Fíggjarmálaráðið móti Ljósmøðrafelag Føroya

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Umboð
Birita Sandberg Samuelsen, Gunn Ellefsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Ljósmøðrafelag Føroya - LMF
Rættarlimir
Durita Tausen, Elin Kamilla Sørensen, Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
8
Ár
2023
Úrskurðardagur
28. november 2023
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um tað er eitt óheimilað stríðsstig, at Ljósmøðrafelag Føroya uttan nøktandi fráboðanarfreist hevur boðað frá samhugaverkfalli fyri limir hjá Ljósmøðrafelag Føroya, sum arbeiða á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Viðgerðin
Tann 2. november 2023 kl. 23:37 móttikið kærurit
Tann 3. november 2023 kl. 09:30 fyrireikandi fundur
Tann 3. november 2023 kl. 11:04 móttikið svarrit
Tann 3. november 2023 kl. 11:30 úrskurðarfundur
Niðurstøða
Fráboðaða samhugaverkfallið, ið Ljósmøðrafelag Føroya fráboðaði Fíggjarmálaráðnum tann 2. november 2023 var ikki fráboðað við nøktandi freist sambært avtalu partanna millum frá 11. oktober 2016 um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Samhugaverkfallið er tí óheimilað.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur:

At sambært sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt stendur í § 8, stk. 5, at í málum um óheimilað stríðsstig skal fyrireikandi fundurin vera innan 24 tímar eftir kærurit er innlatið, og úrskurðarfundur verða hildin og úrskurður sagdur innan 72 tímar. Talan er sostatt um skundmál, tá Fasti Gerðarrættur skal viðgera spurning um óheimilað stríðsstig sum í hesum máli.

Málið snýr seg um, hvørt samhugaverkfallið er fráboðað við rættari freist sambært avtalu millum partarnar. Samhugaverkfallið hevur tilknýti til lóg, ið er samtykt í samband við verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Lógin fevnir ikki um tey fakfeløg, ið eru partur í hesum máli. Avtalan um fráboðanarfreist hevur reglur um uppsøgn. Avtalan er ikki uppsøgd. Tá talan er um, at lógin frá 2. november 2023 um at leingja sáttmálan hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, ikki fevnir um partar í hesum máli samanhildið við, at avtalan ikki er uppsøgd eftir reglunum í avtaluni, metir Fasti Gerðarrættur, at avtalan um fráboðanarform og fráboðanarfreist er í gildi millum partarnar. Fráboðanin um samhugaverkfallið er ikki givin við freist sambært avtaluni. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at talan er um eitt óheimilað stríðsstig.
Aftur