FMR móti SMF - stríðsstig (arbeiðssteðgur í sáttmálasamráðing)

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Sigmund Poulsen, Jógvan Ellefsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Maria á Dul, Torleivur Hoydal, Gurið Joensen, Halgir Winther Poulsen, Vígdis Johannesen
Mál
1
Ár
2010
Úrskurðardagur
01. februar 2010
Ásetingar
§6(2)e, §8(5)
Lýsing
Træta um stríðsstig.

Málið er tengt at FMR móti SMF - stríðsstig (verkfalsfreist); KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall; Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall
Viðgerðin
Mál 01/2010-00014

Kærurit dagfest 01.02.2010

Úrskurðarfundur hildin 01.02.2010
Páhald
Fíggjarmálaráðið krevur, at Stavsmannafelagið skal viðurkenna, at fráboðaði arbeiðssteðgurin fyri limir felagsins, sum starvast á sjúkraflutningsøkinum, er óheimilaður.

Starvsmannafelagið krevur, at arbeiðssteðgurin verður viðurkendur sum heimilað stríðsstig.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí hendan

Úrskurð

Verkfallið, ið Starvsmannafelagið lýsti at byrja tann 1. februar kl. 15:00 fyri limir sínar á sjúkraflutningsøkinum er heimilað stríðsstig, men lýst við ov stuttari freist, og eigur tí at verða avlýst.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur:
Í úrskurði søgdum tann 30. mars 2009 í gerðarrættarmáli nr. 2009-721/0009 segði Fasti Gerðarrættur, at ”Arbeiðssteðgurin, ið Starvsmannafelagið hevur lýst at vera 1. apríl 2009 fyri limir sínar, sum eru portørarnir í sjúkraflutningstænastuni er heimilað stríðsstig”

Fortreytirnar fyri hesum úrskurði vóru tær, at sáttmálin, sum Fíggjarmálaráðið hevði havt við Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar var uppsagdur til 1. apríl 2009, og teir portørar, sum tá vóru limir í Starvsmannafelagnum vóru leysir av tí gamla sáttmálanum við Havnar Arbeiðsmannafelag.

Undir hesum umstøðum kom Fasti Gerðarrættur til ta niðurstøðu, at Starvsmannafelagið var í fullum rætti til at lýsa verkfall sum lið í arbeiðinum at útvega limum sínum nýggjan sáttmála.

Hendan støða stendur óbroytt við millum partarnar, og er verkfall viðurkent stríðsstig í tílíkari støðu.

Undir hesum gerðarrættarmálinum hava partarnir verið samdir um at eingin sáttmáli er í gildi viðvíkjandi portørum, og at samráðingar partanna millum um nýggjan sáttmála vórðu slitnaðar, uttan at nýggjar samráðingar vórðu avtalaðar.


Fasti Gerðarrættur heldur, at talan er í roynd og veru um verkfall og ikki um arbeiðssteðg. Í føroyskum arbeiðsrættarhøpi hevur verið vanligt, at arbeiðssteðgur verður lýstur sum tíðaravmarkaður steðgur í arbeiðinum, ið vanliga ikki varar longri enn 24 tímar.

Í hesum málinum er talan um arbeiðssteðg, ið er lýstur uttan tíðarfreist, og er eftir Gerðarrættarinar tykki talan um verkfall.

Fasti Gerðarrættur er samdur um, at eins og staðfest varð í úrskurðinum, ið nevndur er omanfyri, hevur Starvsmannafelagið framvegis rætt til at lýsa verkfall sum lið í arbeiðnum at fáa nýggjan sáttmála.

Hóast hetta heldur Fasti Gerðarrættur, at tað eisini á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ein almenn galdandi regla um, at verkfall ella arbeiðssteðgur eiga at verða lýst við einári eftir umstøðunum hóskandi freist.

Um hendan spurningin hevur Fíggjarmálaráðið ført fram, at freistin eigur at vera sama freist, sum galdandi er í serstøku setanarbrøvunum fyri hvønn einstakan portør, tvs. ein mánaði. Í øllum førum ger Fíggjarmálaráðið galdandi, at ein ávís freist er galdandi fyri at lýsa verkfall, sjálvt tá talan er um samráðingarslit.

Hinvegin hevur Starvsmannafelagið ført fram, at tað er gomul og føst siðvenja á føroyska arbeiðsrættarliga økinum, at við sáttmálaloysi og samráðingarlok er frítt at fara í verkfall, uttan at givin verður nøkur serlig freist.

Fasti Gerðarrættur vísir í hesum sambandi til tvær avgerðir, ið eru galdandi fyri føroyskan arbeiðsrætt. Tann fyrri er dómur sagdur av Eystara Landsrætti 20. novembur 1991 í einum máli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, ið snúði seg um lønartrætu hjá læknaskrivarum á Landssjúkrahúsinum, og eitt samhugaverkfall til stuðuls fyri hesa trætu.

Í dómi sínum sigur Landsrætturin: ”…..en sådan sympatistrejke – i mangel af overenskomstmæssigt varsel – må iværksættes med et under hensyn til modpartens interesser bestemt, rimeligt varsel. Under foreliggende omstændigheder, hvor sympatistrejken skulle træde i kraft ved udgangen af samme døgn, som den blev varslet, kan dette krav ikke anses for opfyldt.”

Fasti Gerðarrættur hevur í úrskurði, søgdum tann 12. desembur 2007 í einum máli millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag gjørt av, at ein arbeiðssteðgur, ið lýstur var í tíðindasendingini hjá útvarpinum eitt kvøldið til at koma í gildi morgunin eftir við arbeiðsbyrjan, og sum skuldi vara í 12 tímar, varð lýstur uttan at samráðingarnar vóru slitnar, og haraftrat við ov stuttari freist, var óheimilaður, og ikki átti at vera settur í verk.

Fasti Gerðarrættur er framvegis av teirri fatan, at arbeiðssteðgur og verkfall skulu lýsast við einari freist, ið eigur at vera hóskandi eftir tí arbeiðsøki talan er um. Ein tílík freist er ikki ásett í nøkrum føroyskum sáttmála, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at hann kann áseta, hvussu long ella stutt freistin skal vera. Hetta er ein samráðingar- og sáttmálaspurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu loysa. Til hetta er gjørt, kann Fasti Gerðarrættur bert í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um ein freist kann sigast at vera nøktandi.

Í hesum málinum er talan um eitt sera viðbrekið samfelagsøki, sjúkraflutningsøkið í øllum landinum, og ávís týdningarmikil arbeiði á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Talan er um sáttmálaloysi, og samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru slitnaðar uttan at nýggjur samráðingarfundur var avtalaður. Fyrsta fráboðan um verkfall at byrja kl. 15.00 varð givin til teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar í telefonsamrøðu uml. kl. 11:30 tann 1. februar. Verkfallið varð fráboðað í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum á middegi sama dag. Kl. 14:00 ringir formaðurin í Starvsmannafelagnum til stjóran á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og boðar frá verkfallinum. Tá var gerðarrættarmálið byrjað við kæruriti frá Fíggjarmálaráðnum kl. 13:30.

Fasti Gerðarrættur er samdur um, at hóast verkfall er heimilað stríðsstig undir teimum umstøðum talan er um í hesum málinum, er verkfallið lýst við ov stuttari freist, og at verkfallið tí eigur at verða avlýst.
Úrskurður sum PDF
Aftur