AHF móti FMR – praktikkviðbót

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Brot, Løn
Umboð
Onnur, Snorri Fjallsbak
Partar
Almanna- og Heilsurøktarafelag Føroya - A&HF, Fíggjarmálaráðið - FMR
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen
Mál
5
Ár
2012
Úrskurðardagur
05. juni 2013
Lyklaorð
Avriksviðbót, brot, lønarviðbót, ókunnugerð, praktikk, setanarbrøkur, viðbót, ymisklig venja,
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c, §7(2), §8(1), §12, Gjøld §2
Lýsing
Træta um viðbót. Áseting var í lønarsáttmála um praktikkvegleiðaraviðbót. Henda var ásett sum ávís upphædd. Ymisklig venja, so viðbótin stundin var faldað við setanarbrøki sum lønarviðbót heldur enn goldin í hvørjum føri sum avriksviðbót.
Páhald
AHF krevur FMR at viðurkenna: 1) brot móti ávísum limi 2) skylduga upphædd 3) brot framt á sáttmálan 4) at røtt tulking er avriksviðbót
Niðurstøða
Málið endaði sambært semju partanna millum.
Málkostnaður
Skrivstovan ger upp málskostnaðin
Grundgeving
Fráboðað semja Málið endaði sambært semju partanna millum. Alment varð ásett í dagføring av sáttmála (semja millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið dagfest 13. mars 2013): “5. § 5 um praktikkvegleiðarar verður broytt soleiðis: Starvsfólk, sum hava lokið prógv sum praktikkvegleiðarar, fáa kr. 1250,- um mánaðin í viðbót ta tíðarskeiðið tey virka sum praktikkvegleiðarar. Er sum undantak neyðugt at nýta praktikkvegleiðara, sum ikki hevur lokið prógv, er viðbótin kr. 750,- um mánaðin. Henda viðbótin er ikki samsvarandi setanarbrøkinum.” Serliga var fráboðað í skrivi frá Lønardeildini: “Til Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið stílað Hera Joensen Kunning um semju við Heilsurøktarafelagið (felagið sum fyrr var Almanna- og heilsurøktarafelagið) Lønardeildin skal boða Heilsumálaráðnum frá, at Lønardeildin og Heilsurøktarafelagið hava nú verið til samráðingar um nýggjan sáttmála, sum skal galda frá 1. oktober 2011 og eru partarnir samdir um, at broyta praktikkvegleiðaraviðbótina og bólkaleiðaraviðbótina frá at vera eftir setanarbrøkinum til ikki at vera eftir setanarbrøkinum Teir heilsurøktarar, sum hava fingið hesar viðbøtur, frá tí at tær við semju eru komnar inn í sáttmálan, skulu regulerast aftureftir samsvarandi semjum um praktikkvegleiðaraviðbótin frá 1. Mars 2001 og bólkaleiðaraviðbótin frá 1. Oktober 2003. Sagt verður frá hesum. Vinarliga Súsanna Nolsøe”
Aftur