FS&N móti RFF - uppsagnartíð

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Annfinn V. Hansen, Páll Nielsen
Partar
Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Reiðarafelagið fyri Farmaskip - RFF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
2
Ár
2009
Úrskurðardagur
18. desember 2009
Lyklaorð
arbeiðsvika, avvikla uppsagnarfreist, avvikla, bindandi áseting, endurnýggjaður sáttmáli, farmaskip, frídagar, frídagur, frítíðarlóg, frítíðarløn undir uppsøgn, frítúr, fundarfrágreiðingar, innanhýsis, krav um frítíð við løn, lógarviðmerkingar, løn fyri tíð umborð, løn sjómaður fær í landi, mótrokning, nýggjur sáttmáli, partur av sáttmála, preseptivar lógarásetingar, rættarvenja, rudda óneyðugt tilfar burtur, samansjóðing, sáttmálaásetingar, sáttmálasamráðingar, sáttmáli, semingsmaður, semingsstovnur, serlig viðurskifti á sjónum, sjófólk, strikað áseting, uppsagnarfreist, uppsagnarløn, uppsøgn, upptjent løn, viðmerking til lóg, vunnin løn,
Ásetingar
§6(3)c, §6(4), §8(4)
Lýsing
Træta um, hvørt sáttmáli loyvir at avvikla (mótrokna) uppsagnartíð í frídøgum.

Partarnir høvdu áseting um, at uppsagnarfreist kundi nýtast at avvikla frítíð. Partarnir gjørdu nýggjan sáttmála í 1986, har henda áseting varð striðkað. Ósemja var nú um týdningin av hesum – hvørt heimild er at avvikla uppsagnartíð í løntum frídøgum hjá sjófólki – eisini í ljósi av ásetingum í frítíðarlógini.
Mannagongdir
Málið viðgjørt sum mál um tulking, tá ið partarnir hóast sáttmála um annan gerðarætt kortini semjast um at leggja ítøkiliga málið fyri Fasta Gerðarrætt
Viðgerðin
Mál 2/2009-0008.

Kærurit dagfest 8. januar 2009.

Svarrit dagfest 23. februar 2009.

Replikkur dagfestur 31. mars 2009.

Úrskurðarfundur dagfestur 1. desember kl. 09.00 í ALS-bygningum á Tinghúsvegi 14
Páhald
FS&N helt uppá, at limir í RFF, eftir sáttmáli varð undirskrivaður 23. februar 1986, ikki hava rætt at brúka uppsagnarfreistina ella part av hesi uppsagnarfreist at avvikla (mótrokna) frídagar við.



RFF kravdi frídøming
Niðurstøða
Gerðarrætturin sigur tí henda úrskurð

Reglurnar um uppsøgn og frítíð í sáttmálanum millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip geva ikki einum limi í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip rætt ti at brúka uppsagnarfreistina ela part av hesari uppsagnarfreist í sambandi við uppsøgn av einum limi í Føroya Skipara- og Navigatørfelag til at avvikla (mótrokna) vunna løn/frídagar við.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt, regugerð um gjøld og reglugerð um mál millum aðrar partar hvør sína helvt av málskosnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur
Soleiðis sum partarnir hava verið samdir um at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt, er tað eitt tulkingarmál, ið snýr seg um tulking av reglunum í sáttmálanum millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip um frítíð og uppsøgn og í hvønn mun reiðari hevur rætt til at brúka uppsagnarfreistina ella part av uppsagnarfreistini at avvikla (mótrokna) frídagar við.

Harafturat verður Fasti Gerðarrættur at viðgera spurningin um, hvønn týdning frítíðarlógin hevur sum fortreyt fyri tulking av sáttmálanum.

Sáttmálasamráðingarnar 1985/86 og sáttmálarnir frá 26. juni 1983 og 23. februar 1986
Av tí heldur sparsama skrivliga tilfari, ið lagt er fram í sambandi við málsviðgerðina í Fasta Gerðarrætti, og sum Gerðarrætturin má leggja til grund, er tað einasta tilfar, ið partarnir hava kunnað funnið fram, stendur fast, at í sáttmálanum frá 1983 (skjal 1) er henda áseting at finna í § 2 pkt. 8: “Uppsagnarfreistin ella ein partur av henni kann nýtast til at avvikla frítíð við”.

Í sáttmálanum, sum undirskrivaður var partanna millum tann 23. februar 1986 eftir samráðingar og verkfall, og sum var framlagdur sum skjal 2, framgongur, at omanfyrinevnda § 2 stk. 8 er strikað.

Kærandi hevur sum skjal 8 og 8A lagt fram eina fundarfrágreiðing frá fundi, ið hildin var tann 22. februar 1986 hjá Semingsstovninum, eftir at semingsmenninir vóru komnir uppí samráðingarnar orsakað av verkfallinum. Semja er partanna millum um, at hetta er ein innanhýsis fundarfrágreiðing hjá kærandi felagnum, sum ikki er løgd fyri ella góðkend av kærda felagnum.

Vitni Regin Nónstein hevur í Gerðarrættinum greitt frá, at hann sum nevndarlimur í Skipara- og Navigatørfelagnum var við til hesar samráðingar, og at fundarfrágreiðingin er skrivað av táverandi skrivara felagsins eftir notatum frá Regin sjálvum.

Tað sæst av fundarbókini, at samráðingarnar við luttøku av semingsmonnunum hava verið í trimum umførum, og frá triðja umfari er hetta at finna í fundarbókini av týdningi fyri málið: “Aðrar reglur sum Semingsstovnurin vil royna at loysa eru hesar:
...
4. § 2 stk. 8 fær samljóð við frítíðarlógina og sáttmálan”

Víðari stendur í fundarbókini: “Ósemjan snýr seg í høvuðsheitinum um fylgjandi mál, sum Semingsstovnurin leggur fram
...
3. § 2 stk. 8”

Vitnini Ellindur Abrahamsen og Regin Nónstein, sum báðir tóku lut í samráðingunum, hava greitt frá, at kravið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum um, at § 2 stk. 8 skuldi strikast úr sáttmálanum, var eitt av høvuðskrøvum felagsins, og at hetta kravið var ein av grundunum til, at felagið fór í verkfall.

Vitni Jógvan Rasmussen, sum somuleiðis var við til samráðingarnar, hevur greitt frá, at samráðingarnar fyrst og fremst vóru um lønarkrøv. Um grundina til at § 2 stk. 8 var strikað, hevur hann greitt frá, at hetta hevur verið í sambandi við, at ynski var frá Reiðarafelagnum um at fáa ruddað óneyðug tilfar burtur úr sáttmálanum.

Semingssmaðurin Petur Zachariassen, sum báðir sakførararnir hava vent sær til, hevur upplýst sakførarunum, at hann onki minnist til samráðingarnar og at onki skrivligt tilfar finst hjá Semingsstovninum frá hesum samráðingum.

Soleiðis sum málið er lýst í Gerðarrættinum, má Gerðarrætturin leggja til grund, at tað hevur verið eitt krav, og enntá kanska eitt høvuðskrav, hjá Skipara- og Navigatørfelagnum at uppsagnartíð ikki kundi brúkast til at avvikla frítíð við, hvørki heilt ella partvíst, og at felagið hevur fingið kravið góðkent á tann hátt, at § 2 stk. 8 varð strikað úr sáttmálanum. Frágreiðingin um at henda reglan varð strikað sum partur í uppruddingini og striking av óneyðugum reglum í sáttmálanum ljóðar ikki sannlík, tá hugsað verður um, hvussu torført tað vanliga er at fáa nakrar ásetingar strikaðar úr einum galdandi sáttmála. Skjal A, ið er sett upp av sakførara hjá innkærda felagum, og er ein samanbering av sáttmálunum frá 1983 (skjal 1) og 1986 (skjal 2) gevur heldur ikki nakra greiða mynd av, at nøkur grundleggjandi upprudding hevur verið í óneyðugum sáttmálatilfari í sambandi við samráðingarnar.

Hinvegin er orðingin í fundarfrágreiðingini (skjal 8) ikki heilt greið, tá sagt verður, at Semingsstovnurin vil royna at fáa “samljóð við frítíðarlógina og sáttmálan”.

Til at lýsa, hvat møguliga kann liggja í hesi orðing, hevur Gerðarrætturin kannað gongdina í frítíðarlóggávuni frá fyrstu lógini um frítíð við løn (løgtingslóg nr. 31 frá 19. mars 1951) til galdandi frítíðarlóg (løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997).

Frítíðarlóggávan
Í lógin frá 1951, sum er galdandi fyri “arbeiðarar og starvandi í almennum og privatum virki” er í § 4 stk. 1 ásett, at frítíð skal verða hildin samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30 september, og at arbeiðsgevarin ger av, nær frítíðin skal verða hildin innanfyri hetta tíðarskeið. Í § 8 í lógini er heimild hjá landsstýrinum at gera avvik í lógini fyri starvsfólk á skipi í tann mun hetta er neyðugt.

Ongar reglur eru í lógini, ið loyva ella banna, at uppsagnartíð verður løgd í frítíðini.

Við løgtingslóg nr. 22 frá 16. mai 1961 var samtykt soljóðandi uppískoyti til § 4 stk. 1: “Er arbeiðari uppsagdur má tó uppsagnarfreistin í ongun føri skerjast við at frítíðin verður løgd innanfyri uppsagnarfreistina”. Henda broyting í frítíðarlógini var samtykt eftir áheitan frá Havnar Arbeiðsmannafelag og varð viðgjørd í tinginum saman við einum uppskoti um prístalsviðgerð av arbeiðslønum (løgtingsmál nr. 60 frá 1960). Meðan stórt orðaskifti var í tinginum um prístalsviðgerðina, var onki orðaskifti um broytingar í frítíðarlógini, sum varð einmælt samtykt av løgtinginum. Tað eru heldur ongar viðmerkingar av týdningi til lógaruppskotið.

Tann 15. januar 1985 segði Føroya Rættur dóm í málinum BS 114/1983: Føroya Skipara- og Navigatørfelag sum mandatar fyri Janus Petursen, Kollafirði, móti PR Star VI við korresponderandi reiðara Páll Poulsen. Hetta málið snýr seg um eitt krav um frítíðarpening, eftir at skipari var uppsagdur. Saksøkta reiðaríið ger undir rættarmálinum galdandi, at saksøkjarin hevði hildið sína frítíð “i det sagsøgeren fik 4 måneders opsigelse”. Víst verður til hesa áseting í § 2 stk. 8 í tágaldandi sáttmála: “Uppsagnarfreistin, ella ein partur av henni, kann nýtast til at avvikla frítíð við fyri frammanundan farna frítíðarárið”.

Saksøkjarin vísir til omanfyrinevndu § 4 stk. 1 í frítíðarlógini, soleiðis sum hon varð broytt í 1961, og ger somuleiðis galdandi, at frítíðarlógin er bindandi og sostatt ikki kann víkjast frá henni við sáttmála. Sorinskrivarin leggur til grund, at broytingin frá 1961 bert er galdandi fyri “arbeiðarar” og sostatt ikki fyri saksøkjaran. Saksøkta reiðaríið hevur sostatt rætt til at leggja tann partin av frídøgunum, sum var vunnin innan 1. apríl 1982, í uppsagnartíðina.

Havandi í huga, at saksøkjarin var limur í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og dómurin var sagdur í januar 1985, sama árið sum sáttmálasamráðingar byrjaðu millum partarnar í hesum kærumálinum, sum eisini vóru partar í omanfyrinevnda sakarmáli, metir Gerðarrætturin tað vera sannlíkt, at hesin dómurin hevur verið ein av grundunum til, at kravið um striking av § 2 stk. 8 í sáttmálanum varð sett fram av kærandi felagnum.

Tað kann undra, at soleiðis sum § 2 stk. 8 er endurgivið í dóminum, er ikki fult samsvar við orðaljóðið í sáttmálanum, ið framlagdur er sum skjal 1 undir kærumál, har mótrokning ikki er avmarkað til frammanundan farna frítíðarár.

Galdandi frítíðarlóg er sum omanfyri nevnt løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

Sambært § 3 stk. 3 ger lógin ongar avmarkingar í víðari fevnandi frítíðarrætti sambært eitt nú sáttmála millum arbeiðsgevara og løntakara ella gerðarrættardómi.

Í § 8 stk. 1 pkt. 2 í lógini er ásett, at er løntakari uppsagdur, má tó uppsagnarfreistin í ongum føri skerjast, við at frítíð verður løgd innanfyri uppsagnarfreistina.

Í § 15 er heimildað landsstýrinum fyri løntakarar á skipi at gera avvik frá fyrisetingunum í lógini, sum kunnu verða neyðug og rímilig undir teimum serligu viðurskiftum, sum elvast á sjónum.

Semja er partanna millum um, at henda heimildin hevur ongantíð verið brúkt av landsstýrinum.

Í § 19 er ásett, at avtala um at siga frá sær rætt til frítíð við frítíðarløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti er ógildug.

Í einum rættarmáli um uppsagnarfreist og frítíðarløn, ið Páll Nielsen, advokatur, hevur tikið við í tilfarssavnið, sum Gerðarrætturin fekk á úrskurðarfundinum, har Skipara- og Navigatørfelagið er saksøkjari sum mandatar fyri Jónsvein Lamhauge, og saksøkti er P/F Smyril Line (BS 2092/1985) sum, hóast frítíðarlógin frá 1986 var komin í gildi, tá dómur var sagdur, viðger viðurskifti frá tíðini, áðrenn lógin kom í gildi nevniliga í 1984. Her slær Føroya Rættur enn einaferð fast, at broytingin í 1961 í frítíðarlógini bert var galdandi fyri arbeiðsmenn og kemur til tað úrslit, at tann parturin av frítíðini, sum var vunnin eftir 1. apríl 1984, ikki kann leggjast í uppsagnartíðini.

Í einum dómi frá Føroya Rætti sagdur 12. oktober 1994 (BS 3060/1991), ið varð staðfestur av Eystara Landsrætti við dómi søgdum 27. september 1995, har Maskinmeistarafelagið er mandatar fyri nakrar limir, og P/F Skipafelagið Føroyar er saksøktur, og sum snýr seg um frítíðarískoyti uppá 1,5% sambært § 11 stk. 1 í frítíðarlógini, slær rætturin fast, at sambært § 19 stk. 1 er frítíðarlógin bindandi (“præceptiv”). Somuleiðis sigur rætturin, at heimildin í § 15 í lógini ongantíð er brúkt av landsstýrinum, og gevur tí saksøkjaranum viðhald. Landsrætturin staðfestir sum nevnt dómin.

Samanumtikið metir Gerðarrætturin, at sambært galdandi frítíðarlóg er í hvussu er ikki loyvt at leggja uppsagnarfreist innanfyri tann partin av frítíðini, sum samanhangandi skal liggja innanfyri frítíðarskeiðið. Somuleiðis má leggjast til grund, at frítíðarlógin er bindandi, men at lógin ikki forðar fyri, at vunnin verða víðari frítíðarættindi sambært eitt nú sáttmála.

Aftur til sáttmálan
Sambært § 9 í galdandi sáttmála partanna millum (skjal 3) hevur skipari og stýrimaður frá 1. januar 2002 at rokna 30 frídagar fyri hvørjar 30 dagar umborð. Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn.

Arbeiðsvikan hjá einum sjómanni umborð á farmaskipi er 77 tímar ella við øðrum orðum uml. tvær ferðir vanliga arbeiðstíð á landi.

Tað er sostatt ivaleyst, at tann størsti parturin av tí, sum í sáttmálanum verður nevnt “frídagar”, ikki kann sammetast við frítíð sambært frítíðarlógini, men í størri mun samsýning fyri langa arbeiðsviku, arbeiði sunnu- og heiligdagar v.m. Sjómaður við farmaskipi hevur tó, sum løntakari á landi, krav um frítíð við løn í minsta lagi sambært frítíðarlógini.

Lønin, sum sjómaður fær, meðan hann er í landi, er at rokna sum vunnin (upptjent) løn fyri ta tíð, hann hevur verið umborð, soleiðis at skilja at útgjalding av lønini verður javnað út millum tíðina umborð og tíðina í landi.

Gerðarrætturin metir tí, at málið í roynd og veru ikki snýr seg um mótrokning av uppsagnarfreist í frítíð, soleiðis sum hetta hugtakið er lýst í frítíðarlóggávuni, men heldur um mótrokning av uppsagnarfreist í vunnari (upptjentari) løn. Skal tílík mótrokning verða loyvd, vil tað siga, at sjómaðurin missir longu vunna løn ella “frídagar” og sostatt missir tilsvarandi part av galdandi uppsagnarfreist sambært sáttmála.
Úrskurður sum PDF
Aftur