SMF móti FMR og KAF - umflokking

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Kor, arbeiðsumstøður, starvstreytir, Leiðsla, leiðsluheimild, fyriskipan, Løn, Samráðing, samráðingarrættur, seming, Starvssetan, sakligheit, mannagongdir
Umboð
Onnur, Snorri Fjallsbak
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF, Starvsmannafelagið - SMF
Mál
5
Ár
2013
Úrskurðardagur
10. juli 2014
Lyklaorð
Flokking, fortreytir, karmur, kostnaður, leiðsluheimild, lønarkarmur, lønarstig, rokniháttur, rættindi, starvsaldur, tulking, umflokking, uppflyting, venja
Lýsing
Træta um útrokning av umflokking. Starvsmannafelagið gjørdi 3 ára sáttmála galdandi til 1. oktober 2015 við ásetingum um umflokkingar av summum størvum, hvørs kostnaður skuldi takast av karminum. Nú stóðst ósemja um, hvussu kostnaðurin av umflokking skal roknast, serliga tá ið umræður starvsaldur.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 22. november 2013. Svarrit frá FMR dagfest 17. desember 2013. Replikkur dagfestur 16. februar 2014. Semja 10.juli 2014
Páhald
SMF krevur at FMR og KAF viðurkenna, at umflokking skal roknast samsvarandi meginreglum í FMR § 31(3) og KAF § 36(3) uttan kostnað av starvsaldri.
Niðurstøða
Ískoytissemja millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið Semja varð gjørd millum partarnar tann 1. oktober 2012. Sum punkt 15 nevndar umflokkingar, ið gerast skuldu. Tá ið kostnaðurin skuldi roknast, gjørdust partarnir so mikið ósamdir um rokniháttin, at málið varð lagt fyri Fasta Gerðarrætt. Gerðarrætturin heitti á partarnar um at royna semju, sum bara var galdandi í sáttmálaskeiðnum, og at rokna kostnað bara í sáttmálaskeiðnum. Tað hevur nú eydnast pørtunum at gera semju og finna ein roknihátt. Kostnaðurin verður roknaður soleiðis: Tað eri 461,19 kr. ímillum stigini. Hetta talið verður faldað við talið av persónum, sum aftur verður falda við talið av stigum og síðani verður hetta falda við 12. Afturat hesum verður lagt 15% í eftirløn, 1,5% frítíðarískoyti og 3,62% í sosialum gjøldum.
Aftur