Ársfrágreiðing 2024
30 jun 25
Úrskurðarfundur 20. juni 2025 kl. 9
18 jun 25
Úrskurðarfundur 28. mai 2025 kl. 9
27 mai 25
Úrskurðarfundur 2. mai 2025 kl. 9
28 apr 25
Nýtt mál 05/2024
11 des 24
Úrskurðarfundur 2. mai 2025 kl. 9
28 apr 25
Úrskurðarfundur er ásettur til at vera tann 2. mai 2025 kl. 9 í mál 02/2023 Heilsuhjálparafelag Føroya móti Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Málið snýr seg um arbeiðstíðina í § 4, stk. 2 í sáttmálanum millum partarnar: "Arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin. Tó eru møguleikar at gera avtalur um frávik, um arbeiðsgongdin á starvsstaðnum krevur tað[...]".
Málið snýr seg um hvørt talan er um sáttmálabrot tá heilsuhjálparar, av arbeiðsgevaranum, verða bidnir at arbeiða vaktir, ið eru annað enn 8 tímar, tá eingin avtala fyriliggur millum partarnar.
Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14, hædd 3.
Úrskurðarfundurin er almennur.