FMR móti SMF - stríðsstig (portørar)

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Niels Winther Poulsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Havnar Arbeiðsmannafelag - HAM, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen, Poul Hansen, Vígdis Johannesen
Mál
1
Ár
2007
Úrskurðardagur
13. apríl 2007
Lyklaorð
heimilað stríðsstig, krav um sáttmálasamráðingar, óheimilað stríðsstig, sáttmálasamráðingar, sáttmálaøki, stríðsstig
Ásetingar
§6(2)e
Lýsing
Træta um stríðsstig.

Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig í samband við trætu um sáttmála fyri portørar á sjúkrahúsum er heimilað.
Viðgerðin
Mál 1/2007-0001.

Fyrireikandi fundur hildin 9. mars 2007.

Úrskurðarfundur var fríggjadagin 13. apríl kl. 14.00 á Hotel Hafnia.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Givið verður Fíggjarmálaráðnum viðhald í, at fráboðaði arbeiðstegðurin, sum Starvsmannafelagið ætlaði at seta í verk 12. mars 2007 kl. 08.00 fyri portørarnar í felagnum, var óheimilaður.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera harumframt, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarraættur heldur
Innleiðandi er at siga, at tað bert er ítøkiliga fráboðanin frá Starvsmannafelagnum um ætlaða arbeiðssteðgin 12. mars 2007 kl. 08.00 fyri portørarnar í Starvsmannafelagnum, sum Fasti Gerðarrættur tekur støðu til.

Í samband við málsfyrireikingina og úrskurðarfundin varð frá pørtunum nógv gjørt burtur úr, at samanbera ætlaða arbeiðssteðgin við danskar arbeiðsrættarligar dómar/avgerðir. Sum ávíst av øllum pørtum, er danski arbeiðsrætturin munandi meir reglubundin enn tann føroyski, og er arbeiðsmarknaðurin í heila tikið nógv øðrvísi uppbygdur enn tann føroyski. Nevnt varð t.d., at í mun til í Danmark hava vit í Føroyum stórt sæð ikki høvuðsavtalur, vit hava ikki reglufesta ella ítøkiliga avtalaða friðarskyldu, og vit hava ikki markaavtalu. Nú Fasti Gerðarrættur nýliga er farin at virka og skal vera við til at leggja lunnar undir spælireglurnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, hevur Fasti Gerðarrættur hendan mun á danska og føroyska arbeiðsrættinum í huga. Hesin úrskurður okkara stendur tí, so frægt sum til ber, uttan beinleiðis samanbering við danskar arbeiðsrættarligar dómar, men byggir á vanligar rættargrundsetningar og siðvenju.

At tað stendur borgarum frítt at skipa seg í felag – tað verið seg at velja hvørjum fakfelag ella øðrum felagsskapi ein ynskir at vera í, er Gerðarrættur samdur við Starvsmannafelagnum í. Men tá tað kemur til løn – og starvssetanarviðurskifti er ikki givið, at hesi uttan víðari eru tengd at sáttmálanum hjá tí felag, sum ein velur at gerast limur í. Tí avgerandi fyri lønar- og setanarviðurskifti er, hvat fakfelag hevur sáttmála við arbeiðsgevaran um tað ávísa starvið ella starvsøkið. Tað kemur tí meir enn so fyri, at fólk, sum eru limir í einum fakfelag, verða lønt og starvssett eftir sáttmálanum hjá einum øðrum felag.

Partarnir hava víst á, hvussu friðarskyldan í donskum arbeiðsrætti er, og tykjast teir samdir í, at meginreglan, um at friðarskylda er galdandi, tá sáttmáli er, eisini er galdandi í Føroyum, hóast eingin ítøkilig lógaráseting ella beinleiðis niðurfeld partaavtala er um hetta. Av friðarskylduni fylgir, at felag, sum hevur sáttmála við t.d. Fíggjarmálaráðið, sum meginregla ikki lógliga kann fremja stríðsstig móti Fíggjarmálaráðnum í sáttmálatíðarskeiðnum. Víst er í hesum sambandi m.a. til siðvenju og galdandi avtalurættarligar reglur.

At tað kunnu vera fleiri feløg, sum halda seg kunna fevna um somu starvsøkir, sum t.d. portørarbeiði, er ikki ein trupulleiki í sjálvum sær. Tí um Fíggjarmálaráðið vil tað, kann tað gera sáttmála við fleiri feløg. Men at Fíggjarmálaráðið undir umstøðunum í hesum máli avvísur at gera fleiri sáttmálar um eitt øki, sum samlað bert fevnir um umleið 60 persónar, metir Gerðarrættur vera sakligt. Harnæst hevur tað eisini avgerandi týdning, at samráðingarnar við Havnar Arbeiðsmannafelag, um sáttmálan fyri portørarnar við afturvirkandi gildi frá 1. oktober 2005, vóru um at vera komnar uppá pláss, tá Starvsmannafelagið gjørdi vart við seg. Eisini kann viðmerkjast, at tað er ikki fyrr enn 1. oktober 2006, at portørar gerast limir í Starvsmannafelagnum.

Vanliga skal tann, sum tekur stríðsstig prógva, at hesi eru lóglig. Hetta er eisini galdandi í hesum máli, og er tað tí Starvsmannafelagið, ið má prógva, at tann ætlaði arbeiðssteðgurin var heimilaður.

Innkærdi hevur í málinum prógvað, at stórur meiriluti av portørum í Føroyum eru farnir úr Havnar Arbeiðsmannafelag og yvir í Starvsmannafelagið, m.a. tí teir meta seg fakliga ikki at hoyra heima longur í Havnar Arbeiðsmannafelag. At teir ynskja sáttmálaskifti, samstundis sum teir skifta fakfelag, kann tykist náturligt. Tað er eisini út frá hesi áskoðan um styrkina í tí natúrliga fakliga áhuganum hjá Starvsmannafelagnum at fáa sáttmála, at felagið ger galdandi, at fráboðaði arbeiðssteðgurin er lógligur.

Frá Starvsmannafelagnum er eisini gjørt galdandi, at arbeiðssteðgurin er lógligur, m.a. tí eingin sáttmáli var galdandi fyri portørarnar, sum eru limir í Starvsmannafelgnum, tá felagið bað um samráðing, og ei heldur varð nakar heimilaður sáttmáli fyri nevndu portørar, tá Starvsmannafelagið teirra vegna fráboðaði ætlaða arbeiðssteðgin. T.v.s. at gjørt verður galdandi, at eingin bindandi sáttmáli er fyri nevndu portørar, at friðarskyldan ikki er galdandi, og at talan ei heldur er um feløg í kapping.

Gerðarrættur heldur, at hóast sáttmálin millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið formliga fór úr gildi 1. oktober 2005, kann í hesum føri ikki tosast um veruligt sáttmálaloysi. Sum víst á frá Fìggjarmálaráðnum er siðvenja fyri at lata higartil galdandi sáttmála halda áfram, inntil nýggjur sáttmáli er gjørdur. So hevur eisini verið í hesum føri. Partarnir hava handlað, sum um gamli sáttmálin var í gildi, og einki er upplýst um, at nakar portørur ella Starvsmannafelagið yvirfyri Fìggjarmálaráðnum ella Havnar Arbeiðsmannafelag, sum eru sáttmálapartarnir, hava gjørt galdandi, at teir meta seg í sáttmálaloysi og uttan nakra binding. Fasti Gerðarrættur leggur tí sum grund fyri sína støðu, at portørarnir vóru ikki í sáttmálaloysi, tá Starvsmannafelagið við skrivi frá 14.08.06 bað um samráðingar við Fíggjarmálaráðið. Harnæst var nýggi sáttmálin fyri portørarnar, sum varð undirskrivaður 22. september 2006, undirskrivaður, meðan portørarnir enn vóru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Nevndi sáttmáli má tí metast at vera galdandi fyri portørarnar, hóast teir við virknaði frá 1. oktober 2006 høvdu fráboðað uppsøgn av limaskapinum. Uppsagnarreglurnar í sáttmálanum eru tí galdandi fyri portørarnar, eins og ítøkuligu uppsagnarásetingar í tí einkultu starvssetanini eru galdandi fyri hvønn portør sær. Løn- og starvssetanartreytir teirra eru tí framhaldandi sambært sáttmála millum Fìggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag. Tá Starvsmannafelagið biður um samráðing um sáttmála fyri portørar, sum pr. 1. oktober 2006 gerast limir í felagnum, er talan um feløg í kapping, og at Starvsmannafelagið vil troka seg inn á eitt øki, har sáttmáli er frammanundan.

Starvsmannafelagið fær við skrivi dagfestum 16. august 2006 fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum um, at teir eru um at verða komnir á mál við samráðingunum við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála fyri portørarnar, at teir hava ikki ynski um tveir sáttmálar á sama øki fyri sama starvsbólk, og at teir tí ikki fara at samráðast við Starvsmannafelagið um sáttmála fyri portørarnar. Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, greiddi á úrskurðarfundinum frá, at harumframt var portørmálið komið fram í telefonsamrøðu millum hann og formannin í Starvsmannafelagnum fyrr á sumri 2006 og so aftur á samráðingarfundi við Starvsmannafelagið 15. sept. 2006. Í báðum førum hevði Fíggjarmálaráðið avvíst at fara at samráðast við Starvsmannafelagið um sáttmálviðurskiftini hjá portørunum. Hesir upplýsingar vórðu ikki afurvístir av Starvsmannafelagnum. Gerðarrættur metir seg tí kunna leggja til grund, at portørmálið varð viðgjørt í nýligu samráðingunum við Starvsmannafelagið. Hetta ger, at Gerðarrættur heldur, at tá Starvsmannafelagið 28.02.2007 skrivar undir semju við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010, og felagið áðrenn undirskrivingina einki ger fyri at mótmæla gildi av sáttmálanum við Havnar Arbeiðsmannafelag ella fyri at fáa sáttmála um øki, so hevur Fíggjarmálaráðið alla orsøk til at halda, at fyribils verður ikki gjørt meir við portørmálið. Haldast má, at Starvsmannafelagið við hesi framferð, í tí stilla hevur góðkent sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag. At skriva undir semju og so sama dag senda fráboðan um arbeiðssteðg fyri eitt mál/krav, sum hevur verið til viðgerð í samráðingunum og er avvíst frá mótpartinum er brot á siðvenju hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Fasti Gerðarrættur heldur tí, at Starvsmannafelagið við framferð síni hevur bundið seg til at tola portørsáttmálan millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið.
Úrskurður sum PDF
Aftur