Úrskurðir

Her kanst tú leita eftir úrskurðum
Yvirskrift Mál Ár Lýsing
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum
10
2023
Málið snýr seg um at innkærdi skal viðurkenna: - at tað er brot á §§ 26, stk. 1 og 2 umframt § 27, í sáttmálanum millum partarnar, sum formliga fór úr gildi 1. januar 2023, at frítíð, arbeiðið (ella…
Fíggjarmálaráðið móti Havnar Arbeiðskvinnufelag
9
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Havnar Arbeiðskvinnufelag uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, i…
Fíggjarmálaráðið móti Ljósmøðrafelag Føroya
8
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Ljósmøðrafelag Føroya uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri limir hjá Ljósmøðrafelag Før…
Fíggjarmálaráðið móti Maskinmeistarafelagnum
7
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Maskinmeistarafelagið uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins, sum e…
Fíggjarmálaráðið móti Starvsfelagnum
6
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Starvsfelagið uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri limir felagsins, sum eru umfataðir a…
Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag
5
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Føroya Pedagogfelag uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri sáttmálasettar limir, sum star…
Fíggjarlálaráðið móti Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
4
2023
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um arbeiðssteðgurin sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fráboðaði Fíggjarmálaráðnum 2. november 2023 kl. 12:07, er eitt óheimilað stríðsstig.
Starvsfelagið móti Fíggjarmálaráðnum
3
2023
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at lærlingur skal avroknast eftir § 14, stk. 2, smb. § 22 í sáttmálanum, fyri ferðing til og frá yrkisskúla í Danmark í 2022.
Heilsuhjálparafelag Føroya móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
2
2023
Málið snýr seg um arbeiðstíðina í § 4, stk. 2 í sáttmálanum millum partarnar: "Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur t…
Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Reiðarafelagnum fyri Handilsskip
1
2023
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni eftir § 4, stk. 2 í sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu, smb. § 9, stk. 6 í høvuðssá…
Starvsfelagið móti Føroya Arbeiðsgevarafelag
3
2022
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at tað var brot á sáttmálan, tá limir vóru sagdir úr starvi.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum
2
2022
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna at uppsagnarfreistin hjá sjúkrarøktarfrøðingi skal verða longd við 3 mánaðum eftir regluni í § 60, seinasta pkt. í galdandi sáttmála millum FFS og ávíkav…
Føroya Pedagogfelag móti Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
1
2022
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna: - At semjan frá 14. januar 2018, sum hevur við sær at lønarstig fella burtur pr. 1. oktober 2019, skal tulkast soleiðis, at tá ið eitt stig fellur burt…
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum
4
2021
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður sett fram málskrav um, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at starvsfólk hjá Heilbrigdi eigur rætt til munin millum útgoldna løn og løn sum "leiða…
Starvsfelagið móti Fíggjarmálaráðnum og Semingsstovninum
1
2021
Málið snýr seg um heimildir Semingstovnsins, smb. § 4, stk. 3 í lóg um semingstovn
Fíggjarmálaráðið móti Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
2
2021
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal viðurkenna, at tað er óheimilað stríðsstig, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar noktar limum…
Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar móti Fíggjarmálaráðnum
3
2021
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður sett fram málskrav um, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, - at tað er brot á sáttmálan millum partarnar, at lýst verður eftir ”fakligum stjóra”…
Maskinmeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Føroya Reiðarafelag
5
2021
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá kærandi, sum hava silgt við skipinum Skørin FD 750, eru at meta sum uppsagdir, og hava krav um uppsagnarløn, sambært § 2, stk. 8 í sáttmála…
Starvsfelagið móti Fíggjarmálaráðnum
6
2021
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá kærandi í starvið hjá Familjufyrisitingini, skulu lønast við persónligari flokking sambært lønartalvuni í galdandi sáttmála millum partarna…
Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið móti Føroya Reiðarafelag
7
2021
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá innkærda ikki hava rætt at taka søluútreiðslur á kr. 0,25 pr. kg. av avrokning fyri túr 2020-33 frá 10. desember 2020 og avrokning fyri túr…
Føroya Fiskimannafelag móti Føroya Reiðarafelag
8
2021
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at bert limir hjá Føroya Fiskimannafelag hava rætt at luttaka í býtinum av gjaldi fyri landing, tá ið manningin landar kraftblokkaskip við pumpum úr tan…
Føroyskir Fysioterapeutar móti Fíggjarmálaráðnum
2
2020
Trætan snýr seg í um, at Føroyskir Fysioterapeutar eru ósamd í tulkingini hjá Fíggjarmálaráðnum um, at allar viðbøtur fella burtur, tá nýggjur lønarstigi varð fyri leiðarar og deildarleiðarar. Føroysk…
Føroya Pedagogfelag móti Kommunala Arbeiðsgevarafelag
1
2020
Føroya Pedagogfelag ger galdandi, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skal viðurkenna, at avtalan frá 17. juni 2015 um flokking av námsfrøðingum í forskúla er galdandi, at hugtakið "stuðul" ikki er…
Starvsmannafelagið móti Føroya Arbeiðsgevarafelag
1
2019
Innkærdi skal viðurkenna, at tað var brot á § 6, stk. 6, 5. reglubrot í sáttmálanum, at felagsálitisfólkið ikki fekk skrivliga fráboðan við nágreiniligari uppsagnargrund og uppsagnartreytum, áðrenn PO…
Heilsurøktarafelagið móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
1
2018
Heilsurøktarfelagið ger galdandi, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skal viðurkenna, at limir hava rætt serligt gjald fyri undirvísing og fyrireiking av frálæru eftir reglunum í § 15, skt. 1 nr. 3, sm…
Kommunulæknafelag Føroya móti Fíggjarmálaráðnum
2
2018
Kommunulæknafelag Føroya ger galdandi, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn ikki er galdandi fyri sáttmálaósemjuna partanna millum, og at innkærd…
Starvsmannafelagið móti Fíggjarmálaráðnum
3
2018
Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at tað er brot á § 40, stk. 3 í sáttmálanum millum partarnar, at limir Starvsmannafelagsins umborð á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn svarandi til siglingstíð eftir…
Flogskiparafelag Føroya móti Føroya Arbeiðsgevarafelag
4
2018
Føroya Arbeiðsgevarafelag verður dømt at viðurkenna, at starvið sum flogovasti (Nominated Postholder - Flight Operations), er einans starv millum flogmenn, ið verður mett at verða leiðandi starv sam…
Føroya Fiskimannafelag - Maskinmeistarafelagið - Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Føroya Reiðarafelag
5
2018
Trætan snýr seg um gjøldini, sum reiðarar rinda tá teir keypa kvotur á uppboðssølu hjá landinum er loyvdur frádráttur, tvs um skipari og manning skulu rinda part av hesum gjøldum.
Starvsmannafelagið móti Fíggjarmálaráðnum
1
2017
Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at tað er brot á § 6, stk. 4 í sáttmálanum millum partarnar, at Starvamannafelagið og limur tess ikki fekk 14 daga hoyringsfreist í sambandi við uppsøgn, og at hoyri…
Yrkisfelagið Miðnám móti Fíggjarmálaráðnum
9
2017
Yrkisfelakið Miðnám ger galdandi, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at vegleiðarar og próvdómarar hava rætt til 7,5 tímar hvør fyri hvørja verkætlan, tá talan er um breytaverkætlanir á fyrireikinga…
Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag
8
2017
Fíggjarmálaráðið móti Føroya Pedagogfelag
7
2017
Fíggjarmálaráðið móti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
6
2017
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal viðurkenna, at tað vegna ikki nøktandi fráboðan er óheimilað stríðsstig, at allir narkosusjúkrarøkt…
Føroya Lærarafelag móti Fíggjarmálaráðnum
5
2017
Málið snýr seg um, at Føroya Lærarafelag krevur, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at fylgjandi orðing í skriv frá Mentamálaráðnum til Nólsoyar skula, dagfest 31. mars 2017: ”Loft er sett á, so…
Føroya Pedagogfelag móti Fíggjarmálaráðnum
4
2017
Trætan snýr seg um tímalønt hjálparfólk, sum arbeiða meira enn 15 tímar í miðal um vikuna, hava rætt til 10% eftirløn.
Føroya Pedagogfelag móti Fíggjarmálaráðnum
3
2017
Trætan snýr seg um størvini hjá autismuráðgevarum eru flokkaði sambært galdandi sáttmála um flokkingar.
Fíggjarmálaráðið móti Ljósmøðrafelag Føroya
2
2017
Ljósmøðrafelagið skal viðurkenna, at tað er eitt óheimilað stríðsstig, at nógvar ljósmøður, fyribils uppgjørt til 11 út av 17 ljósmøðrum, umframt 4 avloysarar, á Landssjúkrahúsinum, hava sjúkrameldað…
FPF móti FMR
1
2016
Málið snýr seg um sáttmálabrot av § 14 í sáttmálanum fyri pedagogar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið, i sambandi við setan av stuðlum fyri ári 2016/2017.
ETF móti FMR
2
2015
Træta um "einaviðbót" Ósemja er um tulkingina av § 1, stk, 3 nr. 4 í sáttmálanum millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið, um nær limir hava rætt til "einaviðbót" eftir hesi grein.
Flogternufelagið Súlan móti FAG
4
2015
Træta um frídagar.
SMF móti FMR
3
2015
Træta um eftirløn Partarnir eru ósamdur um parttíðarsett, avloysara ella fyribilshjálp hava rætt til eftirløn sambært § 13 í sátmálanum partanna millum.
FSN & MMF & SMF móti FMR
1
2015
Træta um eykasamsýning fyri sigling 1. jóladag, langafríggjadag og 1. páskadag Ósemja er um hvørt tað í galdandi sáttmálum er avtalað eyka samsýning fyri sigling 1. jóladag, langafríggjadag og 1. p…
Fíggjarmálaráðið móti Starvsmannafelagnum, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum
6
2014
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Starvsmannafelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna, at tað er óheimilað, at feløgini nokta limun te…
FPF móti FMR - eftirløn hjá hjálparfólkum
4
2014
Træta um eftirlønaráseting í hjálparfólkasáttmálanum Áseting var í sáttmála um eftirlønargjald fyri hjálparfólk í føstum starvi, men ikki fyri tey tímaløntu hjálparfólkini. Ósemja var nú um hjálpar…
FPF móti KAF - starvsaldur
1
2014
Træta um starvsaldur. Partarnir hava sáttmála, sum knýtur løn og aðrar treytir at starvsaldri. Í sambandi við umskipan av lønartalvum stóðst ósemja um útrokning av starvsaldri hjá starvsfólki, sum…
FFS móti FMR - førleikaviðbót
5
2014
Træta um førleikaviðbót Áseting var í sáttmála um útbúgving er kravd ella mett at vera fyrimunur, skal viðbót verða latin. Ósemja stóðst um ávís skeið leik treytirnar.
FSN móti RFF
2
2014
Træta um rættin hjá reiðarum til endurgjald av skeiðsútreiðslum. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip hava í sáttmálanum áseting um skeiðsvirksemi. Ósemja hevur tikið…
KAF móti FPF - forskúlar
3
2014
Træta um stríðsstig. Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu nýggjan sáttmála, men avráddu at flokkingar skuldu gerðast eitt nú av størvum í forskúlum. Ósemja var nú um hetta var áh…
FFS móti FMF - førleikaviðbót
2
2013
Træta um førleikaviðbót fyri leiðslu. Ásett var í sáttmála um viðbøtur fyri ábyrgd og førleika. Løntakarar fingu eftir hesum førleikaviðbót fyri leiðsluútbúgving. Lønardeildin metti hesar viðbøtur,…
FPF móti KAF - leiðaraviðbót
1
2013
Træta um viðbøtur. Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava áseting um førleikaviðbøtur fyri eftirútbúgving. Fleiri leiðarar á stovnum hjá Tórshavnar Kommunu fingu viðbót fyri eftirút…
LHA móti FMR - eftirlønargjald
4
2013
Træta um eftirlønargjald. Landsfelag Handverkaranna og Fíggjamálaráðið hava sáttmála um fastløntar handverkarar við áseting um eftirlønargjøld. Ósemja er nú um rætturin til eftirlønargjøld eisini f…
LMF móti FMR - viðkomandi yrkisfelag
3
2013
Trætað um orðingina viðkomandi yrkisfelag. Almannaverkið lýsti eftir bólkaleiðara/samskipara sambært sáttmála við "viðkomandi yrkisfelag". Ljósmóðir varð sett í starv. Ósemja var nú, um kor hennara…
SMF móti FMR og KAF - umflokking
5
2013
Træta um útrokning av umflokking. Starvsmannafelagið gjørdi 3 ára sáttmála galdandi til 1. oktober 2015 við ásetingum um umflokkingar av summum størvum, hvørs kostnaður skuldi takast av karminum. N…
MMF móti FMR - eftirlønargjald
9
2012
Træta um eftirlønargjald. Áseting er í maskinmeistarasáttmála um eftirlønargjøld. Ósemja er um, hvørt tíðaravmarkaði størv eiga rætt til hesi gjøld.
SMF móti FMR – vaktargjald (II)
1
2012
Træta um vaktargjald sambært semingsuppskoti. Sambært semingsuppskoti frá februar 2010 avráddu partarnir ávísar flytingar (flokkingar, uppnormeringar) og ymisk vaktargjøld. Ósemja var nú um tulking…
FFT móti FMR - samhugaverkfall
7
2012
Træta um samhugaverkfall. Pedagogfelagið var í verkfall tíðliga í 2012. Fleiri feløg lýstu samhugaverkfall. Teirra millum var Fysioterapeutfelag Føroya. Felagið hevði skipan at endurrinda mista løn…
SMF móti FMR - samhugaverkfall pedagogar
2
2012
Træta um lønarfrádrátt. Føroya Pedagogfelag var í verkfalli. Starvsmannafelagið fór í samhugaverkfall. Fíggjarmálaráðið ásetti í skrivi, hvussu lønarfrádráttur skuldi roknast sambært vegleiðing frá…
FPF móti FMR - varaálitisfólk
6
2012
Træta um løn og treytir hjá varaálitisfólki Gjørd var avtala um álitisfólk við ásetingum um eittnú longda uppsagnartíð og um varaálitsfólk. Nú var varaálitsfólk var sett niður í tíð. Ósemja um rætt…
SMF móti FMR - yvirarbeiði í Kringvarpinum
3
2012
Træta um yvirtíð. Valkvøldið 29. november 2011 vóru starvsfólk hjá Kringvarpinum vaktarsett at arbeiða. Ósemja var nú, um tey áttu úrtíðargjald fyri hetta.
AHF móti FMR – praktikkviðbót
5
2012
Træta um viðbót. Áseting var í lønarsáttmála um praktikkvegleiðaraviðbót. Henda var ásett sum ávís upphædd. Ymisklig venja, so viðbótin stundin var faldað við setanarbrøki sum lønarviðbót heldur en…
FFS o.o. móti FMR - viðbøtur
4
2012
Træta um viðbøtur og eftirregulering av løn. Nærverkið setti samskiparar á vári 2008. Tey fingu fyribils løn, tí størvini vóru nýggj og ikki flokkaði. Semja var gjørd í 2012 við fleiri løntakarafel…
MMF móti FMR - tilkallivakt
8
2012
Træta um tilkallivakt. Skipan hevur verið um samstarv millum løgreglu og arbeiðseftirlit í málum umbrot um arbeiðsumhvørvislóg. Ósemja er um, hvussu maskinmeistarar hjá Arbeiðseftirlitinum skulu lø…
SMF móti KAF – sløkkiliðsmenn
1
2011
Træta um vaktargjald fyri tilkalling. Ásetingar eru í sáttmála um tilkalling og yvirtíð. Ósemja er um, hvørt sløkkiliðsmenn í føstum starvi hjá kommunu eiga at fáa aðra av hesum viðbótum, tá ið tei…
Smyril Line v. 3F – stríðsstig
0
2011
Træta um stríðsstig í roynd at fáa undirtøkusáttmála. Løntakarafelagið Fagligt Fælles Forbund (3F) framdi stríðsstig við tí fyri eyga at fáa sáttmála í lag við Smyril Line um at tryggja lastina og…
MF móti FMR - tímatal á pedagogútbúgving
4
2010
Træta um undirvísingarskyldu. Tveir limir í Magistarafelagnum fingu álagt at undirvísa ávísar tímar. Ósemja stóðst, hvørt hetta var útyvir undirvísingarskyldugt tímatal. Ásetingar vóru í sáttmála o…
SMF móti FMR – vaktargjald (I)
5
2010
Træta um vaktargjald sambært semingsuppskoti. Sambært semingsuppskoti frá februar 2010 avráddu partarnir ávísar flytingar (flokkingar, uppnormeringar) og ymisk vaktargjøld. Ósemja var nú um tulking…
JSN móti Nærverkinum
0
2010
Træta um javnstøðu. Ásetingar um forledrafarloyvi vóru í sáttmála og løgtingslóg um barnsburð. Munur var gjørdur á, hvussu leingi og eftir hvørjum treytum ávíkavist pápar og mammur at børnum kundu…
FMR móti SMF - stríðsstig (verkfalsfreist)
2
2010
Træta um stríðsstig. Málið er tengt at FMR móti SMF - stríðsstig (arbeiðssteðgur í sáttmálasamráðing); KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall; Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall
FMR móti SMF - stríðsstig (arbeiðssteðgur í sáttmálasamráðing)
1
2010
Træta um stríðsstig. Málið er tengt at FMR móti SMF - stríðsstig (verkfalsfreist); KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall; Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall
SMF móti FMR - uppafturtøka
3
2010
Træta um stríðsstig - uppafturtøka. Eftir tveir úrskurðir um verkfalsfreist og verkfalsfráboðan heitti Starvsmannafelagið á Fasta Gerðarrætt um uppafturtøku eftir ásetingini um, at týðandi mál í se…
FS&N móti FMR - avspáking
5
2009
Træta um avspáking.
FF móti Líðini – Arctic Viking
0
2009
Træta um javnbýtisáseting. Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag høvdu í kollektivum sáttmála ásetingar um javnbýti fyri allar menn umborð. Nú var rækjuskip undir øðrum flaggi, men kom so a…
FMR móti SMF og HAM - stríðstig (portørar) II
3
2009
Træta um stríðsstig. Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig í samband við trætu um sáttmála fyri portørar á sjúkrahúsum er heimilað. Málið hevur tilknýti til málini: nr. 1/2007 FMR móti SMF - stríð…
FPF móti KAF - nýggjur lønarskali
1
2009
Træta um tulking av nýggjum lønarstiga. Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu sáttmála við áseting um nýggjan lønarstiga við fleiri stigum og vegleiðing um at flyta úr gamla…
FMR móti FA - Grótbrotið í Porkeri
4
2009
Træta á grótvirkinum hjá Landsverki í Porkeri.
FMR móti AKF - træta um stríðsstig
7
2009
Træta um stríðsstig. Ósemja um fráboðanin á heimasíðuni hjá Akademikarafelag Føroya tann 1. oktober 2009 er óheimilað stríðsstig.
FS&N móti RFF - uppsagnartíð
2
2009
Træta um, hvørt sáttmáli loyvir at avvikla (mótrokna) uppsagnartíð í frídøgum. Partarnir høvdu áseting um, at uppsagnarfreist kundi nýtast at avvikla frítíð. Partarnir gjørdu nýggjan sáttmála í 198…
KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall
5
2007
Træta um fráboðan av 24-tíma verkfalli. Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráddust um nýggjan sáttmála. Pedagogfelagið boðaði í Kringvarpinum limum sínum frá 24-tíma verkfalli at b…
SMF móti FMR - fráboðan av arbeiðssteðgi
4
2007
Træta um tulking av sáttmálaáseting um innplasering. Træta um stríðsstig. Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig veruliga var stríðsstig og hvørt tað var heimilað.
FMUL móti FMR - ferðasamsýning
6
2007
Træta um ferðasamsýning. Málið tikið aftur 12. november 2008.
SMF móti FMR & HAM - portørar
3
2007
Ósemja um samráðingarrætt vegna portørar á sjúkrahúsum. Málið hevur tilknýti til málið FMR móti SMF - stríðsstig (portørar). Málið tikið aftur 14. september 2007.
FFS móti FMR - tulkingarheimild
2
2007
Træta um tulkingarheimild og mannagongdir í tulkingartrætu. Ósemja, hvørt Fíggjarmálaráðið hevur tulkingarheimild ella um ósemja um tulking ber í sær skyldu at leggja mál fyri gerðarrætt at gera av…
MMF móti FMR – lønarflokking
0
2007
Træta um innplasering. Semja um nýggjan sáttmála millum MMR og FMR varð gjørd í 2002. Ásett at “Arbeiðseftirlitið verður umflokkað úr 10. lønarflokki í 12. lønarflokk.” Nú stóðst ósemja, hvørt mask…
FMR móti SMF - stríðsstig (portørar)
1
2007
Træta um stríðsstig. Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig í samband við trætu um sáttmála fyri portørar á sjúkrahúsum er heimilað.
FPOF ofl móti FMR - tænastumannaeftirlønir
0
2007
Træta um tænastumannaeftirlønir Fleiri feløg høvdu tænastumannasettar limir. Hesir høvdu eftirlønarrætt. Eftir Ll. 32/1997 var ymiskt ásett ið skuldi fáa betri samsvar millum lønar og eftirlønar og…
SMF móti FMR – ólønt farloyvi
2
2006
Træta um farloyvi. Starvsfólk á almennum stovni vil sleppa í farloyvi uttan løn. Ósemja stóðst, hvørt hetta var samsvarandi sáttmálanum.
SMF móti FMR – ávaring
1
2006
Træta um ávaringar. Starvsfólk á almennum stovni fekk skrivliga ávarðing. Ósemja stóðst, hvørt munnlig ávarðing eigur at verða givin fyrst.
MMF v. FMR – tilkalling
0
2006
Træta um tilkalling Eftir altjóða krøvum varð nýggj vaktarskipan við tilkallivakt gjørd fyri Strandferðsluna 1. apríl 2003. Trætu stóðst um samsýning fyri tilkallivakt áðrenn henda dag.
SMF v. FMR – tilkalling
0
2006
Træta um tilkalling Eftir altjóða krøvum varð nýggj vaktarskipan við tilkallivakt gjørd fyri Strandferðsluna 1. apríl 2003. Trætu stóðst um samsýning fyri tilkallivakt áðrenn henda dag.
SMF móti KAF - úrtíðarløn
3
2006
Træta um úrtíðarløn. Ósemja hvørt sløkkiliðsmenn í Tórshavn eiga úrtíðarløn fyri at vera útkallaðir ella fyri at verða bidnir at vera verandi út um skipaða arbeiðstíð.
SMF v. KAF - dagrøktarar
0
2005
Træta um løn undir sjúkrafráveru. Dagrøktarar fóru frá at vera fevndi av sáttmála við landið til at vera fevndir av sáttmála við kommunurnar. Spurningur um løn undir sjúku varð tikin fram undir sát…
FF móti fiskimanni – frítíðarløn
0
2002
Træta um frítíðarløn og limagjald. Fiskimannafelagið hevði fingið í lag ta skipan, at frítíðarløn hjá øllum, ið mynstraðu eftir sáttmálanum, var goldin felagnum, og limagjaldið síðani mótroknað, áð…
FS&N móti Semingsstovninum – broyting í sáttmála
0
2001
Træta um rætting í sáttmála. Føroya Skipara- og navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag gjørdu sáttmála, sum undirskrivaður var tann 12. Januar 1999. Eftir hetta broyttu semingsmenninir nakrar ásetin…
BLF móti Fíggjarmálastýrinum - serfrøðingar
0
2001
Træta um sáttmálásetingar um serfrøðingar. Spurningur um tulking av sáttmála millum BLF og Fíggjarmálastýrið, serliga um setan av serfrøðingum og úrtíðarløn, eisini um Fíggjarmálaráðið hevði framt…
Almanna- og heilsumálastýrið móti HAM – stríðsstig (portørar)
0
2001
Træta um stríðsstig Ósemja var um starvstreytir og støðu hjá fólki í endurbúgving sum portørur. Havnar Arbeiðsmannafelag lýsti arbeiðssteðg, men almanna- og heilsumálaráðið bað um fútabann. Ósemja…
Fiskiveiðieftirlitið móti FS&N – blokada av Tjaldrinum
0
2001
Træta um blokadu móti vaktarskipi. Partarnir høvdu sáttmálaáseting um bólking av nýggjum skipum. Tá ið partarnir ikki samdust um bólking av nýggja skipinum Brimli, noktaði skiparafelagið limum sínu…
SMF móti Toll- & Skattstovu Føroya - lønarflokking
0
2001
Træta um innplasering. Ásetingar vóru í skrivi frá 1986 um m.a. innplasering eftir førleikamenning; nýggjar ásetingar vóru í starvsfólkahandbók frá 1993. Ósemja stóðst, hvørt rættarkrav var um uppf…
YT móti Tryggingarfelagnum - løn undir verkfalli
0
2000
Træta um løn undir verkfalli. Partarnir høvdu høvuðsavtalu og sáttmála við ásetingum um samtykt og fráboðan av arbeiðssteðgi, at fólk skuldu aftur í sama starv í góðum friði eftir trætu, og at rind…
SMF móti Fíggjarmálastýrinum – lønarfrádráttur undir verkfalli
0
2000
Træta um lønarfrádrátt undir verkfalli. Eftir verkfallið á vári 1999 vóru Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið ikki á einum máli um, hvussu lønarfrádrátturin skuldi verða roknaður út. Ongar áset…
Kommunala Starvsmannafelagið móti Tórshavnar Býráð – mattíð
0
1990 - 1999
Træta stóðst um mattíð, farloyvi, úrtíðarløn, sáttmálasamtykt og avloysaraløn. I. Hvør er støðan hjá starvsfólki, ið hava verið í farloyvi og vilja sleppa aftur í starv. II. Um mattíð, tá ið úrtíð…
FL móti FMR – lønarsteðgur
0
1990 - 1999
Træta um lønarsteðg. Føroya Lærarafelag kravdi írestandi løn fyri limir sínar frá 1. januar 1994 til 28. februar 1995 umframt rentu. Felagið helt uppá, at Danmarkar ríki er eindarríki, at avtalan u…
YF móti FL - hoyring undir uppsøgn
0
1990 - 1999
Træta um hoyring undir uppsøgn.
Fysioterapeutar móti Føroya Landsstýri - innplasering
0
1990 - 1999
Træta um innplasering. Ásetingar í sámála lýstu, hvørjar arbeiðsuppgávur skuldu til at kalla seg ávís starvsheiti og fáa ávísa innplasering. Ósemja stóðst nú, um einstakar uppnormeringar ella uppfl…
Føroya Landsstýri móti SMF – skylda at vera limur
0
1990 - 1999
Træta um skyldu at vera limur. Starvsfólk á almennum stovni vildi ikki vera limur í starvsmannafelagnum. Hesin helt uppá, at hvørki í samband við setan ella seinni var limaskapur umrøddur sum trey…
SMF móti Føroya Landsstýri – eyka frídagur
0
1990 - 1999
Træta um eyka frídag. Sáttmáli ásetti um frítíð við løn í 30 yrkadagar. Ósemja stóðst, hvørt starvsfólk áttu rætt til eyka frídag, tá sáttmálafrídagur fellur á yrkadag í frítíð, serliga hvussu er v…
Skipafelagið móti Maskinmeistarafelagnum – frítíðarískoyti
0
1990 - 1999
Træta um frítíðarløn – ískoyti uppá 1,5% eftir § 11(1) í frítíðarlógini. Ósemja var, hvørt frítíðarískoyti skuldi útgjaldast ella vikið var frá lógini við sáttmála ella siðvenju. Eisini spurningur…
FL móti Landsskúlafyrisitingini - eykatímar
0
1990 - 1999
Træta um løn fyri skerda yvirtíð. Sambært álitinum Ráðlegging Fólkaskúlans fyri fíggjarárið 1991 fekk Ósáskúlin 820 yvirtímar. Í september varð greitt, at 827 tímar – 7 tímar fleiri – vóru brúktir.…
FAG moti FA - leygardagar
0
1990 - 1999
Træta um løn í skiftivakt leygardag. Í sáttmála vóru ásetingar um viðbót leygardag og um 2-skiftisvakt. Ósemja var nú, hvørt hesar ásetingar virkaðu í senn, so seinna skiftivaktin leygardag átti at…
SMF móti Føroya Landsstýri – lønarlækkan
0
1990 - 1999
Træta um lønarlækkan. Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri høvdu avrátt at lækka lønina, men vóru ósamd, hvussu lækkingin skuldi roknast, serliga hvussu eftirlønargjald og viðbøtur skuldu lækkas…
SMF móti Føroya Landsstýri - tulking av grein 19
0
1990 - 1999
Træta um frítíðarløn. SMF fekk í 1985 hækkan av eftirlønargjaldi í sáttmálan. Í 1987 varð orðingin í viðkomandi áseting (§ 19) broytt. Ósemja stóðst nú, hvørt talan var um almenna lønarhækkan, ið f…
Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall
0
1990 - 1999
Træta um samhugaverkfall. Ósemja var um lønarviðurskifti hjá læknaskrivarum í sjúkrahúsverkinum. Starvsmannafelagið lýsti verkfall fyri alt sjúkrahúsverkið og síðani samhugaverkfall í 24 tímar fyri…
SMF móti Føroya Landsstýri – leiðsluheimild
0
1990 - 1999
Træta um heimildir hjá stjóra á almennum stovni og lønarfrádrátt undir verkfalli. Á Telefonverki Føroya Løgtings varð afturat deildarleiðaranum í bókhaldinum settur fíggjarskrivari. Samstarvstrupul…
Ákæruvaldið móti T1-11 – fysisk blokada
0
1980 - 1989
Revsimál um fysiska blokadu – forðandi stríðsstig. Føroya Sjómannafelag royndi í 1981 at fáa sáttmála í lag fyri summi skip. Í juli og august var framd 'fysisk blokada' við at menn gingu í ketum,…
SMF móti Føroya Landsstýrið – krav um gerðarrætt
0
1980 - 1989
Træta um rætt at krevja gerðarrætt. Seming var millum Starvsmannafelag og Landsstýris. Semingsmaður kom uppí og tann 7. September 1981 kl. 05:00 fram semingsuppskot. Á uppskotið varð skrivað ”semin…
FA & HAM móti FAG & HAG - lønarhækkan
0
1980 - 1989
Træta um semingsuppskot Á vári 1981 vóru sáttmálasamráðingar um verkafólkasáttmálar. Í juni endaðu samráðingarnar við semingsuppskoti millum annað við orðingini “frá 1. mai 1982 hækkar lønin við 2…
FA móti FAG – úrtíðarløn, Drós
0
1980 - 1989
Træta um úrtíðarløn. Áseting var í sáttmála um, at fólk í arbeiði fær løn fyri í minsta lagi tveir tímar. Nú var spurningur, hvørt arbeiðskvinnur á Sjúkrahúsinum á Tvøroyri limir í felagnum Drós át…
FAG v. FA – Merkjamálið (løgdømi)
0
1980 - 1989
Træta um rætta trætustovn (forum) í Merkjamálinum. Flakavirki áløgdu reinskerarum at leggja merki í bakkar við skornum fiski. Føroya Arbeiðarafelag metti hetta skeivt innan tímalønt arbeiði og áleg…
FAG v. FA – Merkjamálið (evnisliga)
0
1980 - 1989
Træta um heimild at nýta merki á flakavirkjum Flakavirki áløgdu reinskerarum at leggja merki í bakkar við skornum fiski. Føroya Arbeiðarafelag metti hetta skeivt innan tímalønt arbeiði og álegði li…
KAM móti Kjølbro
0
1980 - 1989
Træta um tulking av frítíðarlóg viðvíkjandi yvirtíð hjá fastløntum. Mánaðarløntur limur í arbeiðsmannafelag fekk eftir frítíðarlógini 1 ½ % í ískoyti fyri yvirtíð, men helt seg ikki fáa fulla frítí…
FA móti FAG - døgndrift
0
1970 - 1979
Træta stóðst um ymsar spurningar á Havsbrún í Fuglafirði: I. Hvørt Havsbrún hevði rætt at brúka uttanfelags arbeiðsfólk at lossa heilidagar. Um ikki, hvussu skaðabøtur skulu ásetast. II. Hvørt ar…
FF móti Kimbli – løgdømi
0
1970 - 1979
Træta um røttu avrokning. Trolarin Brandur Sigmundarson landaði í Esbjerg fyrru hálvu av 1969. Í avrokningini var lagt upp fyri sera góðum prísi, og nakað av søluprísinum lagt í grunn hjá Fiskasølu…
Einstaklingur móti Havnar Handverkarafelag – krav um limaskap
0
1960 - 1969
Træta um limaskap Handverkari søkti limaskap í Havnar Handverkarafelag, men fekk noktandi svar, fyrst vegna eftirstøðu í øðrum felagi, síðani vegna manglandi sveinaprógv. Handverkarin førdi fram, a…
Føroya Prentarafelag móti P/F Dagprent – løgdømi
0
1960 - 1969
Træta um løgdømi. Prentarasáttmálin hevði áseting um bert skipaðir prentarar skuldu vera í starvi (um eksklusivitet). Tríggir prentarar vóru ónøgdir við hækkað limagjald og vildu ikki gjalda, sein…
FF móti FRF - fiskimannaverkfallið 1954
0
1950 - 1959
Træta um løgdømi og um stríðsstig (verkfall). Stór ósemja var í 1954 um korini hjá fiskimonnum. Verkfall var lýst og træta var, hvørt verkfallið var heimilað. Málið var lagt fyri Føroya rætt, sum í…
FRF móti FF – 1954 løgdømi
0
1950 - 1959
Træta um stríðsstig (verkfall) og løgdømi. Fiskimannaverkfall í 1953 endaði við semingssáttmála 19. apríl 1953 við áseting um nevnd 'at leggja grund undir nýggjar sáttmálar' men eisini, at 'um nýg…
MMF móti FMR - avspáking
6
Træta um avspáking.