Úrskurðarfundur 28. mai 2025 kl. 9
27 mai 25
Úrskurðarfundur 2. mai 2025 kl. 9
28 apr 25
Nýtt mál 05/2024
11 des 24
Nýtt mál 04/2024
9 des 24
Úrskurðarfundur 4. november 2024 kl. 9
1 nov 24

Úrskurðarfundur 28. oktober 2022 kl. 9

26 okt 22


Úrskurðarfundur er ásettur til at vera tann 28. oktober 2022 kl. 9 í mál 07/2021 Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið móti Føroya Reiðarafelag.

 

Málið snýr seg um, at innkærdi skal viðurkenna, at limir hjá innkærda ikki hava rætt at taka søluútreiðslur á kr. 0,25 pr. kg. av avrokning fyri túr 2020-33 frá 10. desember 2020 og avrokning fyri túr 2020-34 frá 14. desember 2020 hjá M/S Gøtunes, FD950. Víst er í hesum sambandi til § 17, stk. 3, (e) í sáttmálanum millum limafeløgini í Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini - Føroya Skipara og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag.

 

Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi 14, hædd 3.

 

Úrskurðarfundurin er almennur.