SMF móti FMR - uppafturtøka

Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Arbeiðsmarknaðarmál (brot, stríðsstig o.a., s.b. FG §6(2)), Stríðsstig
Umboð
Jógvan Ellefsen, Sigmund Poulsen
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Halgir Winther Poulsen, Hendrik Thomsen, Leivur Michelsen, Maria á Dul, Poul Hansen, Torleivur Hoydal, Vígdis Johannesen
Mál
3
Ár
2010
Úrskurðardagur
30. desember 2014
Lyklaorð
Uppafturtøka
Lýsing
Træta um stríðsstig - uppafturtøka.

Eftir tveir úrskurðir um verkfalsfreist og verkfalsfráboðan heitti Starvsmannafelagið á Fasta Gerðarrætt um uppafturtøku eftir ásetingini um, at týðandi mál í serligum føri kunnu leggjast fyri allar dómararnar.

Málið er tengt at FMR móti SMF - stríðsstig (arbeiðssteðgur í sáttmálasamráðing); FMR móti SMF - stríðsstig (verkfalsfreist); KAF móti FPGF - fráboðan um 24-tíma verkfall; Føroya Landsstýri móti SMF - samhugaverkfall.
Mannagongdir
Málið var skrásett sum mál um uppafturtøku eftir § 11 (2).
Viðgerðin
Mál 03/2010-00017

Áheitan um uppafturtøku móttikið 25.02.2010

Kærurit dagfest 11.12.2010.

Svarrit móttikið 18.03.2011.

Replikk móttikið 09.01.2012

Ískoyti til replikk móttikið 07.02.2012

Úrskurðarfundur 21.11.2014 kl. 10
Páhald
Starvsmannafelagið heldur uppá, at verkfallið í februar 2010 var heimilað stíðsstig, og at Fasti Gerðarrættur er óheimilaður at taka støðu til hvørt verkfallið kundi setast í verk, subsidiert at verkfallið var lógliga fráboðað.

Fíggjarmálaráðið heldur í fyrsta lagi uppá avvísing, í øðrum lagi frídøming.
Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí samsvarandi niðurstøðu meirilutans henda
Úrskurð

Teir báðir gerðarrættarúrskurðirnir sagdir av Fasta Gerðarrætti ávikavist tann 1. februar 2010 og 2. februar 2010 í gerðarrættarmálunum 01/2010 og 02/2010 millum partarnar fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið verða staðfestir.
Málkostnaður
Hvør partur ber sín kostnað.

Partarnir bera harumframt, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og Reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Gerðarrætturin heldur

Málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt sum træta um stríðsstig, og er uppafturtøka av áður søgdum úrskurðum, nevniliga málunum 01/2010 og 02/2010, sambært § 11, stk. 2 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt.

Málskrav kærandi í hesum málinum, sum nú er til viðgerðar, er í tveimum. Fyrst verður kravt, at fíggjarmálaráðið skal verða dømt at viðurkenna, at verkfallið, sum Starvsmannafelagið lýsti fyri portørar og ambulansustarvsfólk at byrja 1. februar 2009 kl. 15:00, var heimilað stríðsstig, og tí kundi setast í verk beinanvegin.

Í øðrum lagi verður gjørt galdandi, at Fasti Gerðarrættur bert hevur málsføri at taka støðu til, um verkfallið var heimilað, og ikki um tað kundi setast í verk – subsidiert at verkfallið kundi setast í verk, tí tað var lógliga fráboðað og varslað.

Innkærdi hevur í fyrra lagi kravt, at málið verður burturvíst av gerðarrættinum, og í øðrum lagi kravt frídøming.

Av tí at krav innkærda um burturvísing – verður tað gingið á møti – ger restina av viðgerðini óneyðuga, skal gerðarrætturin fyrst viðgera hetta kravið.

Í svarritinum verður kravið um burturvísing grundað á, at tey bæði málini 01/2010 og 02/2010 vórðu viðgjørd sum prinsipiel mál sambært § 5 (3) c í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Hetta varð góðkent av báðum pørtum, hóast allir átta dómararnir ikki kundu møta, av tí at nakrir vóru burturstaddir.

Í teldubrævi til Fasta Gerðarrætt, dagfest 7. november 2014, og lagt fram í málinum, ger innkærdi harumframt galdandi, at málið er ”púra aktuelt nú meira enn fýra ár aftaná”. Somuleiðis verður víst á, at nýggj semingslóg er samtykt og komin í gildi, har m. a. er ásett, at partarnir hava skyldu at áseta sínámillum reglur í áhugatrætu, herundir í minsta lagi fráboðanarform og fráboðanarfreist, undan arbeiðssteðgi.

Hertil svarar kærandi, at tey bæði málini 01/2010 og 02/2010 reint konkret ikki eru viðgjørd eftir § 8 í Sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt, og at kærandi framvegis hevur rættarligan áhuga í at fáa málini viðgjørd, hóast tað seinni samtyktu lógina um semingsstovn.

Um hendan spurningin heldur Fasti Gerðarrættur:

Tey bæði málini, ið eru innkærd til nýggja viðgerð, vóru, eftir áheitan frá fíggjarmálaráðnum løgd fyri Fasta Gerðarrætt sum snarmál eftir § 8 (5) í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt. Fasti Gerðarrættur metti av sínum eintingum, at spurningurin um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg var so prinsipiellur, at gerðarrætturin vildi hava málið viðgjørt av øllum átta dómarunum sambært § 5 í sáttmálanum. Hesum tóku báðir partar undir við, men vísti tað seg, at skotbráið at seta gerðarrættin var so stutt, at tað varð ikki gjørligt at fáa allar dómararnar at møta. So hóast málið av gerðarrættinum varð og framvegis er mett at vera av prinsipiellum týdningi, eydnaðist ikki at fullmanna gerðarrættin í sambandi við málsviðgerðina. Harafturat kom, at bæði málini skuldu viðgerast sum snarmál, hvat sjálvandi ikki eru bestu umstøður, hvørki hjá pørtunum ella gerðarrættinum, tá prinsippmál skulu viðgerast. Hetta vóru kortini treytirnar, sum partarnir vóru samdir í.

Gerðarrætturin er framvegis av teirri fatan, at málið er av prinsipiellum týdningi, og tá tað aftaná meira enn fýra ára málsviðgerð, hevur eydnast at fáa gerðarrættin settan við øllum átta dómarunum, metir Fasti Gerðarrættur ikki at tað vera rætt at burturvísa málinum.

Nýggja semingslógin, ið kom í gildi í 2013, broytti einki í hesum eftir gerðarrættarins tykki.

Innkærda fíggjarmálaráðið fær sostatt ikki viðhald í hesum málskravinum.

Til annað lið av málskravi kærandi, um at Fasti Gerðarrættur bert hevur málsføri at taka støðu til um verkfallið var heimilað og ikki um tað kundi setast í verk, er at siga, at Fasti Gerðarrættur tekur ikki undir við hesi avmarkandi tulkingini av sáttmálanum. Í teimum báðum málunum, ið eru innkærd til nýggja viðgerð, hevur Fasti Gerðarrættur tikið undir við, at verkfallið var heimilað stríðsstig, men fráboðað við ov stuttari freist, og tí ikki átti at verða sett í verk.

Fasti Gerðarrættur metir seg framvegis at hava heimild til at taka støðu til hvørt eitt annars heimilað verkfall er sett í verk á lógligan hátt, og gevur tí ikki kærandi viðhald í hesum partinum av málskravinum.

Eftir er hjá gerðarrættinum at viðgera fyrra lið í málskravinum hjá kærandi, sum er “at verkfallið, sum Starvsmannafelagið lýsti fyri portørar og ambulansustarvsfólk, at byrja 1. februar 2010 kl. 15:00, var heimilað stríðsstig, og tí kundi setast í verk beinanvegin”.

Fasti Gerðarrættur hevur sagt tveir úrskurðir í málinum, tann fyrri FG 01/2010 sagdur tann 1. februar 2010, og tann seinni FG 02/2010 sagdur tann 2. februar 2010.

Talan er um nýtt sáttmálaøki hjá Starvsmannafelagnum, sum hevði yvirtikið samráðingarrættin frá Havnar Arbeiðsmannafelag fyri portørar og sjúkraflutningsfólk. Aftaná drúgvar samráðingar, at enda við semingsstovninum uppi í, vóru samráðingarnar endaðar úrslitaleysar, og partarnir fóru hvør til sín. Semja er um, at einki varð nevnt, tá partarnir skiltust, um arbeiðssteðg ella verkfall. Seinni sama dag var arbeiðssteðgur lýstur við sera stuttari freist.

Víst verður til frágreiðingarnar og grundgevingarnar hjá Fasta Gerðarrætti í teimum báðum málunum. Úr fyrra úrskurðinum, ið varð sagdur av einum samdum gerðarrætti við luttøku av fimm dómarum, var m. a. sagt:

“Fasti Gerðarrættur er framvegis at teirri fatan, at arbeiðssteðgur og verkfall skulu lýsast við einari freist, ið eigur at vera hóskandi eftir tí arbeiðsøki talan er um. Ein tílík freist er ikki ásett í nøkrum føroyskum sáttmála, og Fasti Gerðarrættur metir ikki, at hann kann áseta, hvussu long ella stutt freistin skal vera. Hetta er ein samráðingar- og sáttmálaspurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu loysa. Til hetta er gjørt, kann Fasti Gerðarrættur bert í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um ein freist kann sigast at vera nøktandi.

Í hesum málinum er talan um eitt sera viðbrekið samfelagsøki, sjúkraflutningsøkið í øllum landinum, og ávís týdningarmikil arbeiði á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Talan er um sáttmálaloysi, og samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru slitnaðar uttan at nýggjur samráðingarfundur var avtalaður. Fyrsta fráboðan um verkfall at byrja kl. 15:00 varð givin til teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar í telefonsamrøðu uml. kl. 11:30 tann 1. februar. Verkfallið varð fráboðað í tíðindasendingini hjá Kringvarpinum á middegi sama dag. Kl. 14:00 ringir formaðurin í Starvsmannafelagnum til stjóran á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum og boðar frá verkfallinum. Tá var gerðarrættarmálið byrja við kæruriti frá fíggjarmálaráðnum kl. 13:30.

Fasti Gerðarrættur er samdur um, at hóast verkfall er heimilað stríðsstig undir teimum umstøðum talan er um í hesum málinum, er verkfallið lýst við ov stuttari freist, og at verkfallið tí eigur at verða avlýst.”

Í seinna úrskurðinum, har fýra dómarar vóru samdir, meðan ein dómari hevði serstøðu, verður m. a. sagt:

“Meirilutin av gerðarrættinum heldur framvegis, at eitt verkfall á einum tílíkum øki sum sjúkrahúsøkinum og sjúkraflutningstænastuni eigur at vera fyrireikað og skipað á ein hátt, sum tryggjar minst møguligan ótilætlaðan skaðavirknað uttan at skerja effektivitetin av verkfallinum á óneyðugan hátt.

Vísandi til tað, sum ført er fram omanfyri heldur meirilutin í Fasta Gerðarrætti framvegis, at verkfall eigur at vera lýst við ávísari hóskandi freist.

Tann eini gerðarrættardómarin vísir til tað, hon hevur ført fram omanfyri og sigur sum sína støðu at, tann av Starvsmannafelagnum lýsta freistin er samsvarandi fastari siðvenju og tí í lagi.”

Eftir at málini eru tikin upp til nýggja viðgerð, og hendan viðgerðin er lokin, eru dómararnir, Halgir Winther Poulsen, Gurið Joensen, Torleivur Hoydal, Leivur Michelsen og Durita Tausen av teirri fatan, at tað eisini á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ein alment galdandi regla um, at verkfall ella arbeiðssteðgur eiga at verða lýst við einari eftir umstøðunum hóskandi freist. Hvussu long freistin skal vera í hvørjum einstøkum føri er ein samráðingar- og sáttmálaspurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum mugu loysa. Hesi sjónarmið eru seinni eisini staðfest í nýggju semingslógini.

Kærandi hevur ført fram, at tað var ein vanlukka, tá fyrst Eystari Landsrættur og síðani Fasti Gerðarrættur innførdu danskan arbeiðsrætt viðvíkjandi fráboðanarfreistum í sambandi við byrjan av verkfalli, ein skipan, ið onga heimild hevur í føroyskum arbeiðsrætti.

Hertil føra hesir dómarar fram: Hvørki verkfalsrættur og enn minni fráboðanarfreistir í sambandi við verkfall var ein viðurkendur partur av donskum (ella føroyskum arbeiðsrætti), fyrr enn hesin rættur varð viðurkendur í septembersemjuni frá 5. september 1899 millum partarnar á danska arbeiðsmarknaðinum, eini semju, ið var úrslit av teirri lemjandi arbeiðsósemjuni, ið hevði vart í fleiri mánaðir.

Í hesi semju verður m. a. avtalað, at “Dansk Arbejdsgiver- og Mesterforening og de samvirkende Fagforbund erkjende herved hinhandens Berettigelse til henholdsvis at dekretere eller godkjende Arbejdsstandsning”. Víðari varð avtalað, at lock-out ella verkfall undir ongum umstøðum má setast í verk, fyrr enn eftir fráboðan til mótpartin “ved særlig og anbefalet Skrivelse mindst 14 Dage forinden”.

Samstundis avtalaðu partarnir at seta á stovn ein gerðarætt, Den permanente Voldgiftsdomstol, við umboðum fyri báðar partar at gera av “ alle Forhold vedrørende ovenstaaende Overenskomst”. Hesin gerðarrættur er seinni avloystur av Arbejdsretten.

Nú er tað ivingarsamt, um Septembersemjan formliga hevur verið galdandi í Føroyum, men tað er ivaleyst, at den faste voldgiftsret hevur havt myndugleika at virka í Føroyum. Um hetta sigur Føroya Rættur í úrskurði frá 17. mars 1954 í máli millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag, at “da lov nr. 536 af 4. oktober 1919 om den faste voldgiftsret, som den er ændret ved lov nr. 135 af 2. maj 1934, er gældende på Færøerne, hvor om bekendtgørelse er sket i “Dimmalætting” henholdsvisden 19. november 1919 og den 23. maj 1934, må i henhold til denne lovs § 17 stk. 4 alle de mellem sagens parter kollektive overenskomster udfyldes med reglerne i den at fællesudvalget af 17. august 1908 vedtagne Norm for regler for behandling af faglig strid....”.

Í Septembersemjuni vórðu eisini avtalaðar aðrar almennar fakligar grundreglur sum friðarskylda og rættur arbeiðsgevarans at leiða og skifta arbeiðið. Hesar og aðrar arbeiðsrættarligar grundreglur, ið so hvørt vórðu staðfestar einsvæl sum partur av føroyskum sum danskum arbeiðsmarknaðarrætti, inntil arbeiðsrættarlig viðurskifti vóru yvirtikin av heimastýrinum í 1948, og sambært heimastýrislógini eisini eftir hetta, inntil tær vórðu broyttar av føroyska lóggávuvaldinum.

Er “danskur arbeiðsrættur”, sum kærandi vil vera við, trokaður inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, er tað sostatt ikki við teimum báðum gerðarrættarúrskurðunum, ið her eru til endurviðgerðar. Talan er í roynd og veru heldur ikki um “danskan” arbeiðsrætt, men heldur um grundreglur, ið finnast í øllum norðurlendskum, og fyri ein part eisini europeiskum, arbeiðsrættarligum skipanum. Týðandi og heilt alment galdandi grundregla er proportionalitetsreglan. Henda grundregla hevur við sær, at stríðsstig má fremjast við atliti til, at samfelagsvirði ikki koma í vanda óneyðuga í mun til tey mál, ið stríðsstigið er ætlað at náa.

Hesir dómararnir halda, at tað eisini á føroyska arbeiðsmarknaðinum er galdandi, at arbeiðssteðgir skulu fráboðast við einari freist, sum verður avtalað millum viðkomandi partar, og sum kann vera ymisk til longdar, alt eftir hvørji arbeiðs- og samfelagsøki tað snýr seg um, og geva tí ikki kærandi viðhald í hesum málskravinum.

Kærandi hevur gjørt galdandi, at tað er kutyma á føroyska arbeiðsmarknaðinum, at farið verður í arbeiðssteðg ella verkfall uttan formliga fráboðan við ávísari freist, og at ongar reglur eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum um, at arbeiðssteðgur ella verkfall skulu lýsast við ávísari freist.

Tá talan er um nýtt sáttmálaøki hjá Starvsmannafelagnum, kann av góðum grundum ikki vera talan um nakra serliga kutymu á økinum, og hóast góð tíð hevur verið til tess undir málsviðgerðini, hevur kærandi ikki ført nøkur prógv um, at ein tílík kutyma er galdandi fyri allan føroyska arbeiðsmarknaðin.

Hetta málið er serskilt samanhildið við tey dømi um verkfall, ið lýst eru í framløgdu skjølunum og vitnisfrágreiðingunum. Í teimum málunum hevur talan verið um, at partarnir eftir at samráðingar eru loknar úrslitaleysar, og eftir at semingsmenn hava uppgivið semju, eru farnir frá hvørjum øðrum í teirri felags fatan, at nú var arbeiðssteðgur. Í hesum málinum eru partarnir samdir um, at tá teir fóru frá hvørjum øðrum, varð einki nevnt um hvørki verkfall ella arbeiðssteðg. At so hevur verið samsvarar við, at forkvinnan fyri Starvsmannafelagið seinni um dagin gjøgnum telefonina boðaði mótpartinum frá, at arbeiðssteðgur fór at verða settur í verk kl. 15.

Hesir dómararnir meta ikki at tað skjalatilfar, ið er lagt fram í málinum, og tær vitnisførslur, ið hava verið, lúka krøvini til prógv um, at tílík kutyma er galdandi, og geva tí heldur ikki kærandi viðhald í hesum málskravinum.

Halgir Winther Poulsen, Gurið Joensen, Torleivur Hoydal, Leivur Michelsen og Durita Tausen, eru tí samd um at staðfesta úrskurðirnar, sagdar av Fasta Gerðarrætti í málunum FG: 01/2010 og FG: 02/2010.

Poul Hansen hevur hesar viðmerkingar: Eftir tí, sum er komið fram undir málinum og tað annars sum kunnugt, er eingin freist fyri fráboðan av verkfalli ella verkbanni, um so er, at eingin freist er ásett í sáttmála ella lóg.

Er eingin freist ella treytir um, á hvønn hátt ein møgulig fráboðan um verkfall ella verkbann ásett í lóg ella sáttmála, stendur tað pørtunum á arbeiðismarknaðinum frítt fyri at seta stríðsstig í verk uttan nakra freist og uttan nakran ávísan hátt at fráboða stríðsstigið.

Fasti Gerðarrætturin hevur tí ikki heimild at áleggja pørtunum á arbeiðis-marknaðinum nakrar freistir ella krøv til fráboðanarskrásett um stríðsstig, sum ikki eru ásett í sáttmálanum ella lóg.

Hendrik Thomsen hevur hesa viðmerking: Fasti Gerðarrætturin hevur ikki heimild at áleggja pørtunum freistir ella krøv um fráðboðanarfreistir, fyri verkfall ella verkbann. Tað er ikki víst á nakað lógargrundarlag undir avgerð meirilutans, sum einans byggir á at meirilutin heldur, at tað eigur at vera ein fráboðanarfreist.

Vigdis Johannesen hevur hesa viðmerking: Tá úrskurðar í mál 01/2010 og 02/2010 vóru skrivaðir, var einki staðfest um fráboðanarfreist, hvørki í sáttmálum ella lóg, undantikið har høvuðsavtala varð galdandi. Í mál 03/2010 er heldur ikki ført prógv fyri hesum, og var Semingslógin, ið meirilutin skrivar og tosar um, ikki sett í gildið fyrr enn 13. mai 2013, og kann tískil ikki nýtast sum prógv í hesum málinum.

Hesir tríggir dómararnir, Vigdis Johannesen, Poul Hansen og Hendrik Thomsen eru samd um, at Gerðarætlanarúrskurðirnir sagdir av Fasta Gerðarætti ávikavist 1. februar 2010 og 2. februar 2010 í málunum FG: 01/2010 og FG: 02/2010 millum Fíggjamálaráðið og Starvsmannafelagið eiga at verða dømdir at vera ógildugir.
Úrskurður sum PDF
Aftur