Vegleiðing

Úrskurðarsavn

Sáttmálin um Fasta Gerðarrætt ásetir í § 1(3):

(3)  Fasti gerðarrættur skal eisini savna, menna, og kunna um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt.

Hartil kemur, at Fasti Gerðarrættur má virða rættartrygd og galdandi stjórnarskipan.

Europeiski Mannarættindarsáttmálin hevur í § 6 áseting um rættvísa rættargongd. Sambært venju hjá Mannarættindardómstólinum eiga øll at kenna rættarvenju á viðkomandi lógarøkjum. Mannarættindardómstólurin kunnger dómar sínar á heimasíðu www.echr.coe.int.

Danmarks Riges Grundlóg hevur áseting um, at rættarskipanin er almenn. Úrvaldir dómar, eisini summir føroyskir, verða savnaðir í ymsum donskum søvnum.

Landið hevur higartil savna úrskurðir innan arbeiðsmarknað á heimasíðuni hjá lønardeildini www.lnd.fo - vel Avgerðir.

At kenna dómar, ið eru sagdir á einum ávísum øki, er sera týðandi fyri allar partar. Ivi um tulking stendst av mongum orsøkum. Stundum er orðing í áseting óheppin ella ógreið. Stundum er orðing ætla at skapa rúmd fyri ítøkiligari meting og liðiligari venju. Stundum, ikki minst tá ræður um sáttmálar, eru orðingar neyðsemjur. Stundum renna ásetingar saman, og støða má takast til, hvør teirra skal ganga fram um aðra. Fyri borgara, ráðgeva og dømandi rætt er týðandi at staðfesta, hvussu venjan tekur seg upp. Hvør tulking er tann rættara ella betra? Hvørji atlit eru lóglig, og hvussu skulu tey vigast? Hvussu er javnvágin millum ymsar ásetingar?

Eyðvitað velst í mongum førum mest um faktisku viðurskiftini í viðkomandi máli, ið ofta ikki eru neyvt tey somu sum hjá øðrum. Eisini kunnu lóg ella aðrar ásetingar verða broyttar ella praksis løgd á annan bógv. Úrskurðarsavnið má tí altíð nýtast saman við og við fyriliti fyri galdandi reglum. 

Fasti Gerðarrættur hevur tessvegna skyldu at savna bæði egnar úrskurðir eins og eldri, ið kunnu lýsa rættarvenju higartil. Sambært reglugerð verða summir úrskurðir tó partvíst ókunnugjørdir.