FMR móti SMF - stríðsstig (verkfalsfreist)

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Stríðsstig
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Halgir Winther Poulsen, Maria á Dul, Torleivur Hoydal, Vígdis Johannesen
Mál
2
Ár
2010
Úrskurðardagur
03. februar 2010
Ásetingar
§6(2)e, §8(5)
Lýsing
Træta um stríðsstig. Málið er tengt at FMR móti SMF - stríðsstig (arbeiðssteðgur í sáttmálasamráðing); KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall; Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall
Viðgerðin
Mál 02/2010-00015 Kærurit dagfest 02.02.2010 Úrskurðarfundur hildin 03.02.2010
Páhald
Fíggjarmálaráðið krevur, at freistin eigur at vera sama freist, sum galdandi er í serstøku setanarbrøvunum fyri hvønn einstakan portør, t.v.s. ein mánaður. Í øllum førum eigur ein ávís freist at vera fyri at lýsa verkfall, sjálvt um talan er um samráðingarslit. Starvsmannafelagið heldur uppá, at tað er gomul og føst siðvenja á føroyska arbeiðsrættarliga økinum, at við sáttmálaloysi og samráðingarslit er frítt at fara í verkfall, uttan at givin verður nøkur serlig freist.
Niðurstøða
Gerðarrætturin sigur tí samsvarandi niðurstøðu meirilutans hendan Úrskurð Tað verkfallið, sum Starvsmannafelagið lýsti tann 2. februar kl. 15.24, at byrja tann 3.februar kl. 08.00 er heimilað stríðsstig, men lýst við ov stuttari freist, og eigur tí ikki at verða sett í verk.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur: Partarnir hava stórt sæð gjørt somu sjónarmið galdandi, sum í gerðarrættarmálinum 1/2010 millum somu partar. Kærarin, Fíggjarmálaráðið, førir fram, at freistin eigur at vera sama freist, sum galdandi er í serstøku setanarbrøvunum fyri hvønn einstakan portør, t.v.s. ein mánaður. Í øllum førum ger kærarin galdandi, at ein ávís freist eigur at vera fyri at lýsa verkfall, sjálvt um talan er um samráðingarslit. Kærdi, Starvsmannafelagið, førir fram, at tað er gomul og føst siðvenja á føroyska arbeiðsrættarliga økinum, at við sáttmálaloysi og samráðingarslit er frítt at fara í verkfall, uttan at givin verður nøkur serlig freist. Einasta broyting, ið hend er í hesum sambandi, er, at Eystari landsrættur í 1991 í einum dómi, ið snúði seg um samhugaverkfall til stuðuls fyri lønartrætu hjá læknaskrivarum á Landssjúkrahúsinum, hevur ført danskan arbeiðsrætt inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, og síðani er tað hent, at Fasti Gerðarrættur í gerðarrættarmálinum 5/2007: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið móti Føroya Pedagogfelag hevur fylgt hesum upp. Í úrskurðinum í gerðarrættarmálinum 1/2010 sigur ein samdur gerðarrættur eftir at hava givið Starvsmannafelagnum viðhald í, at fortreytirnar fyri at fara í verkfall undir galdandi umstøðum, vóru loknar, og at verkfallið sostatt var at meta sum heimilað stríðsstig, at: Fasti Gerðarrættur er framvegis av teirri fatan, at arbeiðssteðgur og verkfall skulu lýsast við einari freist, ið eigur at vera hóskandi eftir tí arbeiðsøki, talan er um. Ein tílík freist er ikki ásett í nøkrum føroyskum sáttmála, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at hann kann áseta, hvussu long ella stutt freistin skal vera. Hetta er ein samráðingar- og sáttmálaspurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu loysa. Til hetta er gjørt, kann Fasti Gerðarrættur bert í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um ein freist kann sigast at vera nøktandi. Í hesum málinum er talan um eitt sera viðbrekið samfelagsøki, sjúkraflutningsøkið í øllum landinum, og ávís týdningarmikil arbeiði á øllum trimum sjúkrahúsunum. Fasti Gerðarrættur er síðani komin eftir at einkultir sáttmálar hava fráboðanarfreist í samband við verkfall. Ein samdur gerðarrættur sigur um høvuðsmálskravið hjá kærandi, sum er at í einum føri, har eingin freist er avtalað í sáttmála partanna millum, eigur verkfall at verða lýst við individuellu uppsagnarfreistini hjá hvørjum einkultum limi, ið tekur lut í verkfallinum. Tann tíðin, gerðarrætturin hevur til at viðgera málið, loyvir ikki, at farið verður gjøllari inn í at kanna danskan arbeiðsrætt á hesum økinum, og gerðarrætturin metir heldur ikki, at tað er viðkomandi fyri málið. Tað tykist tó at ganga fram av tí, sum skrivað verður um hendan spurning, serliga í bókini Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret (2008), at eitt fakfelag undir øllum umstøðum hevur sjálvstøðugan rætt til at lýsa verkfall uttan at spyrja teir einstøku limirnar, og at hvør einstakur limur hevur skyldu til at luttaka í tílíkum verkfalli. Í Danmark eru í høvuðsavtaluni millum DA og LO freistir fyri at boða frá verkfalli, ávikavist 14 og 7 dagar áðrenn verkfallið byrjar. Sambært rættarsiðvenju í Danmark, gongur kollektiva verkfalsfráboðanin fram um tær serstøku uppsagnarfreistirnar hjá limunum. Hesar reglur eru galdandi eisini fyri lógarásettar uppsagnarfreistir, eitt nú § 2, stk. 10, í donsku starvsmannalógini. Viðmerkt verður, at líknandi reglur eru galdandi í føroysku starvsmannalógini, har § 2, stk. 7, er soljóðandi: ,,Hesar reglur víkja fyri uppsagnarfreistum starvsfelagna í førum lógliga boðaðum arbeiðssteðgi.” Í Danmark er størri óvissa um, hvat galdandi er, har høvuðsavtala ikki er partanna millum. Tó verður hildið við reiðiliga stórari vissu, at tá tað snýr seg um feløg á tí vanliga arbeiðaraøkinum (serliga LO-økið) er konfliktrætturin hjá feløgunum, meðan tað er heldur ivasamari, hvat galdandi er á starvsmanna- og akademikaraøkinum. Gerðarrætturin heldur, at hesar reglur, sjálvt um tær høvdu verið galdandi í Føroyum, hvat tær ikki eru, ikki siga nakað avgjørt um, hvørt tann av felagnum ásetta freist er galdandi ella freistin í setanarbrøvunum, sum kærarin førir fram. Hinvegin ætlar Fasti Gerðarrættur sum fráboðað í úrskurðinum í gerðarrættarmálinum 1/2010 ikki at áseta eina ávísa freist, men lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum um hetta. Tá ræður um málskravið hjá innkærda, er gerðarrætturin í tveimum: Fýra limir í øðrum partinum og ein í hinum. Tann eini limurin, Vigdis Johannesen, førir fram, at tann freist, ið givin er av Starvsmannafelagnum í verkfalsfráboðanini frá 2. februar 2010, er í samsvari við ta siðvenju, sum vanliga hevur verið galdandi í føroyskum arbeiðsrættarligum høpi, og hon góðkennir tí, at verkfallið er heimilað og lógliga lýst. Vigdis Johannesen meinar at áralong siðvenja er, at tað ikki er neyðugt við fráboðanarfreist. Eingin á arbeiðsgevarasíðuni hevur nakrantíð mótmælt hesari mannagongd. Tí ber ikki til hjá Fasta Gerðarætti at síggja burtur frá hesari siðvenju. Um tað, sum saksøkti ger galdandi, at tað er long og føst siðvenja á føroyska arbeiðsmarknaðinum, at verkfall kann setast í verk uttan freist, føra teir fýra limirnir, Halgir Winther Poulsen, Gurið Joensen, Maria á Dul og Torleivur Hoydal fram: Kærarin hevur í hesum sambandi gjørt galdandi, at talan er ikki um nakra rættarsiðvenju. Nú hevur innkærdi einki gjørt fyri at prógva, at ein tílík rættarsiðvenja er galdandi í Føroyum, og tíðin loyvir ikki gerðarrættinum at viðgera hesi viðurskifti gjøllari. Tað er óivað veruleikin, at verkføll hava verið lýst í Føroyum við sera stuttum freistum, og tað er kanska einki løgið, tá hugsað verður um, at ongar generellar reglur eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at møguleikin at fáa eina rímiliga skjóta avgerð í tílíkum spurningum var reiðiliga avmarkaður, við tað at eitt rættarmál kundi taka mánaðir og ár. Fasti Gerðarrættur, sum fyrst og fremst hevur til uppgávu at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum, sum ásett í sáttmálanum, hevur eisini sum uppgávu at menna føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt (§ 1 (3) í sáttmálanum). Sum nevnt í úrskurðinum í gerðarrættarmálinum 1/2010 hevur Fasti Gerðarrættur ongar ætlanir um at seta nakra kollvelting í gongd á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men hevur ætlað og ætlar framvegis at koma við sínum íkasti til nútímansgerð av føroyska arbeiðsmarknaðarrættinum til tess at fáa hann at svara betri til nútíðarviðurskifti og tey krøv, ið eitt framkomið samfelag setir. Hetta er, sum nevnt í omanfyri nevnda úrskurði, ætlanin at gera við í hvørjum einkultum føri at taka støðu til arbeiðsósemjur, ið verða lagdar fyri gerðarrættin og, umframt at loysa tílík mál, at gera tað á ein hátt, ið kann leggja eitt klípi í garðin um føroyskan arbeiðsmarknaðarrætt. Innkærdi førir somuleiðis fram, at Fasti Gerðarrættur er í ferð við at seta vandamiklar og skaðiligar reglur, innfluttar úr donskum arbeiðsmarknaðarrætti, í gildi í Føroyum. Hetta er ikki soleiðis, men havandi í huga, at sera lítið finst av skrivaðum arbeiðsmarknaðarrætti í Føroyum, søkir Fasti Gerðarrættur sær sjálvandi íblástur úr donskum eins væl og annara landa arbeiðsmarknaðarrætti. Hvat viðvíkur freistum fyri at byrja verkføll eru tílíkar bindandi freistir galdandi í øllum Norðurlondum, og Fasti Gerðarrættur heldur framvegis, at neyðugt er við tílíkum reglum í einum framkomnum samfelagi. Tað er tó framvegis støðan hjá gerðarrættinum, at tílíkar reglur fyrst og fremst eiga at verða settar í verk av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Í framførslu síni førdi sakførarin hjá innkærda harumframt fram, at um Fasti Gerðarrættur ikki broytti støðu frá tí, ið avgjørt varð í gerðarrættarmálinum 1/2010, kom hetta at vera byrjanin til endan á Fasta Gerðarrætti. Hvat liggur í hesum, er ikki heilt greitt, men eyðvitað liggur ein og hvør meting um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara at venda sær frá sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt, um rætturin ikki boyggir seg í hesum málinum. Hertil er at siga, at Fasti Gerðarrættur kennir seg at hava skyldu til at avgera mál eftir bestu sannføring. Tó eigur at verða mint á, at skuldi tað hent, at skipanin við Fasta Gerðarrætti fellur burtur, hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin, og her tá serliga løntakararnir, einki annað at detta aftur á, enn ta mannagongd, sum tók seg upp í byrjanini av 2000-árunum, nevniliga at arbeiðsgevararnir fóru í fútarættin og fingu fútabann sett fyri at farið varð í verkfall. Í einum tílíkum fútarættarmáli verður vanliga farið fram í skundi, og lítið verður vanliga gjørt burtur úr at viðgera málini í staklutum. Aftan á at eitt fútabann er sett, skal tað góðkennast av rættinum í einum serstøkum rættarmáli, ið kann vara mánaðir og ár. Hvat viðvíkur spurninginum um freist ella ikki freist í sambandi við byrjan av verkfalli, er lítið ført fram um, hví tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at eitt verkfall altíð skal byrja næstan í somu løtu, sum tað verður fráboðað. Framman undan at eitt verkfall verður sett í verk, hava sum oftast verið samráðingar partanna millum, og í hesum málinum er upplýst, at hesar samráðingar hava vart frá á vári 2009. Tað er væl skiljandi, at Starvsmannafelagið er troytt og nú ikki vil bíða longur at fáa sáttmála í lag, men Fasti Gerðarrættur hevur ilt við at síggja, at tað skal vera so skaðiligt, at nakrir fáir dagar ganga afturat, áðrenn verkfallið verður effektivt, um so er, at ein ávís freist verður sett. Øðrumegin stendur ein gomul venja, ið kanska er rættarsiðvenja ella kanska ikki, um at eitt verkfall altíð skal byrja beinanvegin, sum tað verður lýst. Hinumegin standa tey krøv, sum eitt nútímans samfelag setir á so nógvum ymiskum økjum um at avmarka óætlaðan skaðavirknað av eitt nú einum verkfalli. Tann arbeiðssteðgurin, ið varð avtikin eftir úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti, varð avblástur frá kl. 17.00 týsdagin 2. februar 2010 at rokna. Samstundis varð boðað frá verkfalli fyri sama starvsbólk at byrja mikumorgunin 3. februar 2010 kl. 8.00. Hetta vil í roynd og veru siga, at meginparturin av teimum limum felagsins, sum vóru í arbeiðssteðgi, skuldu gevast við hesum kl. 17.00, tá arbeiðstíðin saktans vanliga er lokin, og byrja aftur við verkfallinum morgunin eftir kl. 8.00 við byrjan av arbeiðstíð. Í sambandi við viðgerðina av gerðarrættarmálinum 1/2010 varð upplýst, at arbeiðssteðgurin var fráboðaður gjøgnum telefonina, og samstundis varð boðað frá, at neyðsynjartænastur vóru undantiknar arbeiðssteðginum. Meirilutin av gerðarrætturin heldur framvegis, at eitt verkfall á einum tílíkum øki sum sjúkrahúsøkinum og sjúkraflutningstænastuni eigur at vera fyrireikað og skipað á ein hátt, sum tryggjar minst møguligan ótilætlaðan skaðavirknað uttan at skerja effektivitetin av verkfallinum á óneyðugan hátt. Vísandi til tað, sum ført er fram omanfyri heldur meirilutin í Fasta Gerðarætti framvegis, at verkfall eigur at vera lýst við ávísari hóskandi freist. Tann eini gerðarættardómarin vísir til tað, hon hevur ført fram omanfyri og sigur sum sína støðu at, tann av Starvsmannafelagnum lýsta freistin er samsvarandi fastari siðvenju og tí í lagi.
Sergrundgeving
Tann eini limurin, Vigdis Johannesen, førir fram, at tann freist, ið givin er av Starvsmannafelagnum í verkfalsfráboðanini frá 2. februar 2010, er í samsvari við ta siðvenju, sum vanliga hevur verið galdandi í føroyskum arbeiðsrættarligum høpi, og hon góðkennir tí, at verkfallið er heimilað og lógliga lýst. Vigdis Johannesen meinar at áralong siðvenja er, at tað ikki er neyðugt við fráboðanarfreist. Eingin á arbeiðsgevarasíðuni hevur nakrantíð mótmælt hesari mannagongd. Tí ber ikki til hjá Fasta Gerðarætti at síggja burtur frá hesari siðvenju.
Úrskurður sum PDF
Aftur