Innkomið skundmál
17 des 17
Innkomið skundmál
15 des 17
Úrskurðarfundur 31.10.2017
6 nov 17
Fasti Gerðarrættur í R7
29 jun 17
Nýggjur gerðarrættarformaður
2 feb 17

Arbeiðsmarknaðardagurin 2013

11 jul 13

Árligi arbeiðsmarknaðardagurin hjá Fasta Gerðarrætti verður sum kunnugt hildin í hølinum hjá Fasta Gerðarrætti í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14 fríggjadagin 23. august 2013.

Framløga verður av bókini ”Felagsverklóg”, sum er lærubók í kollektivum arbeiðsrætti og viðgerð sáttmálar hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og úrskurðir hjá Fasta Gerðarrætti og øðrum trætustovnum. Kári á Rógvi, nevndarformaður og lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað bókina. Talan er um fyribilsútgávu, sum verður løgd fram til hoyringar, og kemur ætlandi økt og bøtt útgáva næsta ár.

Tiltakið byrjar kl. 10:00 har eisini kunning verður um Fasta Gerðarrætt og onnur viðkomandi evni, og heldur fram til middags, tá boðið verður til ein breyðbita.

Tiltakið er alment og er serliga viðkomandi hjá teimum, ið starvast við arbeiðsmarknaðarlóg og -viðurskiftum í Føroyum.

Ætlanin er at hava árliga gjaldsskeiðið fríggjadagin 25. oktober 2013.