Føroya Skipara- og Navigatørfelag móti Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Støða
Opið
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Frítíð, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Reiðarafelagið fyri Farmaskip - RFF
Rættarlimir
Rannvá Ragnarsdóttir
Mál
1
Ár
2023
Ásetingar
§ 6 (3) í Sáttmála um Fasta Gerðarrætt., r § 4, stk. 2 í sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu, og § 9, stk. 6 í høvuðssáttmálanum
Lýsing
Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at fyrsti ferðadagur hjá skipara ella stýrimanni eftir § 4, stk. 2 í sersáttmálanum fyri størri handilsskip í frálandavinnu, smb. § 9, stk. 6 í høvuðssáttmálanum, er dagurin eftir at skipari ella stýrimaður er avloystur ella farin í land.

Reiðarafelagið fyri handilsskip skal samsvarandi hesum viðurkenna, at tann dagurin, skipari ella stýrimaður verður avloystur ella fer í land, er arbeiðsdagur, og at hann tí innvinnur rætt til ein frídag fyri hendan dag.
Viðgerðin
Tann 1. mai 2023 móttikið kærurit
Tann 5. juni 2023 móttikið rættarmálsskriv
Tann 8. juni 2023 móttikið processkriv 1
Tann 6. juli 2023 móttikið processkriv 2
Tann 5. oktober 2023 móttikið svarrit
Tann 29. oktober 2023 móttikið replikk
Aftur