Fíggjarmálaráðið móti Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Stríðsstig
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Hendrik Thomsen
Mál
2
Ár
2021
Úrskurðardagur
23. apríl 2021
Ásetingar
Skundmál , Sambært § 8, stk. 5, í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt
Lýsing
Vegna Fíggjarmálaráðið verður sett fram málskrav um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal viðurkenna, at tað er óheimilað stríðsstig, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar noktar limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni.

Viðgerðin
Tann 21. apríl 2021 kl. 22:50 móttikið kærurit.
Tann 22. apríl kl. 14 fyrireikandi fundur.
Tann 23. apríl 2021 kl. 15 úrskurðarfundur
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Innkærdi Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður dømt at viðurkenna, at fráboðanin á heimasíðu felagsins tann 20. apríl 2021, er óheimilað stríðsstig.

Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Staðfestast kann, at partarnir hava sínámillum sáttmála, sum fevnir um arbeiðið hjá sjúkrarøktarføðingum og heilsufrøðingunum v. m., sum eru settir í starv, har samráðingarpartarnir eru FMR og FFS, og at hetta m.a. fevnir um størv á Heilsutrygd og Gigni.

Leiðarastørvini hjá heilsufrøðingunum á Gigni hava broytt heiti og partvíst eisini innihald, í sambandi við ta bygnaðarbroyting, sum varð gjørd í 2017, har Gigni varð lagt undir Heilsutrygd. Innihaldsliga er broytingin tó ikki av slíkum slagi, at starvið fer burtur úr sáttmálanum partanna millum, tí fakliga innihaldið í størvunum má metast framvegis at vera tað sama. Lønarstigin í sáttmálanum má eisini metast at rúma eina flokking av hesum størvum, tí tey eru sambærlig við onnur leiðarastørv í sáttmálanum.

Fasti Gerðarrættur leggur tí til grund at fakligu leiðarastørvini á Gigni eru fevnd av galdandi sáttmálanum partanna millum og at friðarskyldan tískil er galdandi.

Ein ósemja um flokking av hesum størvum, tað verið seg, um tey eru flokkað ella ikki, er tí ein rættartræta, sum partarnir kunnu leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Men tá FFS í sáttmálatíðarskeiðnum setur sínum limum forboð fyri at søkja hesi størv, gerst talan um stríðsstig, sum eftir umstøðunum í málinum er at meta sum óheimilað stríðstig. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal tí taka aftur fráboðanina um forboð at søkja starvið sum fakligur stjóri á Gigni.

Fíggjarmálaráðið fær sostatt fult viðhald í kæruni.

Aftur