BLF móti Fíggjarmálastýrinum - serfrøðingar

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya - BLF
Rættarlimir
Eyðhild Skaalum, Tórmóður Djurhuus, Joen H. Andreassen
Ár
2001
Úrskurðardagur
18. januar 2001
Lyklaorð
ástøðumannaúrskurður, brot, Danmark, deildarleiðarar, fíggjarlig avleiðing, fíggjarligur karmur, fortreyt, fyrimynd, reiðiviðbót, sáttmálabrot, serfrøðingar, tulking, úrtíðararbeiði, úrtíðarløn.
Lýsing
Træta um sáttmálásetingar um serfrøðingar.

Spurningur um tulking av sáttmála millum BLF og Fíggjarmálastýrið, serliga um setan av serfrøðingum og úrtíðarløn, eisini um Fíggjarmálaráðið hevði framt brot á sáttmálan í hesum sambandi.
Viðgerðin
BLF kærdi málið.
Páhald
Kærandi BLF setti fram hesi málskrøv.

1. Kravdur verður úrskurður um, at kærdi rindar serfrøðingum og deildarleiðarum sáttmálaløn teirra sambært sáttmálanum (skjal 2) stutt eftir gildiskomu sáttmálans ( 1. mars 1999 ).
2. Kravdur verður úrskurður um, at talan var um sáttmálabrot, tá ið innkærdi ikki rindaði serfrøðingum og deildarleiðarum sáttmálaløn stutt eftir gildiskomu sáttmálans ( 1. mars 1999 ) og tískil skal rinda kæraranum samsýning sambært ásetingunum í høvuðsavtaluni partanna millum ( skjal 3 ).
3. Kravdur verður úrskurður um, at § 24 í sáttmálanum partanna millum um úrtíðararbeiði ikki hevur ásetingar, ið skerja úrtíðarlønina frá fyrsta yvirtíma og í øðrum lagi, at úrtíðarlønin ikki kann skerjast við meira enn fíggjarliga virðinum av reiðuviðbótini.

Kærdi Fíggjarmálastýrið kravdi viðvíkjandi fyrsta málskravinum hjá kæranda burturvísing, í øðrum lagi frídøming, og kravid annars sum heild frídøming.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

Kærdi, Fíggjarmálastýrið, verður tí frídømt viðvíkjandi málskravinum hjá kæranda, BLF, um at hevur framt sáttmálabrot við ikki at seta serfrøðingar og deildarleiðarar stutt eftir 1. mars 1999, og er tað tí heldur ikki grundarlag fyri at áleggja kærda at rinda kæranda samsýning sambært § 12 í høvuðssáttmálanum millum partanar.

Kærdi verður eisini frídømt viðvíkjandi kravinum um, at tað ikki er heimild til at skerja úrtíðarløn við 35 tímum um ársfjórðingin, har reiðiviðbót verður goldin. Tó eigur úrtíðarløn at verða goldin, tá viðkomandi hevur arbeitt meira enn 35 tímar yvir ásettu arbeiðstíðina um ársfjórðingin, og tað hóast arbeitt er minni enn 10 tímar útyvir 35 tímar um ársfjórðingin.
Málkostnaður
Partanir skulu rinda útreiðslurnar til gerðarrættin hvør við síni helvt eftir uppgerð frá ástøðumanninum. Í aðrar mátar rinda partanir hvør sínar útreiðslur av málinum.
Grundgeving
Joen H. Andreassen, sorinskrivari, orðaði sum ástøðumaður hesa grundgeving:

Ástøðumaðurin skal viðmerkja:

Sjálvandi er tað rætt, at tað ikki er nøkur ósemja um, at kærdi skal rinda serfrøðingum og deildarleiðarum løn sambært sáttmálanum, og at tað tí vildi verið meiningsleyst at felt úrskurð um henda spurning; men tað er ikki hetta málskrav 1) hjá kærandi gongur út uppá. Kravið gongur út uppá, at kærdi ikki nóg skjótt eftir gildiskomu sáttmálans hevur sett serfrøðingar og deldarleiðarar og sostatt framt sáttmálabrot, sum so verður kravt sanktionerað við málskravi 2). Tað er tí ikki grundarlag fyri burturvísing av málskravinum.

Eftir samráðingarnotatinum eftir fundin tann 13. og 14. februar 1999 og tíðindaskrivinum hjá pørtunum aftaná undirskrivingina av sáttmála og høvuðsavtalu tann 14. februar 1999 má tað leggjast til grund, at hugtakið serfrøðingur var eitt nýtt firibrigdi, sum var ætlað at skapa møguleikar fyri at fáa og fasthalda vælkvalifiseraðar medarbeiðarar hjá landsumsitingini og stovnum undir henni. Tað er tó hvørki eftir notatinum, tíðindaskrivinum ella teimum frágreiðingum, sum eru givnar við málsviðgerðini grundarlag fyri at halda, at partarnir longu tá tóku støðu til, hvussu nógvir serfrøðingar skuldu vera, og nær teir skuldu setast. Hetta er eisini undirbygt bæði av vitnisfrágreiðingini hjá Finn Danberg og greinini hjá Bergi Berg í Dimmalætting tann 30. mars 1999. Tað er heilt náturligt, at spurningurin, um hvussu nógvir serfrøðingar kunnu koma uppá tal við harav fylgjandi fíggjarligum avleiðingum, hevur verið frammi undir samráðingunum, og at tøl hava verið nevnd í hesum sambandi; men tað er ikki ført prógv fyri, at nøkur avtala um júst talið av serfrøðingum, og nær teir skuldu setast, er gjørd á fundinum tann 13. og 14. februar 1999 ella seinni. Sum tað framgongur av rundskrivinum hjá Lønardeildini verða serfrøðingar settir deils út frá persónligum kvalifikatiónum og eisini eftir , hvørji krøv starvið setir viðkomandi. Hetta er nakað, sum má avgerðast konkret. Tað er heldur ikki grundarlag fyri at halda, at kærdi hevur máðað grundarlagið undan skipanini við at seta órímuliga fáar serfrøðingar. Sum nevnt hevur spurningurin um setan av serfrøðingum munandi fíggjarligar avleiðingar fyri tað almenna, og rættast hevði verið, um tann fíggjarligi karmurin varð avtalaður millum partarnar. Tá hetta ikki tykist at vera gjørt, er tað ikki í stríð við sáttmálan, at kærdi hevur ásett ávísar karmar. Hvat fortreytarsjónarmiðinum viðvíkur er at siga, at tað ikki er nóg mikið at siga seg leysan av eini avtalu, at hetta ella hatta hevur verið ein avgerðandi fortreyt hjá viðkomandi fyri at skriva undir. Harafturat krevst m.a., at henda fortreyt hevur verið kennilig fyri hin sáttmálapartin, og er tað ikki grundarlag fyri at halda, at kærdi visti ella átti at vita, at tað vat ein avgerandi fortrey hjá kærandi fyri at skriva undir, at tað varð sett eitt ávíst tal av serfrøðingum innan ein ávísan dato. Kærandi kann tí ikki siga seg leysan av sáttmálanum við støði í forútsetningslæruni.

Kærdi hevur sostatt ikki framt sáttmálabrot í samband við setan ella manglandi setan av serfrøðingum, og eigur tí at verða frídømdur viðvíkjandi málskrøvunum 1) og 2).

Hvat málskravi 3) – reiðuviðbótini – viðvíkur er tað soleiðis, at hon helst er komin við fyrimynd úr, Danmark, har hon ikki var ásett beinleiðis í sáttmálanum millum danska Fíggjarmálastýrið og felagið hjá búskapar- og løgfrøðingum í Danmark, men í einum protokollati, soleiðis sum skjal G vísir. Sambært hesum protokollati høvdu fulltrúar og aðrir sum átóku sær reiðiskyldu rætt til reiðiviðbót, og varð ásett at reiðiskyldan var avmarkað til 35 tímar um ársfjórðingin. Tað er tí ikki avgerðandi, at grein 24 í sáttmálanum um úrtíðararbeiði einki nevnir um, at limir BLF´s, sum fáa reiðiviðbót, hava skyldu til úrtíðararbeiði upp til 35 tímar um ársfjórðingin uttan úrtíðarløn. Reiði-viðbótin er heldur ikki nevnd í sáttmálanum, og tað er neyvan uppfatanin hjá kæranda, at limir hjá felagnum ikki hava rætt til reiðiviðbótina.

Tað má leggjast til grund, at kærandi í 1985 umframt uppskot til sáttmála eisini sendi landsstýrinum uppskot til avtalu um reiðiviðbót, har tað stóð at viðbótin varð fyri eykaarbeiði upp til 35 tímar um ársfjórðingin, og at henda skylda verður endurtikin í skrivinum frá 12. mai 1992 frá kæranda til ein arbeiðsbólk, sum var settur at kanna úrtíðararbeiðið innan akademikaraøkið.

Sum nevt í tilfarinum og í vitnifrágreiðingunum er galdandi ein ávís fleksskipan innan almennu umsitingina hjá landinum, og verður arbeiðstíðin dokumenterað við eini klokkuskipan. Fleksingin ber í sær, at tað ein arbeiðir út yvir vanliga arbeiðstíð ein dag kann avspákast ein annan dag, soleiðis at úrslitið verður tað sama, um viðkomandi arbeiddi fasta tíð hvønn dag. Hetta hevur tí einki við úrtíðarløn at gera, sum bert kemur uppá tal, tá talan er um álagt úrtíðararbeiði. Ástøðumaðurin heldur tí ikki, at skjølini 17 – 23 í sjálvum sær eru prógv fyri, at reglan um arbeiðsskyldu upp til 35 tímar um ársfjórðingin er slept. Hóast tað hava verið dømi um, at úrtíðarløn í einstøkum førum er útgoldin uttan at 35 tímar eru drignir frá, kann hetta ikki takast sum prógv fyri eini generellari skipan. Kærandi kann tí heldur ikki fáa viðhald í kravinum viðvíkjandi reiðiviðbótini, soleiðis sum kravið er orðað.

Hinvegin dugir ástøðumaðurin ikki at síggja nakað grundarlag fyri, at krevja, at limirnir hjá BLF umframt teir 35 tímarnar eisini skulu arbeiða 10 tímar afturat fyri at fáa úrtíðarløn útgoldna. At arbeitt verður meira enn 35 tímar um ársfjórðingin er í sjálvum sær drúgt úrtíðararbeiði, og hava limirnir hjá kæranda tí rætt til úrtíðarløn frá 36. tíma um ársfjórðingin.

Við hesari broyting eigur kærdi at fáa viðhald viðvíkjandi málskravi 3).
Úrskurður sum PDF
Aftur