KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Onnur
Partar
Føroya Pedagogfelag - FPGF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Leivur Michelsen, Torleivur Hoydal, Halgir Winther Poulsen
Mál
5
Ár
2007
Úrskurðardagur
12. desember 2007
Ásetingar
§6(2)e, §8(5)
Lýsing
Træta um fráboðan av 24-tíma verkfalli.

Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráddust um nýggjan sáttmála. Pedagogfelagið boðaði í Kringvarpinum limum sínum frá 24-tíma verkfalli at byrja kl. 11.00 dagin eftir.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið helt hetta verða óheimilað stríðsstig.
Mannagongdir
Málið varð viðgjørt eftir § 8(5) um óheimilað stríðsstig.
Viðgerðin
Mál nr. 5/2007-0005

Málið var lagt fyri við kæruriti innkomið við teldupost kl. 22.05 11. desember 2007.

Úrskurðarfundur hildin 12. desember kl. 09.00. Svarrit varð latið inn á fundinum.

Úrskurður sagdur kl. 10.00.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda

Úrskurð

Tann lýsti arbeiðssteðgurin er óheimilaður og eigur ikki at verða settur í verk
Málkostnaður
Hvør partur ber sín egna kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð og reglugerð um gjøld hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Soleiðis sum málið er lagt fyri Gerðarrættin, skal rætturin bert taka støðu til, um tann av Føroya Pedagogfelag lýsti arbeiðssteðgur er óheimilaður.

Í hesum sambandi var Gerðarrætturin samdur um, at dentur má leggjast á, at við fundarslit partanna millum dagin fyri vóru eingi greið boð givin frá hvørgum av pørtunum um at samráðingarnar, sum høvdu staðið við síðani 25. september 2007, vóru endaliga slitnaðar. Heldur ikki hevði Føroya Pedagogfelag givið Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum nøkur boð um, at arbeiðssteðgur fór at verða settur í verk dagin eftir, hvørki á fundinum ella seinni. Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag frætti sostatt ikki um arbeiðssteðgin fyrr enn í tíðindasendingini í Útvarp Føroya kl. 18.00 sama kvøldið.

Gerðarrætturin var samdur um, at undir hesum umstøðum áttu boð um arbeiðssteðgin at verða givin mótpartinum, áðrenn arbeiðssteðgurin var settur í verk.
Úrskurður sum PDF
Aftur