FPF móti KAF - leiðaraviðbót

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Brot, Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Løn
Umboð
Gunn Ellefsen, Páll Nielsen
Partar
Føroya Pedagogfelag - FPGF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið - KAF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Poul Hansen, Torleivur Hoydal
Mál
1
Ár
2013
Úrskurðardagur
19. desember 2014
Lyklaorð
Førleikaviðbót, viðbót, eftirútbúgving
Ásetingar
§6(2)d, §6(3)c, §6(3)d
Lýsing
Træta um viðbøtur.

Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava áseting um førleikaviðbøtur fyri eftirútbúgving. Fleiri leiðarar á stovnum hjá Tórshavnar Kommunu fingu viðbót fyri eftirútbúgving í leiðslu. Ósemja er nú um aðrir leiðara skulu hava somu viðbót, og nær viðbótin tekur við.
Mannagongdir
Málið skrásett sum mál um brot § 6(2)d, tulking av sáttmála § 6(3)c og tulking av siðvenju § 6(3)d.
Viðgerðin
Mál 01-2013 - 0029

Kærurit dagfest 10. apríl 2013

Svarrit dagfest 4. juni 2013

Replikk dagfest 11. desember 2013

Duplikkur dagfestur 7. februar 2014

Úrskurðarfundur 9 oktober 2014 kl. 9
Páhald
Pedagogfelagið krevur at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vegna lim sín Tórshavnar Kommunu skal viðurkenna, at tveir limir felagsins eiga viðbót frá ávísum degi.

Kommunala Arbeiðagevarafelagið krevur frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð

Innkærdi, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, vegna Tórshavnar Kommunu, verður dømdur at viðurkenna, at stovnsleiðararnir hjá Tórshavnar Kommunu Mona Rasmussen Mohr og Óli Midjord frá 1. august 2009 hava rætt til førleikaviðbót, sum ásett er í § 22 í sáttmála partanna millum, eins og hinir stovnsleiðararnir, sum eru partar í hesum máli

og

innkærdi verður somuleiðis dømdur at viðurkenna, at stovnsleiðararnir Mirjam Johannesen, Sofía Nattestad, Turið Horn og Poula Eidesgaard framhaldandi hava rætt til førleikaviðbót, sum Tórshavnar Kommunu áður hevur givið teimum tilsøgn um.
Málkostnaður
Hvør partur ber egnan kostnað

Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur:

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum eitt mál um tulking av sáttmála eftir § 6 stk. 3 litra c í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til um dagstovnaleiðararnir Óli Midjord og Mona Rasmussen Mohr hava rætt til førleikaviðbót frá 1. juni 2008 susidiert frá 1. juli 2008, og um dagstovnaleiðararnir Mirjam Johannesen, Sofía Nattestad, Turið Horn og Poula Eidesgaard framhaldandi hava rætt til førleikaviðbót, sum Tórshavnar Kommuna áður hevur játtað teimum.

Millum kæraran og innkærda er sáttmáli galdandi, framlagdur sum skjal 1.

Í § 22 í sáttmálanum partanna millum er ásett soleiðis:

Førleikaviðbót kann latast fyri eftirúbúgving, Hesar viðbøtur eru førleikaviðbøtur og eru knýttar at starvinum. Fyri at kunna fáa førleikaviðbót, skal útbúgvingin verða kravd og eftirútbúgvingin skal verða frá góðkendum útbúgvingarstað. Sjálvt um pedagogur hevur tikið meira enn eina eftirútbúgving, so verður bara ein viðbót latin. Er starvið partíðarstarv, verður viðbótin samsvarandi setanarbrøkinum.

Eftirútbúgving 120 tímar: 750,- kr.

Eftirútbúgving 160 tímar: 1.000,- kr.

Eftirútbúgving 200 tímar: 1.250,- kr.

Orðingin í § 22 avmarkar seg ikki til nakrar ávísar starvsbólkar av námsfrøðingum. Útgangsstøði er tí, at § 22 fevnir um allir námsfrøðingar, sum eru fevndir av sáttmálanum partanna millum. Skal § 22 í sáttmálum hava eina avmarkandi fatan í mun til bólkar av námsfrøðingum eitt nú so at námsfrøðingar, sum eru leiðarar/stovnsleiðarar á dagstovnaøkinum krevst, at tann, ið ger aðra fatan galdandi, kanna sanna, at so er.

Hvørki út frá framlagdu skjølum í málinum ella út frá frágreiðingum givnum fyri Fasta Gerðarrætti ber til at siga, at sáttmálapartarnir høvdu eina slíka avmarkandi felagsfatan av orðingi í § 22, tá hon kom í sáttmálan. Ei heldur er nakað prógv um, at innkærdi hevur gjørt slíka avmarkandi fatan av § 22 galdandi yvirfyri kærandi, áðrenn sáttmálinn varð undirskrivaður.

Fasti Gerðarrættur metir tí, at sum § 22 í sáttmálanum er orðað, eru námsfrøðingar, sum eru leiðarar/stovnsleiðarar á dagstovanøkinum eisini fevndir av § 22 og tí møguleika sum § 22 gevur til førleikaviðbót.

Tá staðfest er, at stovnsleiðarar á dagstovnaøkinum eru fevndir av teim rættindum, sum § 22 gevur til førleikaviðbót, er neyðugt at klárleggja, nær førleikaviðbót kann játtast stovnsleiðarum á dagstovnaøkinum.

Sambært § 22 er kravið, at útbúgvingin skal verða kravd og eftirútbúgvingin skal verða frá góðkendum útbúgvingarstað og ávísari tímalongd. Orðingin av § 22 gevur ikki nakað grundarlag til at krevja nøkur serlig krøv í mun eftirútbúgvingar hjá stovnsleiðarum. Ei heldur geva givnu frágreiðingar í málinum ella framløgdu skjølini nakað grundarlag fyri at siga, at felagsfatanin millum partarnar, tá orðingin varð gjørd, var, at førleikaviðbót ikki kann veitast til stovnsleiðarar á dagstovnaøkinum, sum taka eftirútbúgving í leiðslu. Og ei heldur sæst, at innkærdi hevur ført slík sjónarmið fram áðrenn sáttmálundirskriving.

Í fleiri av frágreiðingunum givnum fyri Fasti Gerðarrætti er víst á tey dømi, sum vóru frammi undir sáttmálasamráðingunum, og serliga er víst á viðurskifti á dagstovnum, sum hava børn við serligum tørvi. Vitnini Jógvan Philbrow og Jarvin F. Hansen, sum vóru við til sáttmálasamráðingarnar í 2007, søgdu, at tað týðningarmesta er, at tú við relevantari eftirútbúgving førleikamennur teg í mun til títt starv og ikki um tú eftir eftirúbúgving megnar aðrar uppgávur afturat starvi tínum. Anita Fuglø, sum eisini var við til sáttmálasamráðingarnar í 2007, greiddi hinvegin frá, at talan skal vera um førleika, sum tú leggur aftur tíni námsfrøðiligu útbúgving fyri at kunna megna aðra uppgávu enn frammanundan.

Men eingin ávísing er frá hesum vitnum, sum vóru við til sáttmálasamráðingarnar í 2007, til umrøða partanna millum av spurninginum um, um førleikaviðbót kann ella ikki kann gevast fyri eftirútbúgving innan øki, tú frammanundan røkir. Av vitnifrágreiðingunum ber tískil ikki til neyvt at siga, hvussu vítt ella avmarkað rúmið fyri veitan av førleikaviðbót er. Hetta má metast um í tí einstaka førinum, og metir Fasti Gerðarrættur, at tað er júst tað, ið “kann” orðingin leggur upp til.

At dagstovnaleiðarar frammanundan fáa løn fyri leiðslu, er eitt sjónarmið, sum er staðfest í lønarsáttmálanum millum partarnar, har námsfrøðingur, sum er leiðari fær aðra løn enn námsfrøðingur uttan leiðsluábyrgd. Men Fasti Gerðarrættur heldur, at hetta sjónarmið einsamalt ikki kann avmarkað ásetingina í § 22 á ein slíkan generellan hátt, at førleikaviðbót fyri eftirútbúgving í leiðslu ikki kan gevast eftir eini ítøkuligari meting.

Semja tykist vera um, at tað er innkærdi, sum við eggjan og ella boðum hevur sent dagstovnaleiðararnar at taka eftirútbúgving í leiðslu. Fasti Gerðarrættur metir, at tær støður, sum eru lýstar og greiddar frá um hesi viðurskifti, og at arbeiðsgevarin hevur játtað førleikaviðbót uppá umrøddu eftirútbúgvingar, gevur grund til at siga, at talan er um útbúgving, sum arbeiðsgevari hevur kravt. At eftirútbúgvingin er frá góðkendum útbúgvingarstaði og at kravda tímalongdin er lokin, er staðfest í málsupplýsingunum í málinum.

Tórshavnar Kommuna hevur sum arbeiðsgevari gjørt tí ítøkuligu meting, sum sambært vegleiðingini frá KAF, skjal A, er ein fyritreyt fyri at kunna játtað førleikaviðbót eftir § 22. Sum tað framgongur av skjali 39, hevur arbeiðsgevarin, Tórshavnar Kommuna, mett um starv, útbúgving og relevans av eftirútbúgvingini í leiðslu, og hareftir játtað førleikaviðbót til 8 dagstovnaleiðarar harav 4, sum eru partar av hesum mál.

Tá § 22 ikki kann avmarkast á ein slíkan generellan hátt, at førleikaviðbót fyri eftirútbúgving í leiðslu ikki kan gevast eftir eini ítøkuliga meting, so heimilar § 22, at førleikaviðbót eftir ítøkuligari meting kann gevast, eisini í slíkum førum sum her, tá talan er um eftirúbúgving í leiðslu. Tá so viðbót er játtað eftir ítøkuliga meting frá arbeiðsgevara av, at krøvini eru lokin, so kann arbeiðsgevarin ikki taka aftur játtaða viðbót uttan nýggja ítøkuliga meting av, at fortreytirnar fyri játtanini hjá tí einkulta stovnsleiðaranum eru skeivt mettar ella ikki tilstaðar longur.

Tann viðgerð, sum innkærdi hevur havt í samband við afturtøkurnar í hesum máli, er, sum skjølini 7, 26 – 30 vísa, og sum trivnarðarstjórin Jóan Petur Hentze greiddi frá, ein generell støðutakan út frá eini fatan av, at tað er ikki heimild at veita dagstovnaleiðarum førleikaviðbót vegna eftirútbúgving í leiðslu. Tá hendan fatan ikki kann grundast á § 22, kann hendan grundgeving og viðgerð ikki nýtast sum grundarlag fyri at taka aftur tær játtaðu førleikaviðbøturnar.

Sum viðmerking til spurningin um at vandi er fyri at skipanin við hesum gerast ein automatisk skipan, metir Fasti Gerðarrættur, at stýringin av heimildini í § 22 júst liggur í, at arbeiðsgevari kann meta um, hvørjar útbúgvingar hann metir vera so mikið relevantar fyri ávís størv og ávís starvsfólk, sum skulu røkja hesi størv, at hann krevur, at starvsfólk hava ella taka ávísa útbúgving frá góðkendum útbúgvingarstaði.

Innkærdi hevur gjørt galdandi, at tá talan bert er um eina avgerð, hóast 8 játtanir, so bindur slík avgerð ikki á nakran hátt sum praksis á økinum. Fasti Gerðarrættur heldur tó, at tá innkærdi eftir ítøkuligari meting av 8 umsøkjarum hevur játtað førleikaviðbót, og tá tað er heimild í § 22 at játta førleikaviðbót til dagstovnaleiðarar, so verður innkærdi bundin av fyrisitingarligu líkaregluni um, at líka mál skal viðgerðast líka. Í hesum máli førir tað við sær, at dagstovnaleiðararnir Óli Midjord og Mona R. Mohr, hava krav uppá somu viðgerð og avgerð, sum teir dagstovnaleiðarar, sum uppá sama grundarlag sum Mona og Óli hava fingið játtað førleikaviðbót. Fasti Gerðarrættur vil í hesum sambandi vísa á, at sambært skjal 11 og 18, so høvdu tey bæði søkt um førleikaviðbót ávikavíst 2. apríl 2008 og 16. juni 2008, sum er áðrenn játtan varð givin hinum dagstovnarleiðarunum í august 2009.

Av hesum grundum gevur Fasti Gerðarrættur kærandi viðhald í principiala sakarkravinum, tó soleiðis, at Mona Rasmussen Mohr og Óli Midjord hava rætt til førleikaviðbót frá sama degi sum hinir stovnsleiðararnir t.e. frá 1. august 2009.

Eisini gevur Fasti Gerðarrættur kærandi viðhaldi í, at stovnsleiðararnir Mirjam Johannesen, Sofía Nattestad, Turið Horn og Poula Eidesgaard framhaldandi hava rætt til førleikaviðbót, sum Tórshavnar Kommuna áður hevur givið teimum tilsøgn um.
Aftur