MF móti FMR - tímatal á pedagogútbúgving

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2))
Umboð
Christian Andreasen, Gunn Ellefsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Magistarafelagið - MF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Maria á Dul
Mál
4
Ár
2010
Úrskurðardagur
19. desember 2011
Lyklaorð
aftanfyriliggjandi útrokning, arbeiðsnormur, ársnormur, ársvikutímar, bindandi siðvenjur, broytingaravtala, dømast at viðurkenna, frymil, fult starv, fyrivarni, fyrsta skjalprógvaða tekin, galdandi sáttmáli, gildi sum siðvenja, heildarmynd, heldur tískil fram, hvussu hvør skal vektast, hvussu roknast skal, írestandi løn, kend skipan, læraraútbúgving, lønarskipan, mest viðkomandi tulkingargrundarlag, miðal vikutímatal, neyðug skipan, onki gjørt at broyta støðuna, pedagogútbúgving, protokollat, reguleringar, sáttmálakrav sýnir, sáttmálakrav, sáttmálaøki, sáttmáli inniheldur siðvenjur, setanarbræv, siðvenja, siðvenjan kann uppsigast, siðvenjufevnd, skapa mun á, skipan, skjalprógvað tekin, spurt seg fyri, stevning sum uppsøgn, stevning, tekin um ónøgd, tímaniðurskurð, tulkingargrundarlag, tveir mátar at rokna uppá, umrokningarbrøkur, undirliggjandi tulking, undirvísingarskyldugt tímatal, undirvísingarskylda, uppstaðin siðvenja, uppsøgn av siðvenju, út- og umrokningarskipan, vekta, við siðvenju góðkend skipan, viðkomandi tulkingargrundarlag, vikunormur, vikutímatal, vitandi um
Ásetingar
§6(3)a, §6(3)c, §6(3)d, Partar
Lýsing
Træta um undirvísingarskyldu. Tveir limir í Magistarafelagnum fingu álagt at undirvísa ávísar tímar. Ósemja stóðst, hvørt hetta var útyvir undirvísingarskyldugt tímatal. Ásetingar vóru í sáttmála og setanarbrævi, umframt at ávís venja var bæði undan og eftir yvirtøku av málsøki viðvíkjandi uppgerð av undirvísingarskyldu. Spurningur var nú, hvørt talan var um siðvenju, hvussu siðvenja kemur í lag, og hvussu siðvenja uppsigast.
Mannagongdir
Málið áður viðgjørt í Føroya Rætti sum BS 707/2006. Málið viðgjørt sum tulking av sáttmála.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 22. mars 2010. Svarrit dagfest 19. august 2010. Úrskurðarfundur ásettur 24. november 2011.
Páhald
Magistarafelagið helt uppá, at tveir limir høvdu undirvísingarskyldugt tímatal uppá 19 tímar um vikuna, men høvdu undirvíst meira, og tí høvdu krav uppá írestandi løn og rentu. Fíggjarmálaráðið kravdi frídøming, í øðrum lagi, at øll viðurskifti viðvíkjandi lønarútrokningunum, sum ikki ganga fram av sáttmálanum, skulu takast upp í uppgerðini av írestandi løn.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda Úrskurð Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður frídømdur
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað. Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur: Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6 stk. 3 c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til: Um 19 tímar kann sigast at vera vikuliga undisvísingarskylduga tímatalið fyri undirvísing á pedagogútbúgvingini á Føroya Læraraskúla í tíðarskeiðnum 1. mai 2001 – august 2008, og um teir kærandi hava krav uppá írestandi til løn fyri tímarnar, ið teir hava undirvíst meir enn 19 tímar um vikuna. Ásetingin í sáttmálanum millum Magistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum hevur havt gildi síðani 1990 er hendan: Læraraskúlin: Ársnormurin er 744,23 tímar um árið roknað soleiðis = 40/40*19*39,17 Partarnir eru ósamdir um, hvussu hendan orðing ella frymil fyri at rokna vikunormin fyri fult starv fyri lærarar á Føroya Læraraskúla skal skiljast – og er tað serliga týdningurin av 19 talinum – sum skilir partarnar. Kærandi ger galdandi, at 19, stendur fyri hugtakinum åug/årsugetimer/ársvikutímar, og er ein áseting um, at full arbeiðstíð fyri allar lærarar á Føroya Læraraskúla er 19 undirvísignarskyldugir tímar um vikuna, og hetta uttan mun til um undirvíst verður á pedagogútbúgvingini ella læraraútbúgvingini. Innkærdi hinvegin ger galdandi, at 19 talið ikki er altavgerandi fyri undirvísingarskylduna, tí aftanfyri frymilin liggur ein við siðvenju góðkend útrokningarskipan, sum ásetur, hvussu roknast skal fram til tær 19 eindirnar, alt eftir um undirvíst verður á pedagog – ella læraraútbúgvingini. Sum komið er fram í skjalaframløguni og vitnisfrágreiðinunum í málinum er støðan tann, at útrokningin til fulla arbeiðstíð í tíðarskeiðnum 1986 til 2008 er gjørd ymiskt í mun til undirvísing á pedagog– og læraraútbúgvingini. M.a. verða undirvísingartímarnir á pedagogútbúgvingini umroknaðir við faktorinum 19/22, og viðførir hetta, eina hægri vikuliga undirvísíngartímaskyldu á pedagogútbúgvingini, fyri at vinna rættin til fulla løn. Fasti Gerðarrættur heldur – eins og tað er komið fram í flestu vitnisfrágreiðingunum – at umrødda áseting, um arbeiðsnorm á Føroya Læraraskúla, ikki hevur so mikið sjálvstøðugan og greiðan týdning, at sigast kann, at ásetingin einsamøll skipar arbeiðstíð og løn fyri lærarar á Føroya Læraraskúlan. Tískil metir Fasti Gerðarrættur, at neyðugt er at tulka orðingina. Fasti Gerðarrættur metir í hesum sambandi, at mest viðkomandi tulkingargrundarlag til ásetingina, er tann aftanfyriliggjandi um- og útrokning, sum er nýtt til at umsita lønarskipanina á Føroya Læraraskúla við í tíðarskeiðnum 1986 – 2008, og t.v.s. eisini eftir at umrødda áseting kom í sáttmálan í 1990. Í hesi um- og útrokningarskipan eru bæði ásetingar av reguleringum fyri tímaniðurskurð, hvussu hvør undirvísingartími skal vektast, og nevndi umrokningarbrøkurin uppá 19/22, og gevur hendan út- og umrokning, sum er lýst m.a. í skjali A og skjali B, saman við nevnda frymli heildarmyndina av tíma- og lønarskipanini á Føroya Læraraskúla. Í roynd og veru er tað hendan út- og umrokningarskipanin, sum skapar munin á undirvísíngarskylduni og ikki frymilin í sáttmálaásetingini. Hetta tí frymilin, soleiðis sum hann saman við út – og umrokningarskipanini er nýttur, hevur virkað sum áseting um, at 19 lønareindir um vikuna geva fulla løn, meðan útrokningin av undirvísingarskyldugu tímunum hinvegin hava ligið í um- og útrokningarskipanini og verið ávikvist 19 og 22, alt eftir um undirvíst er á lærara- ella pedagogútbúgvingini. Í so máta hevur sáttmálaásetingin frá 1990 ikki broytt nakað uppá tí aftanfyriliggjandi út- og umrokningarskipanina, tí ásetingin vísur bert úrslitið av útrokningarskipanini, sum hevur tveir mátar at rokna fram til tær 19 eindirnar, alt eftir um talan er um undirvísing á pedagog- ella læraraútbúgvingini. Tá tíma- og lønarskipanin bert kann lýsast saman við aftanfyriliggjandi um- og útrokningarskipanini, metir Fasti Gerðarrættur seg kunna leggja til grund, at út- og umrokningarskipanin er at javnseta við útfyllandi avtalu í mun til eina mangulfulla áseting í sáttmálanum. Protokollatið frá 11. sept. 2001 er fyrsta skjalprógvaða tekin frá kærandi um, at kærandi er ónøgdur við støðuna við arbeiðstíð og arbeiðsviðurskiftini á Føroya Læraraskúla. Hetta er 11 ár eftir at ásetingin um arbeiðsnorm kom í sáttmálan í 1990, og ímeðan hevur tann týðandi um – og útrokningarskipan virkað eins og áðrenn 1990 t.v.s. heilt frá 1986. So fer langt samskifti í gongd partanna millum um hesi viðurskifti, men kærandi ger tó einki ítøkiligt fyri at broyta støðuna og skipanina, og heldur hon tískil áfram, inntil hon verður broytt við avtaluni um royndarskipan í 2008. Tá út- og umrokningarskipanin má síggjast sum útfyllandi avtala til sáttmálaásetingina, og skipanin hevur verið umsitin á sama hátt frá 1986 til 2008, er uppstaðin ein siðvenja, sum partarnir eru bundnir av eins og sáttmálatekstur. Tá talan er um útfyllandi siðvenju, kann ikki sigast, at siðvenja er í stríð við sáttmálatekstin, tí at siðvenjan er útfyllandi merkir, at sattmálaásetingin kann ikki umsitast nøktandi uttan tí útfyllandi siðvenjuna. Tað er ikki eitt krav fyri bindandi virknaðin av slíkari siðvenju, at partarnir positivt hava givið tilsøgn um at góðkenna skipanina. Passivitetur í longri tíð hevur eisini bindandi virknað, tá tað av umstøðunum má metast at hava vera greitt fyri viðkomandi partar, at skipanin er til staðar, og verður nýtt. Fasti Gerðarrættur metir tað vera lítið sannlíkt, at Magistarafelagið í tíðarskeiðnum frá 1990 til 2001 ikki hevur verið vitandi um skipanina, tí um skipanin ikki varð nýtt, kundu hvørki skúli, felag ella lærarar á pedagog ella læraraútbúgvingini hava fatan av hvussu undirvísingartímarnir vera vektaðir, hvussu tímaniðurskurður verður givin, hvussu teirra vikuskema var roknað og hvussu teirra løn var samansett. Av frágreiðingunum framgongur eisini, at lærarar altíð hava spurt um tíma- og lønarútrokningarnar og fingið frágreiðing, og at lønarskipanin javnan var til umrøðu í lærararáðnum. Sáttmálakrøvini frá Landsstýrinum í 1993, har kravdur var ein hækkaður vikunormur til ávikavist 24 og 22 á pedagogútbúgvingini og læraraútbúgvingini vísur eisini, at tað tá hevur verið aktuelt við ávísum muni á vikunorminum. Fasti Gerðarrættur metir, at langa tíðin, har um- og útrokningarskipanin – og harí umrokning uppá 19/22 fyri undirvísingartímarnar í pedagogútbúgvingini - hevur verið nýtt sum avgerandi tulkingar- og umsitingargrundarlag fyri ásetingini um ársnorm, uttan at kærandi hevur tikið neyðug stig til at broyta skipanina, hevur givið hesi skipan gildi sum siðvenju. Slík siðvenja kann uppsigast. Men tá talan er um skipan, sum er neyðug sum undirliggjandi tulkingargrundarlag fyri eini sáttmálaáseting, og siðvenjan hevur gildi sum sáttmálaáseting, má siðvenjan sigast upp saman við tilhoyrandi sáttmálaásetingini, ella við ítøkiligari broytingaravtalu partanna millum. Stevning er í so máta ikki uppsøgn av siðvenjuni. At kærandi Rógvi Thomsen og Hans Mourits Foldbo hava fingið setanarbrøv, har miðal vikutímatalið er sett til 19, broytir ikki støðuna. Tí á setanarbrøvunum er tikið fyrivarni viðv. arbeiðstíðini, og víst er í hesum sambandi til galdandi sáttmála. Galdandi sáttmáli inniheldur eisini tær bindandi siðvenjurnar, sum eru á sáttmálaøkinum. Fasti Gerðarrættur metir tí, at innkærdi, Fíggjarmálaráðið, ikki kann dømast at viðurkenna, at Rógvi Thomsen og Hans Mourits Foldbo, sum lærarar á pedagogútbúgvingini á læraraskúlanum einans hava eitt undirvísingarskyldugt tímatal uppá 19 tímar um vikuna, og at teir orsakað av hesum hava eitt krav uppá írestandi løn íroknað procesrentu mótvegis Fíggjarmálaráðnum frá 1. mai 2001, fyri teir tímar, ið teir av arbeiðsgevaranum eru vorðnir álagdir at arbeiða út yvir undirvísingarskylduga tímatalið uppá 19.
Úrskurður sum PDF
Aftur