FL móti FMR – lønarsteðgur

Støða
Avgreitt
Rættur
Føroya rættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Løn
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Lærarafelag - FL
Rættarlimir
Joen H. Andreassen
Ár
1990 - 1999
Úrskurðardagur
30. november 1999
Lyklaorð
arbeiðsmarknaðarmál, eindarríki, fíggjarmál, heimild at lóggeva, írestandi løn, løn, lønarsteðgur, málsøki, skúlamál
Lýsing
Træta um lønarsteðg.

Føroya Lærarafelag kravdi írestandi løn fyri limir sínar frá 1. januar 1994 til 28. februar 1995 umframt rentu. Felagið helt uppá, at Danmarkar ríki er eindarríki, at avtalan um blokkstuðulin bert er fyrisitingarlig avtala, at heimildin at lóggeva og fyrisita ikki er yvirtikin fyri viðkomandi málsøki, og at bert staturin kann leggja seg út í lønarviðurskifti hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, tí hevðu løgtingið ikki heimild at seta í verk lønarsteðg í 1994.

Landsstýrið kravdi frídøming og helt uppá, at talan var um heimild at lóggeva, tí talan var um at lóggeva fyri antin arbeiðsmarknaðarmál ella fíggjarmál, umframt at heimildirnar á skúlaøkinum greitt eru delegeraðar landinum.
Viðgerðin
Málsnummar BS 1217/1996.
Rættarmál millum lærarafelagið vegna Elsu Birgittu, Torfinn Højgaard og Birgir Kruse móti Føroya Landsstýri.
Vitni vóru Súsanna Danielsen, Per Persson, Fritleif Henriksen, Thomas Magnussen.
Úrskurður sagdur 30. november 1999.
Niðurstøða
Tí verður dømt:

Stevndi, Føroya Landsstýri, verður at frídøma í hesum rættarmáli, sum stevnandi Føroya Lærarafelag sum mandatar fyri Elsu Birgittu Petersen, Torfinni Højgaard og Birgiri Kruse hevur byrjað.
Málkostnaður
Eingin partur skal rinda málskostnað til nakran annan part.
Úrskurður sum PDF
Aftur