FS&N móti Semingsstovninum – broyting í sáttmála

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Partar
Aðrir, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N
Rættarlimir
Joen H. Andreassen
Ár
2001
Úrskurðardagur
06. februar 2001
Lyklaorð
broyta í sáttmála, heimild, játtandi til orðanna, rætta, rætting, seming, semingsmenn, semingsstovnur,
Lýsing
Træta um rætting í sáttmála.

Føroya Skipara- og navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag gjørdu sáttmála, sum undirskrivaður var tann 12. Januar 1999. Eftir hetta broyttu semingsmenninir nakrar ásetingar í sáttmálanum. Ósemja var nú um heimild teirra at rætta sáttmálan.
Viðgerðin
Málið skrásett sum BS nr. 36/2001. Stevning 11 januar 2000.
Stevndi var Semingstovnurin v/ John Rajani og Niels Sørensen.
Páhald
Føroya Skipara- og navigatørfelag helt uppá manglandi heimild.

Semingsmenn tóku játtandi til orðanna.
Niðurstøða
Tí verður dømt:

Stevndi, Semingsstovnurin v/John Rajani og Niels Sørensen, skulu yvir fyri stevnda, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, viðurkenna, at Semingsstovnurin ikki hevur havt heimild til at broyta ásetingarnar í sáttmálanum, sum undirskrivaður var millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag tann 12.01.1999.
Málkostnaður
Hvørgin parturin skal rinda málskostnað til hin partin.
Grundgeving
Í hesum rættarmáli, sum er byrjað 11.01.2000, hevur stevnandi, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, kravt stevnda, Semingsstovnin v/John Rajani og Niels Sørensen, dømdan at viðurkenna, at Semingsstovnurin ikki hevur heimild at broyta ásetingarnar í sáttmálanum, sum undirskrivaður var millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag tann 12.01.1999.

Stevndi hevur tikið játtandi til oðana og verður tí dømt samsvarandi málskravi stevnanda.

Eftir umstøðunum eigur hvørgin partur at rinda málskostnað til hin partin.
Úrskurður sum PDF
Aftur