YT móti Tryggingarfelagnum - løn undir verkfalli

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Partar
Aðrir, Yrkisfelagið Trygdin - YT
Rættarlimir
Aðrir, Eyðhild Skaalum, Joen H. Andreassen, Tórmóður Djurhuus
Ár
2000
Úrskurðardagur
24. juli 2000
Lyklaorð
aftur-í-starv-áseting, fortrædelighedsklausul, lønarfrádráttur, lønarfráfráttur undir verkfalli, mánaðarløn, sáttmálaøki, siðvenja, tulking, uppsøgn, venja, verkfall, verkfalsdagur
Lýsing
Træta um løn undir verkfalli.

Partarnir høvdu høvuðsavtalu og sáttmála við ásetingum um samtykt og fráboðan av arbeiðssteðgi, at fólk skuldu aftur í sama starv í góðum friði eftir trætu, og at rinda løn frammanundan. Nú vóru sáttmálasamráðingar, og báðir partar boðaðu frá møguligum arbeiðssteði. Ósemja stóðst tá, hvussu varð við lønarflyting uppundir møguligan arbeiðssteðg.
Viðgerðin
Málið var lagt fyri vanligan gerðarrætt.

Kærandi (Yrkisfelagið Trygdin) valdi Eyðhild Skaalum og Leif Ellingsgaard.

Kærdi (Tryggingarfelagið Føroyarar S/F) valdi Tórmóð Djurhuus og Mortan Poulsen.

Hesi valdu í felag Joen H. Andreassen sum ástøðumann.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

Kærdi skal yvir fyri kærandi viðurkenna, at kærdi framdi brot á § 6 í høvuðsavtaluni frá 30. mai 1997 og § 1, 2. pkt. í lønarsáttmálanum frá sama dato, tá hann tann 20. mai 1999 gav boð um, at tað av lønini fyri juni 1999 bert skuldi rindast fyri 3 dagar.

Partarnir skulu rinda kostnaðin hjá gerðarrættinum hvør við síni helvt eftir uppgerð frá ástøðumanninum. Í aðrar mátar skal hvør parturin rinda sínar egnu útreiðslur.
Málkostnaður
Partarnir skulu rinda kostnaðin hjá gerðarrættinum hvør við síni helvt eftir uppgerð frá ástøðumanninum. Í aðrar mátar skal hvør parturin rinda sínar egnu útreiðslur.
Grundgeving
Ástøðumaðurin heldur:

Tað er rætt sum ført fram av kærda, at sambært donskum arbeiðsrætti halda setanarviðurskifti endaliga uppat frá tí degi arbeiðssteðgur er fráboðaður at byrja. Hetta framgongur m. a. av bókini hjá Per Jacobsen. Kollektiv Arbejdsret, 5. útg. bls. 327-28. Hann heldur tó hesa rættarstøðu vera órímuliga, tí ætlanin við einum arbeiðssteðgi er júst ikki, at setanarviðurskiftini skulu halda uppat, men útvega viðkomandi sáttmálaparti betri sáttmála, sí nevnda verk bls. 328. Hinvegin ásannar hann, at rættarstøðan er tann, at setanarviðurskiftini halda endaliga uppat, og er hetta eisini undirbygt av rættaravgerðum og gerðarrættarúrskurðum, sum hava verið frammi í hesum gerðarrættarmáli. Ástøðumaðurin dugir ikki at síggja, at rættarstøðan hesum viðvíkjandi er ella eigur at vera øðrvísið enn í Danmark.

Hinvegin er støðan øðrvísið, um tað fyriliggur ein sokallaður “fortrædigelsesklausulur”. Í slíkum førum eru setanarviðurskiftini ikki endaliga hildin uppat, men bert suspenderað, sí Per Jacobsen í nevnda verki bls. 329 har tað m. a. stendur:

“Det har medført, at der i mange hovedaftaler og andre overenskomster er optaget bestemmelser om, at der ikke efter arbejdsstandsnings ophør må finde fortrædigelser sted, og at arbejdstagerne i tilslutningen til arbejdsstandsnings ophør skal genoptage arbejdet. Hvis sådanne bestemmelser er optaget i en overenskomst eller hovedaftale, betyder det reelt, at de arbejdsforhold, der er omfattet af en lovlig arbejdsstandsning, ikke afbrydes, men kun suspenderes.” Hetta sjónarmið er eisini undirbygt av dómi hjá Eystara Landsrætti, 5. deild, frá 15. desember 1999, sum hevur verið frammi í hesum gerðarrættarmáli. Rættarmálið snúi seg ikki um forút rindan av løn; men um rindan av peningaupphædd í sambandi við eftirløn. Fortreytin fyri at viðkomandi løntakari hevði krav uppá hetta var, at setanarviðurskiftini vóru hildin endaliga uppat, tá verkfall var fráboðað og sett í verk. Verkfallið varð steðgað við lóg, sum eisini innihelt eina reglu um forboð móti “fortrædigelser.” Landsrætturin gav arbeiðsgevaranum viðhald við tí grundgeving, at setanarviðurskiftini hjá viðkomandi arbeiðstakara vóru ikki hildin endaliga uppat, men bert vóru suspenderað.

Ástøðumaðurin heldur, at grein 7, stk. 5 í høvuðssáttmálanum millum partarnar er at skilja sum ein “fortrædigelsesklausulur”, og at setanarviðurskiftini sostatt ikki hildu endaliga uppat, tá arbeiðssteðgur av báðum pørtum varð fráboðaður at vera settur í verk tann 4. juni 1999.

Tá kærdi sendi vegleiðingina út tann 20. mai var sáttmálin frá 1997 framvegis í gildi. Sambært hesum sáttmála høvdu starvsfólkini krav uppá at fáa alla lønina fyri juni mánað útgoldna 25. mai uttanso at arbeiðsviðurskiftini av øðrum grundum vóru hildin uppat t. d. um starvsfólk skuldi fara úr starvi, áðrenn juni mánið var úti.

Kærandi eigur tí at fáa viðhald í kravinum um at kærdi framdi brot á høvuðssáttmála og sáttmála. Hvat endurgjaldskravinum viðvíkur er at siga, at hetta er so leyst og ódokumenterað, at tað ikki kann takast til viðgerðar í hesum máli, og verður tað tí at burturvísa.

Eftir umstøðunum eiga partarnir at rinda kostnaðin av gerðarrættarviðgerðini hvør við síni helvt sum tilskilað niðanfyri.
Úrskurður sum PDF
Aftur