LMF móti FMR - viðkomandi yrkisfelag

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Brot, Fakfeløg, meginfeløg, limafeløg, Formlig mál, málskostnaður, málsgongd, uppafturtøka, gegni, skipan, Leiðsla, leiðsluheimild, fyriskipan, Limaskapur, Løn, Samráðing, samráðingarrættur, seming, Starvsendan, uppsøgn, burturvísing
Umboð
Onnur
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Ljósmøðrafelag Føroya - LMF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Hendrik Thomsen, Maria á Dul
Mál
3
Ár
2013
Úrskurðardagur
07. november 2013
Lyklaorð
almannaverkið, áseting um búna, bólkaleiðari, brot, búni, deildarljósmóður, fakfelag, flokking, fordømi, fortreyt, fylgjur, fyriskipan, limaskapur, løn, innplasering, ivi, kor, leiðari, leiðsluheimild, leiðslustørv, ljósmóðir, lønt ájavnt sáttmálanum, málskostnaður, málskrøv, munur millum røttu løn og útgoldna løn, nærverkið, økisleiðari, organisatiónsfíggindaligt, prinsipiel mál, rætt og rímiligt, samráðingarrættur, sáttmálaøki, sáttmáli, serlig setan, serligt føri, setan, setanarbólkur, setanarbræv, setanarmyndugleiki, setanarpolitikkur, setanarprógv, sjúkrahús, sjúkrarøktarfrøðingur, skipanarfíggindaligt, uppafturtøka, uppsøgn, útbúgving neyðug, útbúgving, útgerð, viðbót, viðgerð undir einum, viðkomandi sáttmáli, yrkisfelag.
Ásetingar
§6(2)e, Gjøld §2
Lýsing
Trætað um orðingina viðkomandi yrkisfelag. Almannaverkið lýsti eftir bólkaleiðara/samskipara sambært sáttmála við "viðkomandi yrkisfelag". Ljósmóðir varð sett í starv. Ósemja var nú, um kor hennara vóru eftir sáttmála við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar ella Ljósmøðrafelag Føroya.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 3. juni 2013 Svarrit dagfest 28. juni 2013 Úrskurðarfundur 18. oktober 2013 Úrskurður sagdur 7. november 2013 Áheitan um uppafturtøku noktað 11. desember 2013
Páhald
Ljósmøðrafelagið krevur at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna: 1) at brot er framt á § 2 í sáttmálanum um samráðingarrætt; 2) at brot er framt á § 13, stk. 2 í sáttmálanum um setanarprógv; 3) at brot er framt á § 3 í sáttmálanum um løn; 4) at brot er framt á §§ 20 og 27 í sáttmálanum um uppsøgn og álitisfólk; 5) at gjalda málskostnað eftir § 2 í reglugerð um gjøld.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda Úrskurð NN skal fyri tíðarskeiðið 1. mars 2012 til 31. mars 2013 verða lønt ájavnt sáttmálanum millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið á stigi 30, tó uttan viðbót uppá kr. 2.000,00 um mánaðin. Munurin millum hesa løn og ta løn NN hevur fingið útgoldið fyri sama tíðarskeið, verður goldin av Fíggjarmálaráðnum innan 15 dagar frá tí at hesin úrskurður er sagdur. Fasti Gerðarrættur gevur kæraranum viðhald í, at brot er framt á grein 13 stk 2 í sáttmálanum millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, men metir seg ikki hava heimild at áseta fylgjurnar av brotinum. Fasti Gerðarrættur heldur ikki at talan var um organisatiónsfíggindarliga uppsøgn av NN.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað. Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur Fyrsta og triðja málskrav hjá kæraranum verða viðgjørd undir einum, av tí at tey hanga saman. Bæði hava ta fortreyt, at sáttmálin millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið er “viðkomandi sáttmáli” í sambandi við setanina av NN sum bólkaleiðara á eldrasambýlinum oman Mattalág. Kærarin ger galdandi, at rætti sáttmálin er sáttmálin hjá yrkisfelagnum hjá viðkomandi starvssetta, meðan innkærdi ger galdandi, at rætti sáttmálin at brúka, er tann sáttmálin ið viðvíkir tí starvsøki, ið setanin fevnir um, og ger galdandi, at sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er “viðkomandi sáttmálin”. Fasti Gerðarrættur metir, at hvørgin sáttmáli kann brúkast, um farast skal eftir hvussu sáttmálarnir lýsa sáttmálaøkini. Sambært sáttmálanum hjá Ljósmøðrafelag Føroya er sáttmálin galdandi fyri ljósmøður, sum arbeiða innan Almanna- og Heilsumálaráðið og á stovnum undir landinum. Víðari verður sagt í §1 stk. 2, at sáttmálin fevnir um ljósmøður, sum annaðhvørt arbeiða á sjúkrahúsum ella arbeiða aðrastaðni, har útbúgving sum ljósmóðir er kravd. Hendan seinna ásetingin fevnir sostatt bert um arbeiði á sjúkrahúsum ella aðrastaðni, har ljósmøðraútbúgvingin er neyðug, og hvørki av hesum krøvum kann sigast at vera beinleiðis viðkomandi fyri tað í hesum máli umrødda starv. Verður hinvegin hugt at sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, verður sáttmálaøkið lýst soleiðis: sáttmálin fevnir um sjúkrarøktarfrøðingar settir í starv har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, annaðhvørt í Sjúkrahúsverki Føroya ella í Nærverkinum. Harumframt er sáttmálin eisini galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á ellis- og røktarheimum og sambýlum/bústovnum. Hesin sáttmálin kann sostatt sigast at vera “viðkomandi” tá ræður um arbeiðsøki, men trupuleikin við at brúka hendan sáttmálan er tann, at NN er ikki sjúkrarøktarfrøðingur. Soleiðis sum setanartilgongdin er lýst av pørtunum í teimum skjølum, ið løgd eru fram í málinum, og í teimum frágreiðingum ið eru givnar, sær út til, at tilgongdin hevur verið reiðiliga tilvildarlig, hvat ræður um val av sáttmála og áseting av lønini. Starvslýsingin frá Nærverkinum hevur nøkur meira ella minni ítøkilig krøv um førleikar og ábyrgdarøki, og tá ræður um lønina, er bert víst til “sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag”. Hetta er beinleiðis í stríð við tær reglur, ið ásettar eru í setanarpolitikkinum hjá tí almenna, sum hóast neyvan kann sigast at vera løgfrøðiliga bindandi skjal, kortini átti at verið fylgt av almenna setanarmynduleikanum. Her er beinleiðis ásett, at “størv skulu flokkast áðrenn tey verða lýst leys”. Um hetta av eini hvørjari orsøk ikki ber til, skal ein vegleiðandi flokking verða ásett áðrenn setanarsamrøðuna. Um hvat er umrøtt undir sjálvari setanarsamrøðuni, er ósemja millum partarnar. Meðan NN heldur fast um, at henni varð lovað løn sambært sáttmálanum hjá hennara yrkisfelag, hava teir báðir limirnir av setanarbólkinum greitt frá, at lønarviðurskiftini bert vóru leysliga umrødd og ongi lyfti vóru givin hesum viðvíkjandi. Ein einmæltur setanarbólkur viðmælir at seta NN í starvið, og beint eftir setanina vendir Nærverkið sær til leiðsluna í almannatænastuni um sáttmála- og lønarviðurskiftini, og sigur í hesum sambandi, at mett verður at viðkomandi kann lønast “ájavnt sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar”, hóast umsøkjarin er útbúgvin ljósmóðir og sostatt limur í Ljósmøðrafelag Føroya. Almannamálaráðið tekur undir við uppskotinum, sum seinni verður staðfest av lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Í skrivinum frá Nærverkinum til NN dagfest 5. mars 2012, verður boðað frá, at NN er sett í starvið og at “setanar- og lønarviðurskiftini eru sambært sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið”. Lagt verður afturat, at um NN ikki tekur av starvinum, verður hon biðin um skrivliga at boða frá hesum skjótast tilber, og samstundis verður sent NN setanarbræv til undirskrivingar. Tá er NN longu byrjað í starvinum. Hóast hesi ógreiðu sáttmálaviðurskiftini sær út til, at hvørki yrkisfelagið hjá NN, Ljósmøðrafelag Føroya, ella ta felagið hvørs sáttmála valt var at seta NN eftir, hava verið kunnaði um málið ella verið við í gongdini viðvíkjandi ásetan av sáttmála- og lønarviðurskiftunum. Eftir at NN var vorðin varug við at lønarútgjaldingarnar ikki vóru samsvarandi tí hon hevði roknað við, vendi hon sær við bræði dagfest 25. mai 2012 til leiðaran fyri eldrarøktini, Gunnleyg Durhuus, og gjørdi vart við, at lønin hon hevði fingið útgoldið ikki samsvaraði við tí, hon fekk at vita til setanarsamrøðuna. Í brævinum sigur hon m. a.: “Uppá fyrispurning um, hvussu eg fór at blíva lønt, var svarið, at eg bleiv lønt sambært sáttmálan hjá Ljósmøðrafelag Føroya. Her eri eg á endastigi. Umframt hetta er eisini ein viðbót áljóðandi 2000,- kr. fyri at vera bólkaleiðari”. Gunnleyg Durhuus svaraði aftur við telduposti dagfestur 4. juni 2012, har hon m. a. sigur: “Hey NN. Eg havi kannað hvussu lønarviðurskiftini hjá tær skulu verða. Málið hevur verið til inplasering í Almannamálaráðnum/Fíggjarmálaráðnum, ið hevur avgjørt, at tú verður lønt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað er ein feilur, at tú er sett á byrjanarstig, hetta verður rættað, so tú kemur á endastig frá 1/3-2012 við viðbót uppá 2000,- kr.. Lønardeildin ger setanarskrivið klárt til tín”. Síðani vendi hon sær til felagið hjá sær, sum tann 24. oktober 2012 skrivar til økisleiðaran, Ceciliu Vestureið, og ger vart við, at NN er limur í Ljósmøðrafelag Føroya og tískil eigur at vera lønt eftir teirra sáttmála. Almannaverkið svarar aftur, at onki varð lovað hvat sáttmála og løn viðvíkur undir setanarsamrøðuni, men at tað bert varð tosað um, at lønarviðurskiftini skuldu kannast “tí hetta var meira ein serlig setan”. Lagt verður afturat í brævinum frá Almannaverkinum, at málið hevur verið til innplasering í Almannaráðnum/Fíggjarmálaráðnum, ið hevur avgjørt, at NN verður lønt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kortini er tað mistak hent, at hon er sett á byrjanarstig uttan viðbót, men hetta verður rættað soleiðis, at NN kemur á endastig frá 1. mars 2012 við viðbót uppá kr. 2.000,00. Undir hesum umstøðum, har hvørgin av sáttmálunum í roynd og veru er “viðkomandi”, og har setanartilgongdin og tilgongdin í sambandi við val av sáttmála og áseting av lønini hevur verið reiðiliga tilvildarlig, og hvørki yrkisfelagið hjá NN ella ta felagið, hvørs sáttmála valt varð at seta hana eftir, hava verið hoyrd, metir Fasti Gerðarrættur, at tað er rætt og rímiligt, at tann ivi, ið á hendan hátt er skaptur, kemur kæraranum til góðar, og at NN tí átti at verið lønt ájavnt sáttmálanum hjá yrkisfelagi hennara, Ljósmøðrafelag Føroya, á hægsta lønarstigi, tó uttan viðbót, av tí at sambært hesum sáttmála hava bert leiðandi ljósmóðir og deildarljósmøður krav um viðbót. Vegna Ljósmøðrafelag Føroya hevur Páll Nielsen, advokatur, roknað samlaðu lønareftirstøðuna um lønt verður eftir sáttmálanum hjá Ljósmøðrafelag Føroya heldur enn sáttmálanum hjá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at vera 45.842,04 kr.. Hetta er roknað út frá at mett verður, at NN eigur løn á endastigi hjá Ljósmøðrafelag Føroya, stig 30, viðbót fyri at vera bólkaleiðari, regulering fyri forskotna tíð og leygardag/sunnudag/halgidagar og viðbót fyri frían búnað. Sáttmálin hjá Ljósmøðrafelag Føroya hevur hvørki áseting um viðbót fyri bólkaleiðara ella búna, tí ber ikki til at geva hetta, um kravið um at setanin hjá NN skal vera ájavnt sáttmálanum hjá Ljósmøðrafelag Føroya verður gingið á møti. Í útrokningini er regulering fyri forskotna tíð, leygardag/sunnudag og halgidagar nevnd. Ongin dokumentatión er løgd fram fyri hesum, tí ber ikki til at gera nakra útrokning av hesum. Fasti Gerðarrættur metir at NN eigur at fáa útgoldið munin millum lønina á stig 30 hjá Ljósmøðrafelag Føroya, sum er tann lønin NN hevði fingið, um hon var í starvi sum ljósmóðir og ta løn, sum hon hevur fingið útgoldið, stig 29 + viðbót sum bólkaleiðari, hjá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Løn á stig 30 hjá Ljósmøðrafelag Føroya til 01.10.12 = 29.751,45 kr. Eftirløn 15,8% = 4.700,73 kr. Íalt = 34.452,18 kr. Løn á stig 30 hjá Ljósmøðrafelag Føroya frá 01.10.12 = 29.971,45 kr. Eftirløn 15,8% = 4.735,49 kr. Íalt = 34.706,94 kr. Løn á stig 29 hjá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í 2012 = 25.940,03 kr. Eftirløn 15% = 3.891,00 kr. Bólkaleiðaraviðbót = 2.000,00 kr. Íalt = 31.831,03 kr. Munur pr. mánað at rinda út frá 1. mars – 30. sept. 2012 34.452,18 kr. - 31.831,03 kr. = 2.621,15 kr. Íalt fyri 7 mánaðir = 18.348,05 kr. Munur pr. mánað at rinda út frá 1. oktober 2012 – 31. mars 2013 34.706,94 kr. - 31.831,03 kr. = 2.875,91 kr. Íalt fyri 6 mánaðir = 17.255,46 kr. Samlaði lønarmunurin at rinda út: 18.348,05 kr. + 17.255,46 kr. = 35.603,61 kr. Harumframt skal rindast frítíðarløn sambært frítíðarlógini og renta sambært reglunum í rentulógini. Spurningurin um støddina á lønini hevur ikki verið serskilt viðgjørdur av pørtunum undir málsviðgerðini. Fasti Gerðarrættur heitir tí á partarnar um at semjast um útrokningina. Kunnu teir ikki tað, kann málið takast uppaftur til viðgerð av lønarmuninum. Annað málskravið sambært kæruritinum er, at brot er framt á §13 stk. 2 í sáttmálanum, samanhildið við løgtingslóg nr. 20 frá 8. mai 2008 um setanarprógv, og at hetta brotið er framt undir tyngjandi umstøðum. Allir sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava ásetingar um setanarbrøv, soleiðis eisini teir báðir sáttmálarnir, ið umrøddir eru í hesum málinum. Sambært sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingum skal starvsfólkið hava setanarbræv í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina, meðan sáttmálin hjá ljósmøðrum ásetir, at setanarbræv skal latast fyri setanina. Hvørgin sáttmálin hevur reglur um fylgjurnar av, at setanarbræv ikki er latið sum ásett. Lógin um setanarprógv ásetir í grein 1 stk. 3 at lógin verður ikki nýtt í tann mun, ein líknandi skylda hjá arbeiðsgevaranum at lata løntakaranum upplýsingar um setanarviðurskiftini, er ásett í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum. Í brævi til NN frá Nærverkinum, dagf. 5 mars 2012, har boðað verður frá, at hon hevur fingið starvið, verður sagt, at “Nærverkið sendir tygum setanarbræv til sáttmálasett (2 eintøk)”. Eitt ódagfest og óundirskrivað setanarbræv er framlagt sum skjal 4. Her er mánaðarlønin sett til kr 25,720,03 umframt bólkaleiðaraviðbót kr. 2,000,00. At hetta setanarbrævið ikki kann vera tað, sum nevnt verður í brævinum frá 5 mars 2012 sæst av fylgjandi. Eftir at NN fyrst beinleiðis til Nærverkið og síðan gjøgnum ljósmøðrafelagið hevur kært um lønina, skrivar Gunnleyg Durhuus tann 4 juni 2012 til NN (siterað í skjali 16) at “Tað er ein feilur, at tú er sett á byrjunarstig, hetta verður rættað, so tú kemur á endastig frá 1/3-2012 við viðbót uppá 2000 kr. Lønardeildin ger setanarskriv klárt til tín.” Hetta eru júst lønartreytirnar, ið nevndar eru í skjal 4, sum sostatt ikki kann vera sent NN fyrr enn eftir 4 juni 2012, ella 3 mánaðir eftir at hon var sett í starv. Fasti Gerðarrættur gevur tí kæraranum viðhald í, at brot er framt á grein 13 í sáttmálanum. Somuleiðis verður gjørt vart við at brot er eisini framt á §17, stk.1 í sáttmálanum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Sum nevnt hevur sáttmálin ongar ásetingar um fylgjur av tílíkum broti, meðan lógin um setanarprógv ásetir, at løntakarin í tílíkum føri kann fáa eitt viðurlag við dómstólarnar. Undir hesum umstøðum metir Fasti Gerðarrættur seg ikki hava heimild at áseta, hvørjar fylgjurnar skulu vera av brotinum. Fjórða málskravið sambært kæruritinum er, at brot er framt á §20 í sáttmálanum um uppsøgn, tá Almannamálaráðið hevur framt eina organisatiónsfíggindarliga uppsøgn við uppsøgn av NN stutt eftir at felagið, sum yrkisfelag hennara fór upp í málið. Kravt verður, at Almannaverkið skal játta NN longda uppsagnartíð á tríggja mánaðarlønir, javnsett álitisfólki í sáttmálanum jbr. §27 stk. 9 í sáttmálanum, sí semju frá 2011. Tann 28. november 2012 sendi Almannaverkið NN hoyringsskriv um ætlaða uppsøgn. Sum grundgeving varð víst á, at neyðugt var at skerja lønarútreiðslurnar innan Almannaverkið, og krøvini um sparingar vóru nú so stór, at neyðugt var at siga fólk úr starvi. Út frá eini heildarmeting og samanseting av starvsfólkabólkunum, er niðurstøðan hjá Almannaverkinum, at bólkaleiðarastarvið oman Mattalág verður niðurlagt. Upplýst er undir málsviðgerðini at hin bólkaleiðarin, sum settur var samstundis sum NN, somuleiðis var uppsagdur av tí at hennara starv eisini var niðurlagt. Somuleiðis var upplýst, at hesin bólkaleiðarin hevði kært avgerðina um uppsøgn til Almannamálaráðið, sum hevði ógildað uppsøgnina við teirri grundgeving, at henni átti at verið ávíst annað starv innan almannatænastuna, og at viðkomandi tí framvegis fekk løn hóast hon ikki hevði verið til arbeiðis síðani uppsøgnina. Somuleiðis var upplýst, at NN ikki hevði kært uppsøgn sína til Almannamálaráðið, av tí at hon hevði fingið starv sum ljósmóðir. Somuleiðis er upplýst undir málsviðgerðini, at ongin er settur í hesi bæði bólkaleiðarastørvini síðani uppsøgnirnar. Í hoyringsskrivinum verður víst til sáttmálan millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið, og avrit av ætlanarskrivinum verður tí sent felagnum til hoyringar við freist uppá 14 dagar at koma við møguligum viðmerkingum. Um grundina til at Almannaverkið nú vendir sær til Ljósmøðrafelag Føroya og ikki til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hvørs sáttmála NN var sett eftir, er upplýst, at hetta var tí at Ljósmøðrafelagið var komið inn í málið um lønarviðurskiftini og hevði skrivað til Almannaverkið um hetta tann 24. oktober 2012. Eftir at Ljósmøðrafelagið hevði svarað hoyringsskrivinum um uppsøgn tann 9. desember 2012 og biðið um skjalainnlit fyri at kunna viðgera málið gjøllari, varð uppsøgnin endaliga framd við brævi frá Almannaverkinum til NN dagfest 18. desember 2012, og verður NN loyst úr starvi frá 31. mars 2013 at rokna, t. v. s. við 3 mánaða uppsagnarfreist. Hóast ein uppsøgn minni enn 10 mánaðir eftir starvssetan má haldast at vera reiðiliga óvanlig, og hóast mannagongdirnar bæði við setanina og uppsøgnina av NN ikki kunnu sigast at sýna ovurhonds organisatiónsvinarligan hugburð, er kortini onki komið fram undir málsviðgerðini, sum gevur ábendingar um, at uppsøgnin av NN og hinum bólkaleiðaranum, ið varð settur um somu tíð sum NN, er hend av organisatiónsfíggindarligum ávum, og gevur Fasti Gerðarrættur tí ikki kæraranum viðhald í hesum kravi. Fimta og seinasta málskravið hjá kæraranum er, at Fasti Gerðarrættur skal áleggja innkærda allan málskostnað, um so er at kærarin fær viðhald í nøkrum av málskrøvunum. Víst verður á, at í hesum máli er talan um einføld brot uttan nakran tulkingariva, og at brotini kundu verið rættaði í góðari tíð. Somuleiðis verður víst á, at kærandi felagið er eitt sera lítið felag, sum hevur fingið stóra fíggjarliga byrðu av at krevja sáttmálan hildnan, og kærarin metir tí, at her er talan um serligt føri, har Gerðarrætturin hevur heimild at áleggja øðrum partinum at gjalda útreiðslurnar hjá mótpartinum. Sambært reglugerð um gjøld hjá Fasta Gerðarrætti skal Gerðarrætturin gera upp kostnaðin av einum máli og býta kostnaðin millum partarnar at gjalda. Í serligum føri kann Gerðarrætturin í úrskurðinum áleggja parti at gjaldi útreiðslur hjá mótparti. Fastur praksis hjá Fasta Gerðarrætti hevur verið, at málskostnaðurin verður býttur javnt millum partarnar. Fasti Gerðarrættur kann ikki taka undir við sjónarmiðinum um, at talan er um eitt sera einfalt mál, har greið sáttmálabrot eru framd og har ongin tulkingarivi er. Í so máta er málið ikki ólíkt mongum øðrum gerðarrættarmálum, har tveir partar hava hvør sína fatan av somu veruligu viðurskiftum, og har Gerðarrætturin í úrskurði skal taka støðu til hvør – um nakar – av pørtunum hevur rætt í sínum sjónarmiðum. Í so máta metir Fasti Gerðarrættur ikki at talan er um eitt “serligt føri”. Hinvegin skilir Fasti Gerðarrættur væl sjónarmiðini hjá kæraranum um, at tað er ósamsvarandi dýrt hjá einum lítlum felag at leggja mál fyri Gerðarrættin, og Fasti Gerðarrættur kundi tí ynskt eina skipan, sum loyvdi, at atlit vóru tikin til hesi viðurskifti. Soleiðis sum skipanin er í dag metir Fasti Gerðarrættir ikki, at heimild er til at áleggja øðrum partinum allan kostnaðin av málinum, og kann Fasti Gerðarrættur tí ikki geva kæraranum viðhald í hesum málskravinum.
Sergrundgeving
Viðvíkjandi áheitan um uppafturtøku av gerðarrættarmáli FG03/2013: Ljósmøðrafelag Føroya vegna ein lim móti Fíggjarmálaráðnum _ Fasti Gerðarrættur segði tann 7. november úrskurð í hesum málinum. Í brævi dagf. 21. november 2013 til Formenninar í Fasta Gerðarrætti heitir felagið á formenninar um at taka málið uppaftur sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við, sambært grein 11(2) í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Teir partar av málinum, ið biðið verður um at samlaði gerðarrætturin viðger, eru: 1) Vantandi avleiðing av sáttmálabroti. Í hesum føri greitt brot á grein 9 í lønarsáttmálanum millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið. 2) Vantandi áseting av avleiðingum av viðurkendum sáttmála- og lógarbroti. Í hesum føri brot á grein 13 í sáttmála og brot á lóg um setanarprógv. Viðv. 1) førir felagið fram – sum rætt er – at sambært grein 9 í sáttmálanum hevur starvsfólkið rætt til ókeypis tænastubúna. Hinvegin er, sum gerðarrætturin ger vart við, einki ásett um viðbót, verður tænastubúni ikki veittur. Her hjálpir ikki at vísa til aðrar sáttmálar, ið júst hava ásetingar um, at er ikki gjørligt at veita tænastubúna, verður nærri ásett viðbót veitt, samanber grein 6 í Heilsuhjálparasáttmálanum, grein 14 í Sjúkrarøktarasáttmálanum og grein 14 í Heilsurøktarasáttmálanum. Undir viðgerðini í Fasta Gerðarrætti varð eisini víst á, at ein grund til, at lønin var hægri hjá ljósmøðrum enn t.d. sjúkrarøktarfrøðingum, var, at ljósmøðrafelagið til samráðingar hevði lagt minni dent á viðbøtur enn á sjálva lønina. Tí ber ikki til at seta fram krav um viðbøtur fyri møguliga vantandi tænastubúna við tilvísing til aðrar sáttmálar. Harafturat kemur, at Fasti Gerðarrættur hevði valið millum tvinnar sáttmálar, ið hvørgin var beinleiðis “brúkiligur”. Gerðarrætturin valdi at rokna lønina ájavnt (og ikki sambært) ljósmøðrasáttmálanum í staðin fyri sjúkrarøktarsáttmálanum, ið viðkomandi hevði verið lønt eftir (og sum hevur reglur um víbót fyri tænastubúna), við teirri grundgeving, at tann fyrri sáttmálin var fyrimunarligari fyri viðkomandi. Tað ber hinvegin ikki til at pilka tað frægasta burtur úr fleiri sáttmálum at brúka sum grundarlag undir lønarásetingini. Formenninir meta tí ikki, at hendan áheitanin um uppafturtøku av málinum eigur at nýta frama. Viðv. 2) førir felagið fram, at hóast Fasti Gerðarrættur gevur felagnum viðhald í, at brot er framt móti grein 13 í sáttmálanum, ger gerðarrætturin brotið týdningarleyst við ikki at áseta hvørjar fylgjur brotið skal fáa. Fasti Gerðarrættur vísir í úrskurðinum til at sáttmálin ongar ásetingar hevur um fylgjurnar av tílíkum broti, meðan lógin um setanarprógv ásetir, at løntakarin kann fáa viðurlag við dómstólarnar, og metir gerðarrætturin seg tí ikki at hava heimild til at áseta fylgjurnar, ið sambært lógini eru eitt “viðurlag”, ið er ásett sum løn í ávíst vikutal. Tað er sostatt ikki talan um vanligt endurgjald fyri tap ella “bót” í revsirættarligum týdningi. Heldur er talan um, tað sum á donskum nevnist “bod”, ið er eitt vælkent fyribrigdi í donskum arbeiðsrætti, men ikki føroyskum – beint tvørturímóti. Heilt síðan danski arbeiðsrætturin í fimtiárunum dømdi Føroya Fiskimannafelag at rinda risabót fyri ólógligt verkfall, hevur ein samd arbeiðstakarasíða verið hart ímóti, at rætturin at døma “bót” nakratíð gjørdist partur av komandi føroyskum arbeiðsrætti. Soleiðis var eisini, tá Fasti Gerðarrættur varð stovnaður við sáttmála millum partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Fasti Gerðarrættur hevur tí hildið seg til hesa stevnu við ikki at døma “bót” í hesum málinum. Hetta eisini tí, at lógin um setanarbrøv greitt ásetir mannagongdina, tá støða skal takast til fylgjurnar av broti á skylduna at veita setanarbrøv. Somu mannagongd tykist Vinnukærunevndin at hava hildið seg til í teimum fáu málum, Fasti Gerðarrættur er kunnigur við, har nevndin hevur havt tílík brot til viðgerðar. Formennir meta tí ikki at hendan áheitan um uppafturtøku av málinum eigur at nýta frama. At enda verður gjørt vart við, at sambært viðmerkingunum til grein 11(2) um møguleika fyri uppafturtøku av máli “í serligum føri”, verðu m. a. sagt, at “Hetta kann henda í serliga prinsipiellum málum, sum kunnu fáa týdning sum fordømi fyri allan arbeiðsmarknaðin, ella tað á annan hátt er týðandi, at allir gerðarrættarlimirnir taka støðu.” Formenninir meta ikki, at talan er um tílíkt mál í hesum førinum. Vinarliga Fasti Gerðarrættur ____________ _____________________ Gurið Joensen Halgir Winther Poulsen
Úrskurður sum PDF
Aftur