Fíggjarlálaráðið móti Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Eftirløn, eftirlønargjald, Fráboðan, fráboðanarfreist, fráboðanarformur, Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Gurið Joensen, Leivur Michelsen, Niels Jørgin Nielsen
Mál
4
Ár
2023
Úrskurðardagur
02. november 2023
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til, um arbeiðssteðgurin sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fráboðaði Fíggjarmálaráðnum 2. november 2023 kl. 12:07, er eitt óheimilað stríðsstig.
Viðgerðin
Tann 2. november 2023 kl. 13:05 móttikið kærurit
Tann 2. november 2023 kl. 14:30 fyrireikandi fundur
Tann 2. november 2023 kl. 15:57 móttikið svarrit
Tann 2. november 2023 kl. 17 úrskurðarfundur
Niðurstøða
Niðurstøða:

Fráboðaði arbeiðssteðgurin, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fráboðaði Fíggjarmálaráðnum tann 2. november 2023 kl. 12:07 at galda fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur á teim í skjal 5 nevndu støðum:

Sjúkrahúsverk Føroya
Heilsutrygd
Gigni
Almannaverkið
Hvíldarheimið Naina
Blákross
Heilbrigdið
Herbergið
Fróðskaparsetur Føroya
Heilsuskúli Føroya

var ikki fráboðaður sambært galdandi avtalu partanna millum frá 1. juli 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist. Arbeiðssteðgurin er tí óheimilaður.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarættur heldur:

Við gildi frá 1. juli 2014 gjørdu partarnir avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi. Í avtaluni er í stk. 2 ásett, at fráboðan um arbeiðssteðg, skal vera skrivlig og latin mótpartinum minst 48 tímar undan arbeiðssteðginum.

Í stk 5 er ásett: “Hendan avtalan kann sigast upp saman við uppsøgnini av sáttmálanum partanna millum, við somu freist og fráboðan. Tó kann hendan avtalan bara ógildast við nýggjari avtalu.”

Kærandi hevur víst á, at avtalan er ikki uppsøgd saman við sáttmálanum, og at eingin avtalað er gjørd ístaðin fyri hesa. Av hesum heldur Fasti Gerðarrættur, at avtalan enn er í gildi partanna millum, og at tey viðurskifti, ið innkærdi hevur víst á og metir sum mishald frá FMR/Landsstýrinum, ikki ávirka gildi av hesi avtalu.

Fasti Gerðarrættur heldur, at tá arbeiðssteðgurin ikki er lýstur við 48 tímar freistini, sum avtalan fyriskrivar, er arbeiðssteðgurin at meta sum óheimilað stríðsstig. Fasti Gerðarrættur er tí komin til hesa niðurstøðu:
Aftur