Reglugerð um gjøld hjá fasta gerðarrætti 

§ 1 Heimild og endamál

  1. Nevndin fyri fasta gerðarætt hevur á fundi gjørt og samtykt hesa reglugerð við heimild í § 2(3) og § 13(1) í sáttmála um fasta gerðarrætt.
  2. Reglugerðin er gjørd eftir at gerðarrættarformaðurin, og viðkomandi myndugleikar eru hoyrdir.
  3. Reglugerðin hevur til endamáls at áseta gjøld fyri mál, ið verða løgd fyri rættin. 

§ 2 Gjøld

  1. Kærandi partur skal gjalda kr. 1.000, tá kærurit verður latið inn.
  2. Fasti gerðarrættur ger upp kostnaðin av samsýningum og øðrum beinleiðis útreiðslum í hvørjum máli, eisini í semju og mediatiónsmálum, og býtur hann millum partanna at gjalda innan tvær vikur saman við gjaldinum eftir (3).
  3. Álagt verður umframt beinleiðis kostnaðin hvørjum partir umsitingargjald svarandi til 20 % av uppgerðini eftir (2), tó í minsta lagi kr. 5.000.
  4. Í serligum førum kann gerðarrætturin í úrskurðinum áleggja parti at gjalda útreiðslur hjá mótparti. 

§ 3 Gildi

  1. Henda reglugerð kemur í gildi 1. apríl 2006.
  2. Reglugerðin er endurskoðað 15. mai.
  3. Reglugerðin skal endurskoðast í minsta lagi á hvørjum ári.