MMF móti FMR - tilkallivakt

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarlóggava, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Jógvan Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Maskinmeistarafelagið - MMF
Rættarlimir
Halgir Winther Poulsen, Poul Hansen, Torleivur Hoydal
Mál
8
Ár
2012
Úrskurðardagur
14. juli 2014
Lyklaorð
Tilkalling, tilkallivakt, vaktargjald, løgregla
Ásetingar
§6(3)c, Gjøld §2
Lýsing
Træta um tilkallivakt.

Skipan hevur verið um samstarv millum løgreglu og arbeiðseftirlit í málum umbrot um arbeiðsumhvørvislóg. Ósemja er um, hvussu maskinmeistarar hjá Arbeiðseftirlitinum skulu lønast við vaktargjaldi í sambandi við slíka tilkalling.
Mannagongdir
Málið skrásett sum mál um tulking eftir § 6(3)c og um gjøld reglugerð um gjøld § 2.
Viðgerðin
Mál 08-2012 - 0027

Kærurit dagfest 23.11.2012
Svarrit dagfest 19.02.2013
Replikkur dagfestur 03.04.2013
Duplikkur dagfestur 7. apríl 2014
Úrskurðarfundur: 11. juni 2014 kl. 09:30
Páhald
Maskinmeistarafelagið krevur at Fíggjarmálaráðið skal viðurkenna, at maskinmeistarar á Arbeiðseftirlitinum eiga vaktargjald fyri tilkalling eftir áheitan frá løgregluni. Felagið krevur eisini, at Fíggjarmálaráðið skal gjalda sakarmálskostnaðin.

Fíggjarmálaráðið krevur frídøming, umframt at Maskinmeistarafelagið skal viðurkenna, at "cirkulære om politiets bistand til gennemførelse af lovgivningen om arbejdsmiljø" ikki er fevnt at § 8 í sáttmálanum um tilkallivakt, umframt at sakarmálskostnaðurin verður býttur javnt.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð


Maskinmeistarafelagið fær ikki viðhald í krøvum sínum móti Fíggjarmálaráðnum.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín egna kostnað.

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum tulkingarmál. Soleiðis sum málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt eru tað helst § 8 í sáttmálanum (skjal 1) og rundskrivið frá fútanum (skjal 2), ið partarnir hava lagt størsta dentin á at fáa tulkað.

Hertil viðmerkir Gerðarrætturin, at § 8 í sáttmálanum einans ásetir, at maskinmeistarar fáa vaktargjald fyri tilkallivakt uttan fyri vanligu arbeiðstíðina. Sáttmálin sigur einki um, hvørt talan er um tilkallivakt ella ikki í tí einstaka førinum.

Hvat rundskrivinum viðvíkir, søkir tað sína heimild í § 58, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi. Hendan lógargrein er í besta lagi ivasom heimild undir rundskrivinum, við tað at nevnda lógargrein ásetir, at eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum hava, uttan rættarúrskurð, atgongd til at kanna almenn og privat virki, og skulu, um neyðugt, hava hjálp frá løgregluni í hesum sambandi. Her stendur einki um fráboðan, men hinvegin stendur í § 57 í lógini, at landstýrismaðurin kann áseta reglur um fráboðanarskyldu av arbeiðsvanlukkum v. m.. Í § 58, stk. 1 er ein regla um, at øll sum sambært lógini hava álagdar skyldur, skulu eftir áheitan geva Arbeiðseftirlitinum allar upplýsingar, ið neyðugar eru, fyri virkið hjá eftirlitinum.

Sama hvat sigast kann um heimildina undir rundskrivinum, tykir tað reiðiliga greitt, at fútin onga heimild hevur til at áleggja Arbeiðseftirlitinum ella starvsfólki hjá Arbeiðseftirlitinum, á hvønn hátt tey skulu arbeiða í sambandi við arbeiðsvanlukkur. Rundskrivið má heldur at skiljast, sum ein háttur hjá løgregluni at greina, á hvønn hátt hon skal lúka skyldur sínar eftir lógini um arbeiðsumhvørvi at boða Arbeiðseftirlitinum frá.

Hetta kann sambært rundskrivinum henda á tveir hættir, annaðhvørt við at senda skrivaðar politifrágreiðingar til Arbeiðseftirlitið ella “i tilfælde af øjeblikkelig fare og ved alvorlige arbejdsulykker, ved telefonopringning til arbejdstilsynets kontor, eller udenfor kontortid ved telefonopringning til en vagttelefon”, at boða frá vanlukkum. Her er einki sagt um, á hvønn hátt Arbeiðseftirlitið skal handla, eftir at hava fingið fráboðanir frá løgregluni, hvat ikki kann undra, tí løgreglan hevði ongar heimildir at álagt Arbeiðseftirlitinum hetta.

Hvørki sjálv sáttmálaorðingin ella rundskrivið frá fútanum geva sostatt nakað svar uppá spurningin, hvørt talan er um “tilkallivakt” ella ikki. Tann spurningurin má svarast við støði í, hvussu ein tílík vakt er skipað í hvørjum einstøkum føri. Um hetta er ymiskt tilfar lagt fram í Gerðarrættinum, eins og frágreiðingar eru givnar av vitnum frá báðum pørtum.

Arbeiðseftirlitið varð sett á stovn í 2000. Á starvsfólkafundi í Arbeiðseftirlitinum tann 4. september 2001, er eitt av umrøðuevnunum vaktarskipan. Her verður hugsað um eina skipan, sum viðvíkir skaðafráboðanum, og hvønn løgreglan og onnur skulu ringja til í og uttanfyri arbeiðstíð. Samtykt varð, at heita á Róðin Mellemgaard og Jón Lamhauge, sum báðir vóru maskinmeistarar og arbeiddu á Arbeiðseftirlitinum, um at koma við einum uppskoti til næsta fund. Á næsta fundi, tann 2. oktober 2001, er spurningurin aftur umrøddur, og verður tá sagt, at teir báðir høvdu eina rættiliga lidna skipan, sum fevndi um vaktarlista, leiðbeining við neyðugari útgerð og arbeiðsskaðar (kekklista). Sambært skipanini, skal eitt serligt telefonnummar upprættast á Arbeiðseftirlitinum, sum eisini kann stillast um til vakthavandi (fartelefon). Fútin skal hava at vita, at øll fráboðan um skaðar til Arbeiðseftirlitið skal vera til nevndu telefon, og øll eftirlitsfólk, uttan eitt, á Arbeiðseftirlitinum skulu vera við í vaktarskipanini. Um útreiðslurnar er sagt, at “skipanin kemur at kosta stovninum ein dag fyri hvørja viku, umframt ta yvirtíð sum eftirlitsfólkini eru úti í arbeiðsørindum til skaðafráboðanir”.

Á næsta starvsfólkafundi tann 4. desember 2001 eru ongar viðmerkingar til uppskotið, og má tað tí haldast at vera góðkent (sí skjølini E, F og G).

Sum skjal 22 er løgd fram ein vaktarskipan frá 2007, sum fevnir um alt árið og er býtt í 52 vikur, har hvør vakthavandi sær út til at hava havt vakt í eina viku.

Lítið skrivligt tilfar er lagt fram um vaktarskipanina, soleiðis sum hon er í dag, og hevur verið síðani Arbeiðseftirlitið varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í mars 2011, formliga skipað í løgtingslóg nr. 40 frá 13. mai 2013, sum broytir upprunalógin. Hinvegin er nakað av brævaskifti lagt fram í sambandi við, at Maskinmeistarafelagið hevur gjørt galdandi, at samsýningin, ið veitt verður teimum vakthavandi maskinmeistarunum, ikki er samsvarandi § 8 í sáttmálanum. Síðani mars 2011 hevur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, eisini verið stjóri á Arbeiðseftirlitinum, og síðani mai 2013 hevur Leivur Persson, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, verið dagligur leiðari av Arbeiðseftirlitinum.

Um møtiskyldu ella ikki, tá arbeiðsóhapp er fráboðað Arbeiðseftirlitinum, eru uppfatanirnar ógvuliga ymiskar.

Tey bæði vitnini Tummas Pauli Juul og Jaspur Neshamar, ið báðir eru maskinmeistarar og hava arbeitt á Arbeiðseftirlitinum í fleiri ár, Tummas Pauli Juul kortini ikki í løtuni, tá hann er í farloyvi, hava greitt frá, at eftir teirra tykki er tað avgerandi neyðugt, at viðkomandi vakthavandi møtir á vanlukkustaðnum uttan drál, tá ein fráboðan er komin frá fútanum. Hetta er neyðugt, bæði til tess at kunna fastleggja umstøðurnar tá óhappið hendi, og soleiðis gera tað lættari at finna fram til orsøkirnar, og fyri at avmarka møguleikarnar fyri, at tílíkar vanlukkur henda aftur. Teir fara tí altíð á staðið beinanvegin, tá teir hava vakt, og fráboðan kemur um álvarsligar arbeiðsvanlukkur.

Hinvegin hava vitnini Bárður Enni, stjóri, og Leivur Persson, deildarleiðari, greitt frá, at eftir teirra fatan er eingin skylda at møta á vanlukkustaðnum, hjá tí sum hevur vakt og tekur ímóti fráboðan frá fútanum. Viðkomandi hevur einans skyldu at taka telefonina og fáa greiðu á hvat er hent og hvar. Um so er, at tað er eyðsæð at talan er um álvarsligan vanlukkutilburð, og viðkomandi ivast um hann skal fara á staðið ella ikki, skal hann ringja til ein starvsfelaga ella leiðsluna at ráðføra seg, áðrenn hann møguliga fer á staðið. Leivur Persson hevur um vaktarskipanina, soleiðis sum hon hevur verið frá tí hann tók við sum deildarleiðari, greitt frá, at í prinsippinum eru øll starvsfólkini á Arbeiðseftirlitinum við í vaktarskipanini, og tað krevst eingin serlig teknisk útbúgving til hetta. Bæði vanlig skrivstovufólk og hann sjálvur, sum er løgfrøðingur, taka lut í vaktarskipanini. Tveir maskinmeistarar eru í løtuni við í vaktarskipanini. Tað er sjálvboðið um eitt starvsfólk vil vera við í vaktarskipanini ella ikki.

Samsýningin er átta tímar avspáking fyri eina viku vakt, og hendan samsýning hevur verið galdandi í nógv ár, helst síðani 2001 ið hvussu er. Samsýningin sambært § 8 í sáttmálanum hevði sambært lønartalvunum í dag verið vaktargjald 1: kr. 22,09 og vaktargjald 2: kr. 44,18 um tíman. Sambært útrokning gjørd av Bárði Enni (skjal 5), høvdu samlaðu útreiðslurnar um vikuna av at goldið eftir § 8 í sáttmálanum, verið kr. 3.829,00, meðan galdandi samsýning svarandi til 8 tímar frí við løn fyri eina viku vakt, er umleið kr. 1.300,00 um vikuna.

Spurningurin um hvat skal til fyri at ein vaktarskipan kann vera mett at vera tilkallivakt, hevur fyrr verið til viðgerðar í gerðarrætti. Í tveimum úrskurðum frá 7. november 2006 í ósemjum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, og Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, hevur sáttmálagerðarrættur við umboðum fyri partarnar og sorinskrivaranum sum uppmanni, sagt soljóðandi: “Efter overenskomstens ordlyd, må det være en forudsætning for ydelse af overenskomstmæssig tilkaldevagtbetaling, at vagtforpligtelsen indebærer en reel forpligtelse for medarbejderne til at møde på arbejdspladsen med kort varsel og til enhver tid”. Fasti gerðarrættur hevur í gerðarrættarmálinum 1/2011, ið var ein ósemja millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sagt: “Tilkallivaktir av hesum slagi umfata vanliga 1 – 2- starvsfólk, sum skulu vera tøk uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Vaktirnar eru skipaðar í vaktarskema, og vanliga hevur eitt starvsfólk ikki vakt meira enn ein dag í senn. Hetta tí at vanligt er at verða tilkallaður til arbeiðis í vaktini”.

Hóast tað er nógv sum talar fyri, at Arbeiðseftirlitið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av trygdini á arbeiðsplássunum, sendir ein serkønan á staðið, tá talan er um álvarsligar arbeiðsvanlukkir, og har tað yvirhøvir ber til, at kanna viðurskiftini beint eftir at vanlukkan er hend, fyri at skráseta umstøðurnar og møguliga finna orsøkina til vanlukkuna, metir gerðarrætturin ikki, at talan er um tilkallivakt í hesum málinum.

Hetta grunda vit á, at vaktarskipanin, sum er sjálvboðin, umfatar stórt sæð øll starvsfólkini hjá Arbeiðseftirlitinum, bæði serkøn og ikki, at vaktin varar eina viku, og fráboðanirnar um arbeiðsóhapp uttanfyri arbeiðstíð, eftir tí sum upplýst er fyri Gerðarrættinum, eru sera fáar. Talan kann tí ikki sigast at vera um eina veruliga skyldu til at møta á vanlukkustaðnum í øllum førum, tá fráboðan kemur frá fútanum. Harafturat kemur, at vit halda, at tá so stór ósemja ræður millum starvsfólkið og leiðsluna á Arbeiðseftirlitinum um skylduna at møta á vanlukkustaðnum, at tað má vera leiðslan, sum hevur avgerandi orðið.

Soleiðis sum málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt, snýr tað seg um, hvørt tveir av fleiri starvsfólkum á Arbeiðseftirlitinum, ið taka lut í vaktarskipanini, eru rætt lønt ella ikki. Eitt tílíkt krav kundi eisini verið reist gjøgnum tær mannagongdir, ið eru til taks í sáttmálanum partanna millum, eitt nú gjøgnum álitismannaskipanina sambært § 20, stk. 5, ella gjøgnum samstarvsnevndina sambært § 21 í sáttmálanum.

Ført hevur verið fram frá innkærda, at galdandi skipan um samsýning er vorðin bindandi siðvenja.

Fasti Gerðarrættur metir ikki at neyðugt er at taka støðu til hendan spurningin, tá gerðarrætturin ikki gevur kærandi viðhald í, at talan er um tilkallivakt. Harafturat kemur, at skuldi verið talan um siðvenju, er hendan siðvenjan søgd upp við skrivi frá Maskinmeistarafelagnum til Arbeiðseftirlitið dagfest 6. februar 2012 (skjal 6).

Tá Gerðarrætturin staðfestir, at talan er ikki um tilkallivakt og sostatt heldur ikki um samsýning sambært § 8 í sáttmálanum, og harafturat staðfestir at ein møgulig siðvenja um annan samsýningarhátt er farin úr gildi, ið hvussu er fyri limir Maskinmeistarafelagsins, eru ongar reglur um samsýning galdandi. Afturat hesum kemur, at samsýningarhátturin við avspáking, sum hevur verið nýttur, møguliga er í stríð við grundreglurnar í sáttmálanum, sí í hesum sambandi § 7, har ásett er, at einans um maskinmeistarin sjálvur ynskir tað kann úrtíðararbeiði samsýnast við frítíð. Tað er tí helst neyðugt at partarnir semjast um ein framtíðar samsýningarhátt.

Kærandi hevur ført fram, at Fíggjarmálaráðið til sáttmálasamráðingarnar í 2013 hevur sett fram krav um telefonvakt og lítið tyngjandi tilkallivakt, men ikki fingið viðhald í hesum krøvum, og tí ikki kann seta tey fram í gerðarrættarmálinum.

Hertil viðmerkir Gerðarrætturin, at tað eftir tí upplýsta ongantíð kom til veruligar samráðingar um hesar spurningar orsakað av, at Maskinmeistarafelagið vísti hesum frá sær við tilvísing til, at málið var til viðgerðar í Fasta Gerðarrætti.

Innkærdi hevur kravt sjálvstøðugan dóm um, at ein telefonvaktarskipan, sum tann í hesum máli viðgjørda, ikki er fevnd av § 8 um tilkallivakt í sáttmálanum millum partarnar.

Fasti Gerðarrættur metir ikki, at neyðugt er at ganga hesum kravi á møti orsakað av, at kærandi ikki fær viðhald í kravi sínum. Afturat hesum kemur, at kravið um sjálvstøðugan dóm er orðað sera alment og meira at kalla má metast sum ein áheitan um eitt responsum.

Báðir partar hava kravt at mótparturin skal rinda málskostnaðin. Hertil er at siga, at tað hevur verið føst mannagongd í Fasta Gerðarrætti, at kostnaðurin verður býttur javnt millum partarnar. Vanliga hava báðir partar áhuga í at mál verður lagt fyri Fasta Gerðarrætt, tí hóast annar parturin “vinnur” og hin sostatt “tapur”, fáa báðir partar sum oftast eina óvissu greidda av vegnum við tulking. Tað skal nakað heilt serligt til, at álagt verður øðrum partinum at rinda allan kostnaðin, eitt nú um talan hevur verið um áhaldandi sáttmálabrot, mál ført í óndari trúgv ella onnur viðurskifti ið sýna, at viðkomandi partur ikki hevur loyalan áhuga í at fáa sáttmálaósemju ella -ógreiðu tulkaða.

Talan er ikki um tílík viðurskifti í hesum máli, og fær hvørgin partur viðhald í kravinum um ójavnt býti av kostnaðinum.
Úrskurður sum PDF
Aftur