SMF móti FMR - fráboðan av arbeiðssteðgi

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Jógvan Ellefsen, Niels Winther Poulsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Havnar Arbeiðsmannafelag - HAM, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen, Poul Hansen, Vígdis Johannesen
Mál
4
Ár
2007
Úrskurðardagur
10. desember 2007
Ásetingar
§6(2)e
Lýsing
Træta um tulking av sáttmálaáseting um innplasering.

Træta um stríðsstig.

Ósemja um hvørt fráboðað stríðsstig veruliga var stríðsstig og hvørt tað var heimilað.
Viðgerðin
Mál nr. 4/2007-0004
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Fasti Gerðarrættur metir ikki iva vera um, at spurningar um heimildina av fráboðaðum stríðsstigum kemur undir málsføri hjá gerðarrættinum. Men sum málið er fyrilagt, metir Fasti Gerðarrættur, at talan er ikki um ítøkiliga fráboðað stríðsstig, so sum hetta er at skilja eftir § 6 stk. 2 e) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Málið verður tí avvíst.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.

Partarnir bera harumframt, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sín part av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur heldur

Um málsføri hjá Fasta Gerðarrætti er í § 6 stk. 1 ásett:
Fasti Gerðarrættur hevur altíð førleika at gera av, um mál hoyra undir Fasta Gerðarrætt.

Víðari er í § 6 stk. 2 e) ásett:
"Fasti Gerðarrættur kann altíð taka støðu til hesi mál:
e) um fráboðað ella tikin stríðsstig eru heimilað"

Kærandi hevur reist málið sum mál eftir § 6 stk. 2 e), og biður Fasta Gerðarrætt gera útskurð um, at ein tann 14.09.07 fráboðaður arbeiðssteðgur fyri portørar- og ambalansustarvsfólk í Starvsmannafelagnum er heimilaður.

Eingin tíðaráseting er fyri arbeiðssteðgin, men er hesin tengdur at viðurskiftum, sum møguliga kunnu gerast veruleiki í samband við tær komandi samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag.

§ 8 stk. 5 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt inniheldur viðgerðarfreistir fyri mál, har spurningurin er heimilað/óheimilað stríðsstig. Tá hendan áseting er tengd júst at § 6 stk. 2 e), slepst ikki undan at tulka hesar ásetingar sum ein samantengd skipan. Fasti Gerðarrættur heldur, at júst ásetingarnar um tíðarfreist í § 8 stk. 5 fyri viðgerð í Fasta Gerðarrætti er ein greið ábending um, at tá § 6 stk. 2 e) tosar um "fráboðað" stríðsstig, skal talan verða um ein vissan aktualitet í stríðsstignum, um enn stríðsstigið ikki er tikið.

Eisini metir Fasti Gerðarrættur tað verða óhugsandi, at orðingin í § 6 stk. 2 e) skal vera ætlað, at geeva Fasta Gerðarrætti so breitt málsføri, at gerðarrætturin skal hava heimild at gera útskurð grundaðar á møguliga fyrikomandi støðu. Hetta vildi ført til, at Fasti Gerðarrættur kundi komið at givið "responsum" uppá øll ætlaði stríðsstig t.d. allar ætlaðar arbeiðssteðgar, áðrenn hesir vóru elvdir av eini ítøkiligari trætu.

Kravið til fráboðanina um stríðsstig má í minsta lagi vera, at tað er ávísiligt á hvørjum ítøkiligum grundarlagi stríðsstikið er fráboðað og hvør ítøkiliga trætan er. Hetta sæst ikki at vera tilfeldi í hesum máli.
Úrskurður sum PDF
Aftur