SMF móti FMR - yvirarbeiði í Kringvarpinum
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Poul Hansen, Vígdis Johannesen
Mál
3
Ár
2012
Úrskurðardagur
04. juni 2013
Lyklaorð
úrtíðarløn, yvirtíð
Ásetingar
§6(3)b
Lýsing
Træta um yvirtíð.
Valkvøldið 29. november 2011 vóru starvsfólk hjá Kringvarpinum vaktarsett at arbeiða. Ósemja var nú, um tey áttu úrtíðargjald fyri hetta.

Mannagongdir
Málið viðgjørt sum mál um tulking.
Viðgerðin
Kærurit móttikið 1. mai 2012.
Fyribilssvarrit dagfest 12. juni 2012.
Nýtt kærurit dagfest 28. juni 2012.
Endaligt svarrit dagfest 24. september 2012.
Replikkur dagfestur 21. november 2012.
Duplikkur dagfestur 18. januar 2013.
Úrskurðarfundur ásettur 16. mai 2013.

Páhald
Starvsmannafelagið krevur, at fulltíðarsett í Kringvarpinum eiga løn fyri yvirarbeiði valdagin 29. oktober 2011.
Fíggjarmálaráðið krevur frídøming.
Fíggjarmálaráðið krevur frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Innkærdi, Fíggjarmálaráðið verður dømt at viðurkenna, at øll fulltíðarsett starvsfólk, sum eru umfatað av sáttmálanum millum partarnar, og sum vóru til arbeiðis í Kringvarp Føroya, valdagin 20. oktober 2011 – uttan tey, sum høvdu verið til arbeiðis, sjálvt um val ikki var - eiga løn fyri yvirarbeiði eftir § 22 í sáttmálanum fyri allar tímarnar.

Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað.
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.

Grundgeving
Fasti Gerðarrættur
Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6 stk. 3 litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til:
Í fyrsta lagi, um innkærdi skal viðurkenna, at øll fulltíðarsett starvsfólk, sum eru umfatað av sáttmálanum millum partarnar, og sum vóru til arbeiðis í Kringvarp Føroya, valdagin 20. oktober 2011 – uttan tey, sum høvdu verið til arbeiðis, sjálvt um val ikki var - eiga løn fyri yvirarbeiði eftir § 22 í sáttmálanum fyri allar tímarnar.
Í øðrum lagi um innkærdi skal viðurkenna, at øll fulltíðarsett starvsfólk, sum eru umfatað av sáttmálanum millum partarnar, og sum ikki høvdu skiftandi arbeiðistíðir, men vóru til arbeiðis í Kringvarpi Føroya valkvøldið 29. oktober 2011, eiga løn fyri yvirarbeiði eftir § 22 í sáttmálanum fyri allar tímarnar.
Í § 18 í sáttmálanum partanna millum er ásett: Arbeiðstíð er 39 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin á hvørjum stovni verður at leggja í samráð millum leiðslu og starvsfólk, tó soleiðis, at leygardagur verður frídagur, har hetta letur seg gera.
Í § 20 stk. 1 er ásett: Til starvsfólk, ið hava skiftandi arbeiðstíð, skal gerast vaktarlisti, sum fevnir um eitt ávíst tíðarskeið, við áseting um, nær arbeiði skal gerast, og nær frídagar liggja. Arbeiðstíðin í miðal uppgjørd yvir eitt tílíkt tíðarskeið, skal vera 39 tímar um vikuna. Starvsfólk eiga 3 vikur fram at vita, nær tey skulu arbeiða, og nær tey hava frí.
Stk. 2. Broytingar mugu ikki fara fram uttan undir heilt serligum umstøðum. Verður neyðugt at broyta vanlig arbeiðstíðina í mun til upprunaligu, skal fráboðast við minst 72 tíma freist. Verður henda freist ikki hildin, fær starvfólkið samsýning fyri 1 tíma eyka. Broytt arbeiðstíð er at skilja sum tíð, ið fellur uttan fyri ásettu arbeiðstíðina, men er ikki at rokna sum yvirtíð.
Stk. 3 Fyri arbeiði, sum fer út um fastlagda vakt og fyri arbeiði í teimum í § 26 við vanligum reglum ásettu frídøgum verður latin yvirtíðarløn eftir § 22.
Í § 22 er í stk. 1 ásett soleiðis: Álagt arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum verður roknað sum yvirarbeiði.
Málið snýr seg um fulltíðarsett í Kringvarpinum t.e. bæði starvfólk sum eru í vanligari arbeiðsfyriskipan eftir grein 18, og starvsfólk, sum hava so skiftandi arbeiðstíðir, at tey eru í vaktarlista eftir leistinum í grein 20.
Starvsfólk í vaktarlista: Fyri at talan kann vera um starvsfólk við skiftandi arbeiðstíðum, er tað sambært sáttmálanum grein 20 eitt krav, at teirra arbeiðstíðir eru lagdar í vaktarlista, sum skal gerast fyri ávist tíðarskeið. Í vaktarlistanum skal vera áseting um, nær arbeitt verður og nær frídagar eru, og tímatalið fyri vaktarlistatíðarskeiðið skal pr. viku í meðal vera 39 tímar.
Kravið í grein 20 stk. 1 um at starvsfólk eiga 3 vikur fram at vita, nær tey skulu vera til arbeiðis og nær tey hava frí viðførir, at vaktarlistatíðarskeiðið ikki kann vera stytri enn 3 vikur. Arbeiðsgevari sum av onkrari grund ætlar at fremja broytingar í gjørdum vaktarlista, má yvirhalda tíðarfreistina í § 20 stk. 1. Er hinvegin talan um at serstøður, sum gera tað neyðugt at vanliga arbeiðstíðin má broytast í mun til ta upprunaliga, skal fráboðast eftir freistunum í stk. 2.
Broyting av vaktarlista má gerast soleiðis, at vaktarlistin eftir broyting eisini lýkur ásetingarnar í § 20 stk. 1 um miðal tíma pr. viku í vaktarlistatíðarskeiðnum, og nær arbeiðast skal og nær frídagar eru. Verða hesar treytir ikki hildnar, er Fasti Gerðarrættur av tí áskoðan, at talan er um arbeiði, sum er álagt arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiði. Slíkt arbeiði skal lønast eftir reglunum í grein 22 sum yvirtíð.
Í hesum máli vísa skjøl og givnu frágreiðingarnar, at valdagurin 29. oktober 2011 var lagdur omaná ein longu gjørdan vaktarlista, sum sambært skjali 7 upprunaliga var ein vaktarskipan fyri tíðarskeið 11. september 2011 til 31. desember 2011, men sum m.a. skjal E vísur var broyttur fyri vikurnar 41, 42 og 43, tó uttan at leggja valdagin inn í vaktarlistan. Hetta merkir, at valdagurin seinni kemur inn sum ein eyka arbeiðsdagur í vaktarlistatíðarskeiðnum, uttan at tað vera gjørdar aðrar tillagingar av vaktarlistanum, so hann framhaldandi lýkur treytirnar í grein 20 stk. 1.
Sostatt er í roynd og veru talan um ein eyka arbeiðsdag, sum verður lagdur afturat uppruna vaktarlistanum. Tá so er, er Fasti Gerðarrættur av tí fatan, at vaktarsetingin valdagin 29. oktober 2012 er at meta sum álagt arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum, og tí at rokna sum álagt yvirarbeiði. Tað hevur í hesum sambandi ikki nakran týdning fyri málið, at kunning um arbeiðsdagin er latin starvsfólkunum í minsta lagi 3 vikur áðrenn arbeiðsdagin. Tað, sum hevur týdning í hesum sambandi er, hvussu vaktarlistin hjá einkulta starvsfólkinum er áðrenn og eftir at nýggju arbeiðboðini vera givin. Fær starvsfólk ikki nýggjan vaktarlista, har nýggji arbeiðsdagurin er innroknaður í vaktarlistan, so at krøvini í § 20 stk. 1 eru lokin, liggur nýggji arbeiðsdagurin í roynd og veru uttanfyri vaktarlistan.
Starvsfólk sum ikki eri í vaktarlista: Fyri starvsfólk, sum ikki eru í vaktarlista, eru reglurnar í grein 18 galdandi. Hetta merkir m.a. at leygardagur so vítt gjørligt skal vera frídagur, har hetta letur seg gera. Fáa starvfólk, sum vanliga ikki hava leygardag sum arbeiðsdag, álagt arbeiði leygardag, er talan um álagt arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiðið hjá fulltíðarsettum, og verður hetta rokna sum yvirarbeiði eftir reglunum í grein 22.
Av frágreiðingunum og skjølum framgongur, at tað vanliga bert eru tey sum ganga vakt t.e. tey sum eru á vaktarlista, sum hava arbeiðsskyldu leygardag. Fasti Gerðarrættur heldur seg tí kunna leggja til grund, at tey starvsfólkini í Kringvarpinum, sum hetta mál fevnir um, og sum ikki hava vaktarlista, hava leygardag sum frídag. At boðsenda hesum starvsfólkum til arbeiðis leygardag er álagt arbeiði út yvir dagliga planlagda arbeiði hjá fulltíðarsettum, og verður tí at rokna sum yvirarbeiði eftir reglunum í grein 22 í sáttmálanum.
Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur kærandi viðhald í principala sakarkravinum
Fasti Gerðarrættur hevur í hesi viðgerð ikki tikið støðu til um meðal vikunormurin eftir § 20 stk. 1 uppá 39 tímar er yvirhildin hjá einkulta starvsfólkinum.

Úrskurður sum PDF