SMF móti Fíggjarmálastýrinum – lønarfrádráttur undir verkfalli
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Starvsmannafelagið - SMF, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Majken Johansen, Tórmóður Djurhuus, Páll Nielsen
Ár
2000
Úrskurðardagur
15. mars 2000
Lyklaorð
accept, faktisk arbeiðstíð, funnið seg í, kostnaður, kutyma, lønarfrádráttur, lønarfráfráttur undir verkfalli, mánaðarløn, obiter dictum, sáttmálaøki, siðvenja, tíma fyri tíma, tulking, uppsøgn, verkfall, verkfalsdagur,
Lýsing
Træta um lønarfrádrátt undir verkfalli.
Eftir verkfallið á vári 1999 vóru Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið ikki á einum máli um, hvussu lønarfrádrátturin skuldi verða roknaður út. Ongar ásetingar vóru í sáttmálanum um hetta.
Eftir verkfallið á vári 1999 vóru Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið ikki á einum máli um, hvussu lønarfrádrátturin skuldi verða roknaður út. Ongar ásetingar vóru í sáttmálanum um hetta.
Viðgerðin
Gunnleivur Dalsgarð, Sigmund Poulsen, advokatur, og Thomas Magnussen góvu frágreiðingar.
Aftaná votering varð úrskurður sagdur í málinum.
Aftaná votering varð úrskurður sagdur í málinum.
Páhald
Fíggjarmálastýrið helt uppá, at stýrið kundi velja at rokna frádráttin í mun til faktiska arbeiðstíð, viðkomandi ikki hevði verið til arbeiðis.
Starvsmannafelagið helt afturímóti, at avtala ella siðvenja var innan teirra sáttmálaøki at nýta 1/30 part fyri hvønn fullan verkfalsdag.
Starvsmannafelagið helt afturímóti, at avtala ella siðvenja var innan teirra sáttmálaøki at nýta 1/30 part fyri hvønn fullan verkfalsdag.
Niðurstøða
Fíggjarmálastýrið skal viðurkenna, at lønarfrádrátturin hjá limum Starvsmannafelagsins fyri lógliga verkfallið í mars/apríl 1999 skal vera 1/30 av føstu mánaðarlønini fyri hvønn verkfallsdag.
Málkostnaður
Gerðarrætturin gjørdi av, at hvør partur rindar sín málskostnað og helvtina av kostnaðinum og samsýning til gerðarrættin við 15.000,00 kr. + mvg. til Tormóð Djurhuus, advokat, 15.000,00 kr. + mvg. til Páll Nielsen, advokat, og 20.000,00 kr. til Majken Johansen, formann.
Grundgeving
Málið snýr seg um lønarfrádráttin fyri verkfalli frá 16. mars, kl. 21.00, til 9. apríl 1999, kl. 13.00.
Gerðarrætturin er samdur um, at sáttmálin partanna millum er víðkaður til at fevna um, at fyri lóglig verkføll verður drigið 1/30 av føstu mánaðarlønini fyri hvønn verkfallsdag. Henda niðurstøða er grundað á eitt nú skjølini 4, 5, 7, 8, 9, og 10.
Sum obiter diktum er gerðarrætturin samdur við pørtunum í, at útrokningarhátturin við tíma fyri tíma er skilabesta loysnin.
Meirilutin, Páll Nielsen, advokatur, og Majken Johansen, formaður, meta, at skriv Lønardeildarinnar dagfest 8. januar 1998 ikki kann roknast sum uppsøgn, tí tað ikki er fráboðað Starvsmannafelagnum. Mótmælið kann ikki tulkast, sum um ein fráboðan um uppsøgn av avtaluni er framd. Ein partur av frádráttinum varð ikki framdur fyrrenn í oktober 1998, tá ið sáttmálasamráðingarnar vóru byrjaðar. Metingin er í samsvar við, at orðingin í grein 14, stk. 2, 1. pkt., varð óbroytt aftaná sáttmálasamráðingarnar.
Meirilutin tekur tí undir við málskravið stevnanda, tó ikki í fullari orðing.

Sergrundgeving
Ein gerðarrættarlimur, Tórmóður Djurhuus, advokatur, metir, at avtalan er uppsøgd við, at Lønardeildin tann 8. januar 1998 hevur boðað stovnunum frá, at frádrátturin verður roknaður fyri hvønn byrjaðan arbeiðstíma, at Starvsmannafelagið tann 13. januar 1998 mótmælti hesi fráboðan og funnið seg í at frádráttur varð gjørdur á hendan hátt, seinast í oktober 1998 og sostatt er tíðarskeiði nóg langt til at avtalan er lógliga uppsøgd.
Úrskurður sum PDF