FFS o.o. móti FMR - viðbøtur

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Ergoterapeutfelagið - ETF, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - FFS, Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Pedagogfelag - FPGF, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Maria á Dul, Torleivur Hoydal
Mál
4
Ár
2012
Úrskurðardagur
13. juni 2013
Lyklaorð
eftirregulering, flokking, innplasering, viðbót,
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c
Lýsing
Træta um viðbøtur og eftirregulering av løn.

Nærverkið setti samskiparar á vári 2008. Tey fingu fyribils løn, tí størvini vóru nýggj og ikki flokkaði. Semja var gjørd í 2012 við fleiri løntakarafeløg. Ósemja stóðst nú um nakrar viðbøtur og eftirreguleringar sambært hesi semju.
Mannagongdir
Málið skrásett sum mál um brot (krøv hjá einstaklingum) og tulking (fleiri lønarsáttmálar og sersemja um flokking).
Viðgerðin
Kærurit dagfest 9. august 2012.
Svarrit dagfest 21. november 2012.
Replikkur dagfestur 3. august 2012.

Úrskurðarfundur ásettur 29. mai 2013 kl. 13:30.
Páhald
Løntakarafeløgini krevja ávísar viðbøtur og eftirreguleringar fyri ávísar av limum sínum.

Fíggjarmálaráðið krevur frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Elsa Klein Olsen og Annika Hansen varðveita rættin til ta førleikaviðbot tær fingu 1. desember 2010.

Lønirnar hjá Heidi Ingolfsdóttir Tvørfoss, Elsu Klein Olsen og Anniku Hansen verða reguleraðar frá 1. mai 2008 samsvarandi lønarflokki 8 í starvsmannafelagssáttmálanum.

Lønin hjá Magnusi Isaksen verður regulerað eftir somu reglum frá setanardegnum at rokna.

Ábyrgdarviðbøturnar hjá Heidi Ingolfsdóttir Tvørfoss, Elsu Klein Olsen, Anniku Hansen og Magnusi Isaksen verða reguleraðar frá 1. mars 2010.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarætturin heldur

Sambært sakarmálskrøvunum hjá kæraranum soleiðis sum tey eru orðað í kæruritinum og seinni broytt, snýr málið seg um tveir høvuðsspurningar: tann fyrri er í hvønn mun kærararnir hava krav um at varðveita tær førleikaviðbøtir, kærararnir høvdu vunnið rætt til áðrenn størvini sum samskiparar vóru endaliga flokkað, og lønin harvið ásett. Hin spurningurin er, hvussu langt aftur lønin sum samskiparar skal regulerast.

Tað tykist sum partarnir eru samdir um, at hetta er ikki nakað vanligt flokkingarmál, og hesum kann gerðarrætturin taka undir við. Lutvíst er málið fløkt orsakað av, at endamálið við flokkingini var, at øll skuldu fáa somu løn, hóast fleiri sáttmálar vóru innblandaðir. Harafturat kemur, at skuldi tað vera møguligt at áseta somu løn fyri øll, var neyðugt at summi mistu rættin til viðbøtur, tey longu høvdu vunnið. Harafturat kemur tað til tíðir ógreiða og seinføra samskiftið millum teir ymisku partarnar, ið førdi til, at málið í roynd og veru kom at taka útvið fýra ár.


Viðvíkjandi viðbótum (pkt. 2 og 3 í málskravinum)

Sambært sáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag § 22 (skjal 13) og Ergoterapeutfelagnum § 4 (skjal 14), hava starvsfólk lønt eftir hesum sáttmálum rætt til førleikaviðbót, um ávísar treytir eru loknar. Teksturin í sáttmálunum er so at siga eins. Hann sigur at førleikaviðbótin, sum er knýtt at starvinum, kann latast, um útbúgvingin tikin er, er kravd og er frá góðkendum útbúgvingarstað. Tað ber bert til at fáa eina førleikaviðbót.

Bæði Elsa Klein Olsen og Annika Hansen hava fingið játtað førleikaviðbøtur, aftaná at hava tikið útbúgving, sum arbeiðsgevarin hevur biðið tær tikið, og sum av honum verður mett at verða knýtt at starvinum (skjølini 16, 10 og 7). Viðbótin er játtað virkandi frá 1. desember 2010, tá útbúgvingin varð lokin.

Tær hava tikið útbúgvingarnar aftaná, at tær hava tikið við starvinum sum samskiparar, tí ber illa til at siga, at tær ikki kunnu vera viðkomandi fyri starvið. Arbeiðsgevarin, í hesum føri Nærverkið, hevur heimild at játta hesar viðbøtur, tær skuldu ikki góðkennast endaliga av øðrum myndugleika.

Ábyrgdarviðbøtur og førleikaviðbøtur eru ikki tað sama, tí kann reglan um, at bert ein viðbót verður givin, ikki nýtast, tá talan er um bæði sløg av viðbótum, reglan knýtir seg bert til førleikaviðbøturnar. Tað sæst, tí tað í sáttmálatekstinum stendur: “Sjálvt um xxxx hevur tikið meira enn eina útbúgving, so verður bert ein viðbót latin. Hesin tekstur er ikki knýttur at fyrra parti av t. d. § 4 í Ergoterapeutsáttmálanum, sum snýr seg um leiðaraviðbót til leiðarar, sum má metast sum ein ábyrgdarviðbót. Har sæst onki útbúgvingarkrav.

Tann sáttmáli, sum greiðast lýsir munin millum ábyrgdar- og førleikaviðbøtur, er tann hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (skjal 12).

Tað er fleiri ferðir, bæði í dokumentatiónini frá báðum pørtum og undir úrskurðarfundinum nevnt, at hesar viðbøtur á kr. 2.000,00 eru ábyrgdarviðbøtur, ella sum Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini segði, viðbót fyri ta ábyrgd og teir vansar, sum vóru í starvinum.

Ført var fram á úrskurðarfundinum og eisini í dokumentatiónini, at tað var fyri at ójavni ikki skuldi koma í, at allar viðbøtur skuldu fella burtur.

Tað er annars ikki vanlig mannagongd, tvørturímóti, so eru førleikaviðbøturnar ásettar júst fyri at tað skal vera ein fyrimunur at førleikamenna seg, og harvið fáa hægri løn. Hetta hevur onki við ábyrgdarviðbøtur og løn annars at gera.

Ført var eisini fram á úrskurðarfundinum, at fakfeløgini vóru fult greið yvir at allar aðrar viðbøtur skuldu fella burtur. Hetta sæst tó ikki í nøkrum skrivligum tilfari, sum er lagt fram, og gekk heldur ikki fram av vitnisfrágreiðingunum.

Út frá hesum verður mett, at Elsa Klein Olsen og Annika Hansen eiga at varðveita tær førleikaviðbøtur, tær fingu frá 1. desember 2010, umframt ta ábyrgdarviðbót, sum var tillutað teimum, tá flokkingarmálið var endaliga avgreitt.


Viðvíkjandi eftirreguleringini (pkt. 4 í málskravinum)

Umbøn um flokking av samskiparastørvunum varð send úr Nærverkinum longu 27. februar 2008, sum størvini ikki vóru sett fyrr enn 1. mai sama ár. Sostatt átti at havt borið til, at ein flokking var greið, tá størvini skuldu setast, ella rímuliga skjótt aftaná.

Hetta varð ikki so. Ikki fyrr enn nærum eitt ár seinni, 23. januar 2009 (skjal H) kemur eitt svar um flokking. Størvini verða flokkað ájavnt lønarflokki 7 hjá Starvsmannafelagnum. Hetta sær út sum ein einvegis ásett flokking frá Lønardeildini, sum fakfeløgini ongantíð hava góðkent. Heldur ikki var starvsmetingarnevndin tikin uppá ráð, hóast størvini vóru flokkað sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, av tí at tey vóru mett sum umsitingarlig størv av Lønardeildini. Sambært § 37 í hesum sáttmálanum er uppgávan hjá starvsmetingarnevndini m. a. at viðgera øll flokkanarmál og flokka nýggj størv. Tað hevði óivað verið skilagott at tikið starvsmetingarnevndina uppá ráð, nú talan var um eina heilt nýggja flokking, sum ongin av teimum avvarandi hevði verið við til at gera frammanundan.

Longu 26. februar 2009 kemur nýggj umbøn um flokking. Flokkingarmálið endar í fyrstu syftu við, at partarnir semjast um eina flokking ájavnt lønarflokki 8 hjá Starvsmannafelagnum. Hetta sæst í skrivi frá Lønardeildini til Almanna- og Heilsumálaráðið 6. apríl 2009 (skjal K) og í øðrum skrivum og teldupostum, ið eru løgd fram í málinum.

Út frá hesum verður mett at lønirnar hjá samskiparunum eiga at verða javnaðar samsvarandi hesum aftur til 1. mai 2008, ella til setanardag, um hann er seinni, og ikki sum sagt verður í skrivinum aftur til 1. februar 2009, at tí at semja var ongantíð um fyrru flokkingina, talan var um einvegis flokking frá Lønardeildini, og hon var ongantíð sett í verk.

Viðvíkjandi viðbótini á kr. 2.000,00, so verður nýtt flokkingarmál reist av fakfeløgunum 30. mars 2010 (skjal N). Hetta málið dregur út, og ikki fyrr enn 1. desember 2011 greiðir Nærverkið í skrivi (skjal 3) frá um broytingar, sum eru hendar í Nærverkinum/Almannaverkinum, sum hava havt við sær, at tey 7 samskiparastørvini nú eru vorðin færri.

Hetta hevur m. a. við sær, at tað nú liggur størri ábyrgd á størvunum, sum nú kunnu sammetast við størvini sum fakligir leiðarar innan sama stovn.

Í januar 2012 verða størvini so endaliga flokkað ájavnt lønflokki 8 hjá Starvsmannafelagnum umframt eina viðbót uppá kr. 2.000,00 um mánaðin.

Út frá hesum verður mett, at henda viðbót skal javnast aftur til 1. mars 2010, samsvarandi mannagongdini lýst í skjal 25.
Úrskurður sum PDF
Aftur