Føroya Landsstýri móti SMF – skylda at vera limur

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Bjørn á Heygum, Páll Nielsen, Poul Hansen, Majken Johansen, Hans Trygvi Teirin
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
01. januar 1998
Lyklaorð
áheitan um at tilnevna limir, álitisfólk, arbeiðssteðgur, ásetingar um hvørji størv eru fevnd, beinleiðis áseting, brot, eksklusiváseting, eksklusivregla, fevnt av sáttmálanum, fráboðan um arbeiðssteðg, friðarskylda, frídøming, orðing, sakarkostnaður, sáttmálafevnd, skylda at vera limur, skyldur hjá álitisfólki, starvsfólk í landsins tænastu, tulking, undir protest, avvísing
Lýsing
Træta um skyldu at vera limur.

Starvsfólk á almennum stovni vildi ikki vera limur í starvsmannafelagnum. Hesin helt uppá, at hvørki í samband við setan ella seinni var limaskapur umrøddur sum treyt. Starvsmannafelagið vísti til ávísar sáttmálaásetingar og kravdi limaskap.

Landsstýrið tók ikki undir við hesi tulking. Felagið boðaði tá frá, at felagið fór at leggja niður arbeiðið á viðkomandi stovni. Starvsfólkið vildi nú tekna seg sum lim við teirri treyt, at spurningurin varð lagdur fyri gerðarrætt. Starvsmannafelagið tók tá aftur fráboðan um arbeiðssteðg. Tá gerðarrættur var settur, tók ósemja seg tó upp aftur um limagjald og samlagstryggingargjald, og varð aftur boðað frá arbeiðssteðgi. Starvsfólkið boðaði undir protest frá at vilja lúka hesi krøvini.
Viðgerðin
Føroya Landsstýri kravdi gerðarrættar settan 29. januar 1997. Starvsmannafelagið valdi ikki sínar limir. Landsstýrið sendi 17. apríl 1997 Føroya rætti áheitan um at tilnevna limir fyri starvsmannafelagið. 28. apríl 1997 varð tó upplýst, at rætturin hevði fingið fráboðan um, hvørjar limir Starvsmannafelagið hevði valt.
Páhald
Føroya Landsstýri hevur sum kærandi sett fram hesi málskrøv.

1) Starvsmannafelagið verður at viðurkenna, at sáttmálin ímillum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið (skjal 1) í fyrsta lagi
a) ikki hevur áseting um skyldu fyri starvsfólk til at vera limur í Starvsmannafelagnum ("eksklusivreglu")

2) Harnæst verður Starvsmannafealgið at viðurkenna, at felagið við framseting av hóttan um arbeiðssteðg á Føroya Gjaldstovu í samband við, at starvsfólk á stovninum noktaði at gerast limur í Starvsmannafelagnum, hevur framt brot á § 1. stk. 5. í sáttmálanum ímillum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið (skjal 1) herundir brot á tað í sáttmálaskeiðinum galdandi friðarskyldu partanna millum.

3) Loksins veður sett fram sakarkrav um, at Starvsmannafelagið skal rinda allan kostnaðin í samband við málið, herundir kostnaðin til advokatarnar hjá báðum pørtum, allar nevndarlimir og møguligum ástøðumanni sambært § 1, stk. 5 í sáttmálanum (skjal 1). Málskostnaðurin verður at áseta av gerðarrættinum sambært § 1, stk. 5 í sáttmálanum (skjal 1)

Starvsmannafelagið hevur sum innkærdi sett fram hesi málskrøv
Sakarkrav 1: a) Frídøming
Sakarkrav 2: Avvísing og í øðrum lagi frídøming
Sakarkrav 3: Frídøming og sjálvstøðugt krav um at kærarin skal bera allar útreiðslur til gerðarrættin og báðar advokatarnar
Niðurstøða
Tí verður avgjørt:

Starvsmannafelagið verður at viðurkenna at sáttmálin millum Føroya Landsstýrið og Starvsmannafelagið ikki hevur beinleiðis áseting (orðing) um skyldu fyri starvsfólk í landsins tænastu at verða limir í Starvsmannafelagnum.

Gerðarrætturin vísir á, at sambært § 1, stk. 5, hava sáttmálapartarnir rætt til at viðgerða tulking av sáttmálanum í nevnd og gerðarrætti. Málskrav 2 verður annars avvíst.
Málkostnaður
Hvør partur ber sínar kostnaðir til advokat og skal gjalda helvtina av sakarkostnaðinum til nevndarlimirnar og til ástøðumannin og útreiðslur í samband við viðgerð av gerðarrættarmálinum.
Grundgeving
Gerðarrætturin hevur viðgjørt málskrøvini hjá pørtunum, og er samdur um:

Málskrav 1a:
At eingin beinleiðis áseting (orðing) er í sáttmálanum um skyldu fyri starvsfólk í landsins tænastu til at verða limur í Starvsmannafelagnum.
Sum málið er lagt fyri gerðarrættin, hevur gerðarrætturin viðgjørt málið út frá sjálvari orðingini í sáttmálanum og sostatt ikki út frá øðrum keldum.

Málskrav 2:
Gerðarrætturin vísir á, at sambært § 1, stk. 5, hava sáttmálapartarnir rætt til at viðgera tulking av sáttmálanum í nevnd/gerðarrætti. Gerðarrætturin má annars avvísa málskrav 2 um brot á sáttmálan og møguliga friðarskyldu tí hetta málskrav liggur uttanfyri málsræði hjá gerðarrættinum.

Málskrav 3:
Avgjørt er, at hvør parturin rindar helvtina av kostnaðinum til limir og gerðarrættin.
Úrskurður sum PDF
Aftur