LHA móti FMR - eftirlønargjald

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Eftirløn, eftirlønargjald, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Kor, arbeiðsumstøður, starvstreytir, Løn, Siðvenja, Starvssetan, sakligheit, mannagongdir
Umboð
Páll Nielsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Landsfelag Handverkaranna - LHA
Rættarlimir
Gurið Joensen, Hendrik Thomsen, Poul Hansen
Mál
4
Ár
2013
Úrskurðardagur
17. september 2014
Lyklaorð
Eftirlønargjald, líkaregla, tímalønt
Ásetingar
§6(3)c, §6(3)d
Lýsing
Træta um eftirlønargjald.

Landsfelag Handverkaranna og Fíggjamálaráðið hava sáttmála um fastløntar handverkarar við áseting um eftirlønargjøld. Ósemja er nú um rætturin til eftirlønargjøld eisini fevnir um tímaløntar handverkarar á øðrum stovnum enn Landsverki.
Viðgerðin
Kærurit dagfest 24. september 2013.

Svarrit dagfest 11. desember 2013.

Fyrireikandi fundur 17. januar 2014.

Replikkur dagfestur 25. februar 2014.
Páhald
Landsfelag Handverkaranna krevur Fíggjarmálaráðið at viðurkenna, at tímaløntir limir felagsins á øðrum stovnum hava rætt til eftirlønargjøld.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Innkærdi, Fíggjarmálaráðið, verður frídømt
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Fasti Gerðarrættur
Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6 stk. 3 litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.
Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til: Um limir kærarans, sum eru tímaløntir og starvast á stovnum undir landinum, hava rætt til eftirlønargjald eftir § 8 í sáttmálanum millum kæraran og innkærda.
Millum kæraran og innkærda er bert ein sáttmáli galdandi, og er hesin framlagdur sum skjal A. Sáttmálin er frá 2011.
Í § 1 stk. 1 í sáttmálanum partanna millum er ásett soleiðis:
§ 1. Sáttmálaøki
Hesin sáttmáli fevnir um fastløntar handverkarar, sum starvast á stovninum, har Fíggjarmálaráðið hevur málsræði til at áseta lønar- og setanarviðurskiftini.
§ 6. Er soljóðandi:
Yvirtíðarløn eigur helst ikki at vera.
Stk. 2 Fyri álagt yvirtíðararbeiði verður goldin yvirtíðarløn afturat vanligu dagligu tímalønini soleiðis: Fyri 1 2 og 3 tímar verður goldið 50%. Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar, og fyri arbeiði leygardagar sunnudagar, og fyri teir í § 15 nevndu frídagar, 100%. Yvirtíðagjald verður latið fyri hvønn byrjaðan ½ tíma.
Stk. 3 Um tað er gjørligt eigur at verða sagt frá yvirtíðararbeiði dagin fyri.
Stk. 4 Tímalønin er bruttoárslønin býtt við 2080. Bruttolønin er grundløn + viðbøtur.
Stk. 5 Fyri yvirtíðararbeiði, ið fer út um 2 tímar. Eiga starvsfólk rætt til 1 tíma mattíð uttan frádrátt.
Stk. 6 Handverkari við niðursettari arbeiðstíð fær bara yvirtíðargjald fyri álagt arbeiði aftaná vanligu arbeiðstíðina hjá viðkomandi stovni.
§ 8 er soljóðandi:
Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjald av grundlønini eftir lønartalvu galdandi fyri henda sáttmála. Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um. Fyri tey, sum vegna vánaliga heilsu ella av elli ikki kunnu koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi. Peningur í slíkari uppsparingarskipan kann ikki verða útgoldin meðan handverkari enn er í starvi.
Lønartalvan nevnd í § 8 og framløgd sum skjal C, hevur hesa uppseting:
Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna

Lønartalva galdandi frá 1. oktober 2012


lønarstig mánaðar- eftirlønar- Tímaløn yvirtíð 1 yvirtíð 2
Løn Gjald
Netto 15%


1 21.080,00 3.162,00 121,62 182,42 243,23
2 21.330,00 3.199,50 123,06 184,59 246,12
3 21.580,00 3.237,00 124,50 186,75 249,00
4 21.830,00 3.274,50 125,94 188,91 251,88
5 22.080,00 3.312,00 127,38 191,08 254,77
6 22.330,00 3.349,50 128,83 193,24 257,65
7 22.580,00 3.387,00 130,27 195,40 260,54
8 22.830,00 3.424,50 131,71 197,57 263,42
9 23.080,00 3.462,00 133,15 199,73 266,31
10 23.330,00 3.499,50 134,60 201,89 269,19
11 23.580,00 3.537,00 136,04 204,06 272,08
12 23.830,00 3.574,50 137,48 206,22 274,96


Vaktargjald 1 22,00
Vaktargjald 2 44,00


Leiðandi handverkari:

25.330,00 3.799,50 146,13 219,20 292,27


Formenn hjá Landsverk:

26.580,00 3.987,00 153,35 230,02 306,69







Sambært § 1 í sáttmálanum partanna millum fevnir sáttmálin um fastløntar handverkarar. Hetta er greitt orðaljóð, og skal sáttmálin hava rúmligari fatan, soleiðis at tímaløntir handverkarar eisini eru fevndir av sáttmálanum, krevst, at tann, ið ger aðra fatan galdandi kann sanna, at so er. Próvbyrðuna fyri hesi fatan liggur tí í hesum máli á kæraranum, tí tað er hann, sum ger galdandi rúmligari fatan enn vanlig orðatulking vil føra til.
Kærandi hevur gjørt galdandi, at avleiðingin av eini beinleiðis orðatulking vil hava so umfatandi avleiðingar fyri limirnar hjá kærandi, at tað eigur at vera innkærdi, sum eigur at sanna, at sáttmálin ikki er galdandi fyri tímaløntar handverkarar. Fasti Gerðarrættur heldur, at umstøðurnar í málinum gera ikki, at talan skal vera um umvenda próvbyrðu, tí ein tulking, sum víðkar sáttmálaøki so munandi frá orðaljóðinum sum í hesum føri, vil hava avleiðingar bæði fyri kærandi og innkærda. Og hartil eru ongar ábendingar um, at avleiðingarnar av at tulka sáttmálan eftir orðaljóðinum í § 1 vilja vera so umfatandi, sum innkærdi hevur ført fram. Innkærdi hevur í hesum sambandi beinleiðis givið til kennar, at ongar ætlanir eru um misnýta støðuna til at fremja spariætlanin innan tað almenna. Fasti Gerðarrættur hevur tí viðgjørt málið út frá grundsetningnum um, at tað er kærandi sum hevur próvbyrðuna fyri sínum kravi.
Sum grundgeving fyri, at sáttmálin eisini er galdandi fyri tímaløntar handverkarar, hava vitnisfrágreiðingarnar víst á, at kærandi hevur allatíð havt tað fatan, at so var, og kærandi hevur ikki fyrr enn í 2012 fingið kunnleika til, at nakar tímaløntur handverkari, í starvi hjá tí almenna, ikki fekk eftirløn eins og teir fastløntu. Eisini er víst á, at sáttmálin innheldur lýsing av tímalønini, og at tímalønin er uppsett í lønartalvuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Einamest hevur kærandi, og eisini vitnisfrágreiðingarnar, lagt dent á, at tær lønarhækkingar, sum vóru latnar í tíðarskeiðnum 2001 – 2009, fyri stóran part fóru til eftirløn, enntá okkurt árið fór øll lønarhækkingin til eftirløn, og at hetta hevði felagið ikki gjørt, um teir vistu, at hetta viðførdi, at nakrir limir ikki fingu ella bert í lítlan mun fingu ágóða av lønarhækkingini. Kærandi metir eisini, at tað er óhugsandi, at innkærdi vildi góðtikið slíka fordeiling, um ikki felagsfatanin varð, at sáttmálin var fyri fastløntar og tímaløntar handverkarar. Kærandi hevur eisini víst á, at tað er brot á líkheitsregluna, at ikki allir hanverkarar hjá tí almenna fáa eftirløn. Sum stiðjandi grundgeving er eisini víst til, at limir, ið arbeiða eftir KAF sáttmálanum, fáa allir eftirløn, eisini teir tímaløntu, og at teir eisini fingu hetta, áðrenn tað kom sum tekstur í sáttmálan. Tað eru tó ikki framløgd nøkur skjøl hesum viðvíkjandi.
Innkærdi sigur hinvegin, at hansara fatan er greitt eftir orðaljóðinum í § 1. Tá sáttmálin bert nevnir fastløntar handverkarar, so er hann bara galdandi fyri teir. At tímalønin er lýst í sáttmálanum er sjálvsagt, tí hon stendur í mun til bruttoárslønina. Innkærdi letur handverkarum, tímaløntum ella fastløntum, somu tímaløn fyri sama arbeiði. Tá bruttoárslønin hækkar, hækkar tímalønin eisini, so á hendan hátt fær tímaløntur part í lønarhækkingini, hóast hann ikki er fevndur av sáttmálanum. Tímayvirlitið í skjal C vísur eisini, at eftirlønin er ikki partur av tímalønini, tí eftirlønin er ikki uppi í útrokningini av bruttoárslønini og tískil ei heldur í tímalønini.
Fasti Gerðarrættur metir, at sum § 1 í sáttmálanum er orðað, er útgangsstøðið, at sáttmálin bert fevnir um fastløntar handverkarar. Sáttmálauppbyggingin og samanlesingin av §§ 6, 8 og lønartalvuni gevur ikki nakra greiða ábending um, at tímaløntir eru fevndir av sáttmálanum, men vísur bert, hvussu lønarskipanin er uppbygd og hvussu eftirlønarrættindi eru skipaði. Tað er ikki framlagt nakað prógv fyri, at Fíggjarmálaráðið hevur praktiserað sáttmálan, sum um hann eisini var galdandi fyri tímaløntar. Ei heldur tykist at vera talan um brot á líkaheitsreglunar, tí sambært innkærda verður latin sama tímaløn fyri sama arbeiði. At Landsverk, sum almennur stovnur, letur tímaløntum eftirløn, er grundað á, at hetta er eftir sáttmálanum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum er markamóti til teirra virksemi. Hetta bindur ikki Fíggjarmálaráðið at veita eftirløn, har teir ikki hava sáttmála, sum inniheldur eftirlønarrættindi. Fasti Gerðarrættur er sostatt samt við Fíggjarmálaráðnum í, at eftirlønarrættindi eru eins og flest onnur løntakararættindi, sum ikki eru skipað við lóg, ein rættur sum løntakarafeløgini vinna sínum limum rætt til í samráðing við sáttmálapartin ella við fastari siðvenju á økinum. Eftirlønarlógin, sum kom í gildi 1. januar 2014, er prógv um, at tað enn eru lønarbólkar, sum ikki hava megnað at vunnið sær eftirlønarrættindi frá arbeiðsgevaranum, tí í hesari lóg er skipað eitt slag av tvungnari eftirlønaruppsparing fyri teir løntakarar, sum ikki við sáttmála hava rætt til eftirløn. Í hesi skipan rindar løntakarin sína egnu eftirløn.
Kærarin hevur ikki sannført Fasta Gerðarrætt um, at tað hevur verið ein felagsfatan ella ætlan millum partarnar, at sáttmálin skal hava rúmligari fatan enn orðaljóðið í § 1 í sáttmálanum, soleiðis at hann eisini fevnir um tímaløntar handverkarar. Ei heldur eru førd prógv fyri, at sáttmálin hevur verið praktiseraður eftir fatanini hjá kærandi.
Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur ikki kærandi viðhald í sakarkravinum
Úrskurður sum PDF
Aftur