SMF móti Føroya Landsstýri – leiðsluheimild

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
29. mai 1990
Lyklaorð
leiðsluheimildir, leiðslurættur, leiða og fordeila arbeiði, galdandi rættur, starvsmannalógin, uppsagnarfreist, friðarskylda
Lýsing
Træta um heimildir hjá stjóra á almennum stovni og lønarfrádrátt undir verkfalli.

Á Telefonverki Føroya Løgtings varð afturat deildarleiðaranum í bókhaldinum settur fíggjarskrivari. Samstarvstrupulleikar tóku seg upp, og stjórin valdi at flyta deildarleiðaran, ið eisini var formaður í starvsmannafelagnum, í annað starv. Ósemja var, hvørt hetta var samsvarandi heimildum stjórans ella var at meta sum uppsøgn. Eftir úrslitaleysar samráðingar lýsti Starvsmannafelagið verkfall frá 7. til 11. november 1985. Løn varð afturhildin fyri hetta tíðarskeið.
Páhald
Starvsmannafelagið helt uppá, at løn var órættvíst afturhildin og tí skuldi endurgjaldast við rentu.

Starvsmannafelagi helt eisini uppá, at uppsøgnin av deildarleiðaranum var brot á reglugerðina fyri Telefonverkið og sáttmálan millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið.

Føroya Landsstýri kravdi frídøming.
Niðurstøða
Tí verður dømt:

Stevndi, Føroya landsstýri, verður í hesum rættarmáli, sum stevnandi, Starvsmannafelagið, hevur byrjað móti honum, at frídøma.
Málkostnaður
Stevnandi rindar innan 14 dagar stevnda 40.000 kr. í málkostnað.
Grundgeving
Rætturin heldur:

Rættur arbeiðsgevarans til at leiða og fordeila arbeiðið er aldandi rættur eisini í Føroyum og eisini tá talan er um, at tað er tað almenna, sum er arbeiðsgevari. Tað er einki komið fram við málsviðgerðini um at landsstýrið við sáttmála ella annan hátt er gingin undir skerjingar í hesum rætti útum tað, sum framgongur av starvsmannalógini og í sáttmálanum millum partarnar. Sambært hesum rætti kann arbeiðsgevarin umskipa arbeiðið hjá starvsmanni, og um neyðugt loysa hann úr starvi við tí freist eftir tænastualdri, sum er ásett í starvsmannalógini.

Tað má leggjast til grund, at tað vóru samarbeiðstrupulleikar á telefonverkinum, tá avgerðin um at flyta Ernst Hansen varð tikin, og at tað vóru samarbeiðstrupulleikarnir, sum vóru orsøkin til avgerðina. Eisini má leggjast til grund, at landsstýrið sum fyriskrivað í sáttmálanum hevur luttikið í samráðingum við stevnanda fyri at finna fram til eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka, og sum miðjaði ímóti at Ernst Hansen kundi halda fram í sínum starvi á telefonverkinum. Tað at stevnandi ikki var nøgdur við úrslitið av samráðingunum, gav ikki felagnum rætt til at fara í verkfall, men tað átti í staðin at lagt málið fyri rættin at fáa staðfest hvørjar sømdir Ernst Hansen átti sambært galdandi sáttmála og starvsmannalógini. Við at fara í verkfall hevur Starvsmannafelagið brotið ta friðarskyldu ein sáttmálapartur hevur í einum sáttmálaskeiði, og hevur landsstýrið tí havt fullan rætt at halda aftur lønina hjá teimum limum stevnanda, sum luttóku í verkfallinum.

Stevndi verður tí at frídøma eins og stevnandi verður dømdur at rinda honum 40.000 kr. í málkostnað.
Úrskurður sum PDF
Aftur