MMF móti FMR – lønarflokking

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3))
Partar
Maskinmeistarafelagið - MMF, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Ingeborg Vinther, Julianna Klett, Maria á Dul, Henrik Møller, Niels Winther Poulsen
Ár
2007
Úrskurðardagur
01. juni 2007
Lyklaorð
almenn lønarflokking, almenn lønarhækkan, fortreyt, frágreiðing, gera vart við, høpisleyst, innplasering, løn, lønarflokking, lønarflokkur, lønartalva, málslig tulking, málsliga greið, mótstríðandi frágreiðing, náttúrlig fatan, órimiligt, próvbyrða, rættarkrav, rættarmálsligan skaðavirkning, skjalprógv, skrivlig prógv, visti um
Lýsing
Træta um innplasering.

Semja um nýggjan sáttmála millum MMR og FMR varð gjørd í 2002. Ásett at “Arbeiðseftirlitið verður umflokkað úr 10. lønarflokki í 12. lønarflokk.” Nú stóðst ósemja, hvørt maskinmeistari í farloyvi var fevndur av ásetingini.
Viðgerðin
Málið var 7. februar 2007 lagt fyri gerðarrætt sambært § 23, stk. 1 í sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Málið varð viðgjørt á úrskurðarfundi 16. mai. Vitni vóru Jógvan Nybo, Páll Hansen, Regin Olsen. Úrskurður sagdur 1. juni 2007.
Páhald
Maskinmeistarafelagið helt uppá, at allir maskinmeistarar á Arbeiðseftirlitinum høvdu rættarkrav at verða fluttir í 12. lønarflokk, eisini Eyðun Eltør, ið var í farloyvi tá ið semjan var gjørd, tí talan var um almenna lønarflokking.

Fíggjarmálaráðið helt uppá, at talan var bert um umflokking av ávísum maskinmeistara, hesin, Róin Mellemgaard, var serliga nevndur í skjali til semjuna. Umflokkingin kom í staðin fyri deildarleiðaraviðbót, og tí var ikki talan um sambærlig størv. Útrokningar hjá ráðnum vísa at bert var talan um eittans starv; at felagið ikki legði fram sínar útrokningar eigur at hava rættarmálsligan skaðavirkning; eisini er vanligt er at gera slíkar semjur um einstøk størv.
Niðurstøða
Tí verður ásett:

Fíggjarmálaráðið verður dømt at viðurkenna, at sambært semjuni sum gjørd var millum partarnar í 2002, so skulu allir limir í felagnum sum starvast á Arbeiðseftirlitinum, og vóru løntir sambært 10. lønarflokki, verða flokkaðir í 12. lønarflokki sambært galdandi lønartalvu.

Hvør partur rindar egnan málkostnað og helvtin av kostnaðinum til gerðarrættin eftir uppgerð frá formanninum í gerðarrættinum.
Málkostnaður
Hvør partur rindar egnan málskostnað og helvtina av kostnaðinum til gerðarrættin eftir uppgerð frá formanninum í gerðarrættinum.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur
Ásetingin í semjuni um, at Arbeiðseftirlitið verður umflokkað úr 10. lønarflokki í 12. lønarflokk er málsliga greið og má eftir orðaljóðinum skiljast soleiðis, at maskinmeistarar á Arbeiðseftirlitinum, ið flokkaðir eru í 10. lønarflokki, skulu umflokkast til 12. lønarflokk. Málsviga er ásetingin sostatt galdandi fyri Eyðun Elttør, eisini sjálvt um Eyðun Elttør var í farloyvi, tá ið semjan varð gjørd.

Ein partur, hvørs fatan av einum sáttmála víkir frá tí náttúrligu málsligu fatanini, eigur at gera mótpartin varugan við hetta. Ger hann ikki tað, ella kann tað ikki prógvast, at hann hevur gjørt tað, má tann náttúrliga málsliga fatanin av ásetingunum vera avgerandi, burtursæð frá tí føri, har parturin kann prógva, at mótparturin visti ella átti at vita, at parturin ikki skilti ásetingina sum hann sjálvur, ella har tað at nýta ásetingina í samsvari við orðingina vil hava við sær útslit, ið er høpisleyst ella órímiligt. Sama má vera galdandi, um tað at nýta ásetingina í samsvari við orðingina, vil hava við sær fylgir, ið eru heilt uttan fyri tað, partarnir yvirhøvur hava hugsað um.

Gerðarrætturin metir ikki, at upplýsingarnir í málinum geva grundarlag fyri beinleiðis at halda, at ein umflokking av Eyðuni Elttør úr 10. lønarflokki í 12. lønarflokk er órímilig. Haraftuat kann tað eftir upplýsingunum í málinum ikki leggjast til grund, at Fíggjarmálaráðið í sambandi við semingina hevur gjørt vart við, at ásetingin í semjuni bert skuldi fevna um Róin Mellemgaard, ella at Maskinmeistarafelagið visti ella átti at vita, at Fíggjarmálaráðið skilti semjuna soleiðis.

Frágreiðingarnar hjá umboðunum fyri partarnar eru mótstríðandi og tað má metast at vera ógreitt, hvat er sagt um størvini á Arbeiðseftirlitinum undir samráðingunum og undir semingini. Undir hesum umstøðum, og tá ið hildið ikki verður, at tað skrivliga tilfarið hjá Fíggjarmálaráðnum í sær sjálvum kann grundgeva fyri einum øðrum úrsliti, kann tað ikki metast at vera prógvað, at bert krav um umflokking av starvinum hjá Róin Mellemgaard hevur verið frammi. Tað kann hinvegin ikki leggjast til grund, at Eyðun Elttør beinleiðis varð umrøddur, men í hesum sambandi má dentur leggjast á, at tað ikki kann metast at vera prógvað, at tað undir semingini átti at hava staðið Maskinmeistarafelagnum klárt, at Fíggjarmálaráðið hevði avvíst eitt krav um umflokking av Eyðuni Elttør, um umflokking av Eyðuni Elttør beinleiðis var komið uppá tal.

Limirnir í gerðarrættinum eru sostatt samdir um at geva kærandi viðhald.
Úrskurður sum PDF
Aftur