SMF móti KAF – sløkkiliðsmenn

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Maria á Dul, Torleivur Hoydal
Mál
1
Ár
2011
Úrskurðardagur
22. oktober 2012
Lyklaorð
bipparavakt, ólagaliga arbeiðstíð, samdøgursvakt, tilkalling, tulking, úrtíð, vaktargjald, yvirtíð,
Ásetingar
§6(3)c
Lýsing
Træta um vaktargjald fyri tilkalling.

Ásetingar eru í sáttmála um tilkalling og yvirtíð. Ósemja er um, hvørt sløkkiliðsmenn í føstum starvi hjá kommunu eiga at fáa aðra av hesum viðbótum, tá ið teir verða kallaðir til arbeiðis aftur undir ávísum umstøðum.

Málið tengt at SMF móti KAF - úrtíðarløn.
Mannagongdir
Málið viðgjørt sum tulking av sáttmála.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 25. juni 2011.

Úrskurðarfundur ásettur 24. august kl. 09.00 á Hotel Hafnia.

Úrskurðarfundur ásettur 11. august í hølinum hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Páhald
Starvsmannafelagið krevur at sløkkiliðsmenn undir ávísum umstøðum eiga antin gjald fyri tilkallivakt eftir § 29 ella í øðrum lagi yvirtíð eftir § 26, stk. 3 í sáttmálanum.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið krevur frídøming.
Niðurstøða
Gerðarrætturin sigur tí henda úrskurð:

kærandi felagið, Starvsmannafelagið, fær ikki viðhald í krøvum sínum móti innkærda felagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, i hesum máli.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín egna kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur:

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum tulkingarmál, og eru tað serliga hesar greinar í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum hava týdning:

§ 25 arbeiði í ólagaligum tíðarskeiðum.

§ 29 tilkallivakt.

§ 20 Sløkkiliðsmenn.

§ 26 Yvirarbeiði.

Harumframt hevur innkærdi ført fram, at tann ósemja, sum løgd er fyri Fasta Gerðarrætt í hesum málinum, í roynd og veru hevur verið til viðgerðar partanna millum í fleiri samráðingarumførum, har Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur noktað at góðkent krøvini frá Starvsmannafelagnum. Tað er tí óheimilað at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt til avgerðar.

Báðir hesir spurningar hava verið til viðgerðar í Farsa Gerðarrætti, hóast megin áherðslan frá báðum pørtum hevur verið løgd á tulkingarspurningin.

Fasti Gerðarrættur er komin til hesa niðurstøðuna viðvíkjandi tulking av sáttmálanum:

§ 25 Arbeiði í ólagaligum tíðarskeiðum
§ 25 snýr seg um, hvat starvsfólk, lønt eftir hesum sáttmála skulu hava eyka í løn, um tey arbeiða ólagalig tíðarskeið, sum í hesi grein er definerað sum tíðin millum kl. 17.00 og 07.00 og alt samdøgrið vikuskifti.
Tað, sum hevur týdning her, er at talan skal vera um at verða til arbeiðis, og ikki at vera á vakt, t.e. tøkur til arbeiðis um okkurt er áfatt. Henda grein verður nýtt á arbeiðsplássum, har neyðugt er, at arbeitt verður 24 tímar um samdøgrið.
Oftast er arbeiðstíðin ólagaligar tíðir 8 tímar, soleiðis at samdøgrið verður býtt í trý, til dag, kvøld og náttararbeiði, men tað er sæð, at hon kann verða upp til 12 tímar, og tá býtt í tvey til dagarbeiði og kvøld/náttararbeiði.

§ 29 Tilkallivakt
Henda grein umrøður tilkallivakt. Her er ikki nærri tilskilað, um talan er um vakt heimanífrá ella vakt frá vaktrúmi. Greinin umrøður, hvat skal rindast starvsfólki fyri tilkallivakt eftir hesum sáttmála.
Tilkallivaktir av hesum slagi umfata vanliga 1-2 starvsfólk, sum skulu vera tøk uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Vaktirnar eru skipaðar í vaktarskema, og vanliga hevur eitt starvsfólk ikki vakt meira enn ein dag í senn. Hetta tí at vanligt er at verða tilkallaður til arbeiðis í vaktini.

§ 20 Sløkkiliðsmenn
Hetta er ein sergrein fyri sløkkiliðsmenn. Hon er, metir Fasti Gerðarrættur, gjørd til tilkallivaktirnar hjá teimum, tí tær eru av øðrum slag enn tilkallivaktir vanliga eru. Bæði tí talan er um 12 persónar, sum eru á vakt í senn, og tí talan er um tilkallivakt í eina viku í senn. Hetta tí arbeiðsbyrðan í tilkallivaktunum er avmarkað.

§ 26 Yvirarbeiði
Henda grein sigur hvussu yvirtíð skal avroknast.
Starvsfólk, sum verða biðin at arbeiða útyvir fullan arbeiðstíðsnorm, sum sambært § 22 í hesum sáttmála er 39 tímar um vikuna, eiga samsýning fyri yvirtíð sambært hesi grein. Eisini starvsfólk, sum eri í tilkallivakt og verða kallað til arbeiðis, eiga samsýning fyri yvirtíð sambært § 26, § 20 um sløkkiliðsmenn og § 29 um tilkallivakt.
Í § 26 er tó ein avmarking í stk. 3, at ein eyka yvirtími verður bert goldin teimum, sum ikki hava tilkallivakt.
Starvsfólk umfatað av § 29 fáa ikki bæði vaktargjald og yvirtíð fyri somu tímar sambært § 29, stk. 4.
Henda sama avmarking er ikki í § 20, sum gevur sløkkiliðsmonnum fast eyka mánaðargjald fyri sínar tilkallivaktir uttan avmarkingar.

Á úrskurðarfundinum kom fram, at sløkkiliðsmenninir arbeiða hvønn dag frá kl. 08.00 – 16.00. Áttanda hvønn dag hava teir samdøgursvakt.
Hendan er skipað á tann hátt, at teir arbeiða frá kl. 08.00 – 16.00, og so hava teir vakt á stovninum frá kl. 16.00 – 08.00 dagin eftir. Aftaná hetta avspáka teir í tveir dagar, tá talan er um samdøgursvakt gerandisdagar. Teir avspáka 3 dagar, tá talan er um samdøgursvakt í vikuskifti.
Samdøgursvakt, sum snýr seg um at vera til taks á stovninum aftaná vanliga arbeiðstíð, og har møguleiki t.d. er at sova, um friður er, er ikki tað sama sum at arbeiða ólagaligar arbeiðstíðir sambært § 25, tí henda grein snýr seg um at arbeiða, eins og arbeitt verður “lagaligu” arbeiðstíðina, og ikki bara at vera til taks á stovninum. Tí metir Fasti Gerðarrættur at samdøgursvaktin ikki er umfatað av § 25.
Hvørki samdøgurðsvakt ella hvussu henda verður samsýnd, er staðfest í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og KAF.

Umframt sandøgursvakt hava sløkkiliðsmenninir, tilkallivakt frá heimi, ella “bipparavakt”, sum hon verður kallað, eina viku í senn aftaná dagarbeiðstíðina, har teir skulu vera klárir at møta til arbeiðis innanfyri 5 minuttir á Brandstøðini. Teir kunnu ikki nokta at møta, tá teir hava “bipparavakt”, tað kunnu teir ta vikuna, teir hava frí frá “bipparavaktini”.
Út frá tí tilfari, sum er lagt fram í málinum og teim frágreiðingum, sum eru givnar, metir Fasti Gerðarrættur at § 20 “Sløkkiliðsmenn” er ein serskráseting, sum snýr seg um hvussu hesar tilkallivaktir hjá sløkkiliðsmonnum skulu samsýnast, og tí er eitt frávik frá § 29, sum er generella orðingin um tilkallivaktir. Hetta tí at tilkallivaktirnar hjá sløkkiliðsmonnum víkja frá tí, ið vanliga er galdandi fyri tilkallivaktir, bæði í skipan, longd og vavi.

At siga at § 20 er ístaðin fyri § 25 er ikki rætt, longu av tí orsøk, at § 25 snýr seg um at vera “til arbeiðis” ólagaliga arbeiðstíð og ikki at vera í vakt ella tilkallivakt.

Í § 26, stk. 3, sum snýr seg um, at eyka yvirtíðartími ikki skal rindast til teir/tey, sum frammanundan hava tilkallivakt, verður ikki í tekstinum avmarkað til tilkallivakt sambært § 29. Tí metir Fast Gerðarrættur at hetta er galdandi bæði fyri tilkallivaktir sambært § 20 og § 29, og at sløkkiliðsmenn, sum eru í vakt sambært § 20 ikki hava rætt til eyka tíman sambært § 26, stk. 3.

Fasti Gerðarrættur metir tí, at sløkkiliðsmenn í føstum starvi hjá Tórshavnar Kommunu hava ikki rætt til gjald fyri ein yvirtíma eyka eftir § 26, stk. 3 í sáttmálanum, tá teir eftir arbeiðstíð, tá teir hava tilkallivakt, uttan ávaring verða kallaðir til arbeiðis aftur, og at sløkkiliðsmenn í Tórshavnar Kommunu eiga ikki rætt til gjald fyri tilkallivakt eftir § 29 í sáttmála.

Tað sæst av teimum skjølum, sum løgd eru fram í málinum, at spurningurin um vaktargjald hjá sløkkiliðsmonnunum hevur verið umrøddur undir fleiri sáttmálasamráðingum, eitt nú 2001, 206, 2007 og 2010.

Tann 25. juni 2011 verður málið lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum tulkingarmál, men eftir áheitan frá Starvsmannafelagnum verður málið niðurlagt við gerðarrættin, meðan samráðingar fara fram.

Tann 19. januar 2012 skrivar forkvinnan í Starvsmannafelagnum til skrivstovuleiðaran hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (skjal 11 A) soljóðandi:

“Gott kvøld Anita,

Fyrispurningur viðv. sløkkiliðsfólkunum.

Sum vit hava víst á í sáttmálasamráðingunum, so er brotið her niðanfyri, ið er litað við reyðum, ikki eitt sáttmálakrav, men ein áheitan um præcisering av sáttmálatekstinum.

Notat til § 20:
Semjan viðvíkjandi sløkkiliðsfólki merkir, at yvirarbeiði verður lønt sambært § 26 í sáttmálanum, latin verður ein tími eyka samb. § 26, stk. 3, og yvirtíðin avgreidd eftir § 31.

Útkalling og venjing, ið áður vóru fevnd av serligum gjaldi, eru nú at rokna sum yvirtíð, tá hesi fella uttanfyri vanligu arbeiðstíðina.

Eru tit samd við okkara præcisering?

Um ikki, so reisa vit málið aftur í Fasta Gerðarrætti og strika tað av listanum til semingina.”

Anita svarar aftur sama dag (sí eisini skjal 11 A)

“Góðan morgun Selma.

Viðv. fyrispurningi tínum um vaktargjald til sløkkiliðsfólk.

Tað, sum tú ikki vil kalla eitt sáttmálakrav, men eina præcisering av sáttmálanum – er sjálvandi eitt krav til samráðingarnar, ikki bara í 2011, men eisini varð kravið reist til samráðingarnar í 2010. Partarnir vóru ikki samdir um at gera nakað við kravið til samráðingarnar í 2010, og hava partarnir higartil í 2011-2012 ikki funnið semju um orðingina.

KAF kann undir ongum umstøðum góðtaka, at seta inn í sáttmálan, ein slíkan innskotnan setning, sum verður tikin burtur úr einum serligum samanhangi, sum gevur meining.”

Eftir hetta bað Starvsmannafelagið gerðarrættin um at taka málsviðgerðina uppaftur.

Undir hesum umstøðum metir Fasti Gerðarrættur, at ósemjan í roynd og veru er ein ósemja, ið eigur at verða avgjørd í samráðingum partanna millum.
Úrskurður sum PDF
Aftur