Kommunulæknafelag Føroya móti Fíggjarmálaráðnum

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Samráðing, samráðingarrættur, seming
Umboð
Christian Andreasen, Gunn Ellefsen
Rættarlimir
Durita Tausen, Gurið Joensen, Hendrik Thomsen
Mál
2
Ár
2018
Úrskurðardagur
08. mai 2018
Lýsing
Kommunulæknafelag Føroya ger galdandi, at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn ikki er galdandi fyri sáttmálaósemjuna partanna millum, og at innkærdi ikki hevði rætt til at boðsenda semingsstovnin í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya tann 1. mai 2018 lýsti verkfall.
Viðgerðin
Tann 03.05.2018 móttikið kærurit dagfest 03.05.2018 - Tann 04.05.2018 móttikið dagfest 04.05.2018 - Úrskurðarfundur 08.05.2018
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Semingsstovnurin hevur sambært løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn heimild til at fara undir seming viðvíkjandi áhugatrætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar.
Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur metir, at avgerðandi fyri um Semingsstovnurin hevur heimild at fara undir seming í hesi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið er, um Kommunulæknafelag Føroya er eitt felag, sum vegna sínar limir hevur heimild at gera bindandi avtalu við tað almenna um partar av lønar- og setanarviðurskiftunum hjá kommunulæknum í Føroyum, og harvið er partur av føroyska kollektivt skipaða arbeiðsmarknaðinum.

Sum virksemi hjá Kommunulæknafelag Føroya er lýst, er Fasti Gerðarrættur av tí fatan, at felagið virkar sum fagfelag fyri kommunulæknar í Føroyum, sum vegna sínar limir ger kollektivar sáttmálar við tað almenna um partar av treytunum fyri kommunulæknastørvini í Føroyum, sum verða lýst og sett av tí almenna. At Kommunulæknafelag Føroya hevur hesa samráðingarheimild vegna sínar limir sæst eitt nú í skjali D, har PLO, danska læknafelagið, ið Kommunulæknafelag Føroya er limur í, skrivar, at “PLO-Færøerne, dog har uindskrænket forhandlingsret vedrørende overenstkomster, der udelukkende gælder Færøerne.” Hetta sæst eisini av teimum sáttmálum, sum felagið hevði við tað almenna, men sum nú eru uppsagdir. Fasti Gerðarrættur metir tí, at talan er um slíka støðu, sum orðingin í § 1 í lógini um semingsstovn fevnir um og sum viðmerkingarnar til hesa umrøða.

Fasti Gerðarrættur metir samstundis, at sum setanar- og sáttmálaviðurskiftini eru skipað, er ikki avgerðandi fyri metingina av heimildini hjá Semingsstovninum, hvussu stórur ella lítil partur av inntøkuni hjá kommunulæknum kemur frá tí almenna sum A-inntøka ella um virksemi hjá kommunulæknunum annars hevur eyðkenni av at vera skipað sum sjálvstøðugt vinnuvirki. Fasti Gerðarrættur metir heldur ikki, at listin í skjali 1 til lógina um semingsstovn er avgerðandi fyri, hvørji feløg og hvørjir sáttmálar verða mettir at hoyra til tann kollektivt skipaða arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Teir í skjali 1 nevndu partar eru setanarbólkar, tá talan er um at velja semingsfólk, listin er skiftandi og viðmerkingarnar til semingslógina benda á, at listin er avskrivt av yvirliti yvir táverandi partar í m. a. Fasta Gerðarrætti, har Kommunulæknafelag Føroya av góðum grundum ikki er við, tí teirra sáttmáli ikki hevur Fasta Gerðarrætt sum trætustovn.

Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir seming viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Aftur