðin sáttmálapartar.

Sáttmálin hevur áseting um, at nevndin kann velja teir nevndarlimir og gerðarrætarlimir; henda áseting verður eisini brúkt, um sáttmálin er komin í gildi, og ongin av pørtunum í einum av teimum seks bólkunum enn er bundin av sáttmálanum.

Sáttmálin er galdandi til 1. januar 2008, um ikki partarnir allir fyri ta tíð skriva undir nýggjan sáttmála. Eftir tann dag kunnu fimm sáttmálapartar siga sáttmálan upp við freist upp á hálvt ár.

 

SKJAL 1

Løntakarafeløgini fyri verkafólk og tílíkar fakbólkar

Føroya Arbeiðarafelag 
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag 
Landsfelag Handverkaranna
Føroya Handverkarafelag
S & K

Manningarfeløgini

Føroya Fiskimannafelag 
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
Motorpassarafelag Føroya

Løntakarafeløgini fyri starvsfólk og tílíkar fakbólkar

Starvsmannafelagið
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið
Føroya Byggifrøðingafelag
Magistarafelagið
Føroya Verkfrøðingafelag
Fakfelag Sjómansskúlalærara í Føroyum 
Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara
Føroya Tekniska Lærarafelag
Felagið Maskinmeistaralærarar
Føroya Lærarafelag
Føroya Musikklærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Postfelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Psykiatrifelag
Almanna- og Heilsurøktarafelagið
Føroyskir Fysioterapeutar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsuhjálparafelag Føroya
Dansk Farmaceutforening 
Farmakonomforeningen
Yngri Læknar 
Ergoterapeutfelagið
Radiografar í Føroyum
Bioanalytikarafelagið
Økonomafelag Føroya
Starvsfólkafelagið í Føroya Banka
Starvsfólkafelag Føroysku Sparikassanna 
Yrkisfelagið Trygdin
Føroya Blaðmannafelag
Føroya Prentarafelag 

Arbeiðsgevarafeløgini 

Blaðútgevarafelag Føroya
Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Havnar Arbeiðsgevarafelag
Føroya Handverksmeistarafelag
Føroya Prentsmiðjueigarafelag

Reiðarafeløgini 

Føroya Reiðarafelag 
Reiðarafelagið fyri Farmaskip 

Almennu arbeiðsgevararnir
Kommunala arbeiðsgevarafelagið
Fíggjarmálaráðið