KAF móti FPF - forskúlar

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Arbeiðssteðgur, verkfall, verkbann, Bann, blokada, boykott, Brot
Umboð
Gunn Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Føroya Pedagogfelag - FPGF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Durita Tausen, Halgir Winther Poulsen, Vígdis Johannesen
Mál
3
Ár
2014
Úrskurðardagur
03. juli 2014
Lýsing
Træta um stríðsstig.

Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu nýggjan sáttmála, men avráddu at flokkingar skuldu gerðast eitt nú av størvum í forskúlum. Ósemja var nú um hetta var áhugatræta sum heimilaði stríðsstigum, tá ið semja ikki fekst um flokkingarnar.
Viðgerðin
Kærurit móttikið 23. juni 2014
Úrskurðarfundur 3. juli 2014
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Tann lýsta blokadan og tann lýsti arbeiðssteðgurin eru óheimilað og eigur blokadan tí at verða avlýst og arbeiðssteðgurin ikki at verða settur í verk.
Málkostnaður
Hvør parturin ber sín kostnað.

Partarnir bera sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur

Málið er av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum mál um óheimilað stríðsstig sambært § 8 (5). Avgerandi í hesum sambandi er, um sáttmáli er í gildi millum partarnar ella ikki. Tveir gerðarrættardómarar, Durita Tausen og Halgir Winther Poulsen halda, at sáttmáli er galdandi fyri tey í málinum umrøddu størv, meðan ein dómari, Vigdis Johannesen heldur, at størvini ikki eru fevnd av tí sáttmála, sum er í gildi millum partarnar.

Meirilutin grundar sítt sjónarmið á, at forskúlar hava verið í summum kommunum síðani 2010. Upplýst er fyri gerðarrættinum, at í hesum forskúlum hava pedagogar starvast og hava verið løntir sum “Pedagogar á dagstovnum” sambært sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.

Undir sáttmálasamráðingunum frá august 2013 til januar 2014 eru ongar ásetingar komnar í sáttmálan um “pedagogar í forskúlum”, meðan semjan, sum gjørd varð tann 15. januar 2014, har sáttmálin var longdur at galda til 1. oktober 2015, ásetir: “flokkingarmál, sum eru ikki liðug, verða avgreidd innan 1. mai 2014”. Her er m.a. eisini hugsað um pedagogar í forskúlum.

Samráðingar um flokking av hesum pedagogum hava verið millum partarnar uttan at semja er fingin í lag, við tí úrsliti, at Pedagogfelagið tann 5. mai 2014 lýsti blokadu av forskúlunum og 23. mai arbeiðssteðg at koma í gildi 17. august 2014.

Meirilutin heldur tí, at sáttmálin millum partarnar hevur verið praktiseraður fyri nevndu pedagogar seinastu fýra árini. Eftir tí, sum er upplýst fyri Gerðarrættinum, tykist spurningurin um pedagogar í forskúlum ikki at hava verið ein partur av seinastu sáttmálasamráðingum, og má sáttmálin tí framvegis haldast at vera í gildi fyri nevnda starvsbólk. At avtala hevur verið partanna millum um at flokkingin skuldi vera avgreidd 1. mai 2014 og at hetta ikki hevur eydnast, kann eftir meirilutans tykki onga broyting gera í hesum.

Meirilutin heldur tí, at tann lýsta blokadan og arbeiðssteðgurin undir hesum umstøðum, eru óheimilað stríðsstig.

Minnilutin, Vigdis Johannesen, vísir á, at sambært galdandi sáttmála partanna millum, er starvsøkið “Pedagogar í forskúlum” ikki nevnt í sáttmálanum. Tískil heldur hesin dómarin, at hóast sáttmálin er longdur til 1. oktober í 2015, og sostatt er í gildi, er nevndi starvsbólkur ikki fevndur av sáttmálanum. Hesin dómarin metir tí, at málið snýr seg um eina áhugatrætu, og at tey av Pedagogfelagnum tiknu stigini eru heimilað. Málið eigur tí at verða víst aftur til Semingsstovnin, jbr. í hesum viðfangi § 4, stk. 3 í lógini um Semingsstovn.

Meirilutin ger vart við, at omanfyri nevnda niðurstøða einans er galdandi fyri ta lýstu blokaduna og tann lýsta arbeiðssteðgin, men ikki fyri málskrav 3 sambært kæruritinum.

Eftir avtalu við partarnar hevur bara tann eini fundurin verið hildin í málinum.

Úrskurðurin verður sagdur sambært avgerð meirilutans.
Sergrundgeving
Í telduposti frá 8. juli 2014 hevur Sigmund Poulsen advokatur vegna Føroya Pedagogfelag biðið um uppafturtøku av gerðarrættarmáli nr. 3/2014. Sum grundarlag fyri áheitanini er víst til formlig brek í viðgerðini, tí málið ikki er viðgjørt eftir reglunum í § 8 (4) og (9) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt m.a at haldast skulu fyrireikandi fundur og úrskurðarfundur. Sagt verður : ” Hetta verður ført fram, tí á fyrireikandi fundi í hesum máli, eru tikin referat, sum eru brúkt í úrskurðinum, uttan at tey, sum vóru tilstaðar og sum eru endurgivin, vistu nakað um, at hetta fór at vera brúkt. Hetta er álvarsamt, tí bara hetta er tikið við í úrskurðin (de facto sum vitnisavhoyringar), og eftirfylgjandi vitnisfrágreiðingar ikki eru gjørdar. Hesir persónar hava sostatt givið frágreiðingar til úrskurðin, uttan at tey vistu tað. “

Við teldupost frá 10. juli 2014 hevur Gunn Ellefsen advokatur greitt verður frá, hvørja støðu KAF hevur í mun til umbønina um uppafturtøku. Ì teldupostinum verður skrivað : “ Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at báðir partarnir í málinum góðtóku, at eingin úrskurðarfundur skuldi verða. At Fasti Gerðarrættur síðani leggur tær upplýsingarnar til grund, sum partarnir lótu Fasta Gerðarætti á fyrireikandi fundinum, sum var um málið, kann ikki koma óvart á nakran.”

Teir tríggjar gerðarrættardómararnir sendu 11. juli út tíðindaskriv, sum greiðir frá gongdini í málinum. Av tíðindaskrivinum framgongur, at tað varð við góðkenning frá advokatunum hjá báðum pørtunum, at bert tann eini fundurin varð hildin um málið.

Vit báðir gerðarrættarformennirnir hava nú samsvarandi reglunum í § 11 ( 2) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt viðgjørt umbønina um uppafturtøku.
Vit eru samd um, at sum gongdin í málinum varð og sum málið er lýst, er ikki grundarlag fyri at taka málið til nýggja viðgerð.


Fasti Gerðarrættur 31. august 2014

Hallgir W. Poulsen, gerðarrættarformaður
Gurið Joensen, næstformaður
Úrskurður sum PDF
Aftur