Innkomið skundmál
17 des 17
Innkomið skundmál
15 des 17
Úrskurðarfundur 31.10.2017
6 nov 17
Fasti Gerðarrættur í R7
29 jun 17
Nýggjur gerðarrættarformaður
2 feb 17

Skeið í arbeiðsrætti 24. oktober 2014 á Hotel Hafnia

17 jul 14

Aftur í ár skipar Fasti Gerðarrættur fyri skeiði.

Í ár halda vit fram við at arbeiða við at skera mál til og fyrireika tey at leggja fyri Fasta Gerðarrætt.

Hesu ferð fara vit eisini at halda úrskurðarfund og arbeiða við at leggja úrskurðarfundin til rættis.

Áhugin er ofta stórur, so teknið til í góðari tíð.

Skráin

24. oktober 2014 á Hotel Hafnia

Skeiðið verður býtt í trý, fyrrapartin skeið um at skera til málini í Fasta Gerðarrætti, seinnapartin heldur skeiðið fram, men onnur kunnu fylgja við sum almenna kunning, netverkan um kvøldið.

09.00 Skeiðið byrjar - ábit
09.30 Tillaga málskrøv og skjøl (frálæra og bólkaarbeiði)
12.00 Matarsteðgur
13.00 Dómsviðgerð av málum fyrireikað fyrrapart
15.45 Kaffisteðgur
16.00 Nevnd og dómarar hava orðið og kjak
17.00 Steðgur
19.00 Døgurði og netverkan

Fyrrapartin verður denturin lagdur á at skera mál til, hetta merkir at partarnir gera málskrøvini so ruddilig sum tilber og velja mest viðkomandi skjøl at leggja fram. Stundum gerðast málini ov stór, tí partarnir fara at ”klandrast um alt”. Fakrættarskipanirnar í grannalondunum eru meira merktar av, at partarnir loyalt semjast um, júst hvat teir eru ósamdir um, júst hvørji skjøl eru mest viðkomandi hjá dómarum at lesa, so verða málini løgd fram ”stutt og greitt”. Eyðnast hetta, verður tilgongdin bæði bíligari og betri, og úrskurðirnir greiðari og meira vegleiðandi fyri framtíðina.

Vit taka støði í hugsaðum málum og lata fólk sleppa at royna seg at rudda og skera til málini. Serliga ætla vit at sýna, hvussu mál kunnu leggjast væl til rættis, so fyrireiking og málsviðgerð gerast so stutt sum gjørligt.

Seinnapartin royna vit tað tillagaða málið frá fyrrapartinum. Fólk á skeiðnum fyrrapartin sleppa at royna seg sum umboð, vitni og dómarar. Tilber hjá øðrum at koma at fylgja við málunum, og síggja hvussu slík fara fram. Neyðugt er ikki at vera við fyrrapartin fyri at kunna vera við seinnapartin.

Luttøkugjald verður kravt. Gjaldið er ávikavist:

- Fyri allan dagin kr. 950,-
- Fyri skeið fyrrapart kr. 450,- (650,- við døgurða um kvøldið)
- Fyri skeið seinnapart kr. 350,- (kr. 550,- við døgurða um kvøldið)
Luttøkan er avmarkað til 48 fólk fyrrapart og 100 fólk seinnapart (umframt nevnd og dómarar í FG).

Tilmelding við at gjalda á kontu 9870-102.290.4. Sendið eisini teldupost á fg@fg.fo. Tilmelding endar, tá fultteknað er.