FSN & MMF & SMF móti FMR
Støða
Avgreitt
Rættur
Fasti Gerðarrættur
Evni
Gerðarrættarmál (tulking o.a., s.b. FG §6(3)), Kor, arbeiðsumstøður, starvstreytir, Leiðsla, leiðsluheimild, fyriskipan, Løn, Rættindi, Siðvenja, Tíð, arbeiðstíð, úrtíð, matartíð, arbeiðsdagar
Umboð
Páll Nielsen, Snorri Fjallsbak
Partar
Fíggjarmálaráðið - FMR, Føroya Skipara- og Navigatørfelag - FS&N, Maskinmeistarafelagið - MMF, Starvsmannafelagið - SMF
Rættarlimir
Gurið Joensen, Leivur Michelsen, Vígdis Johannesen
Mál
1
Ár
2015
Úrskurðardagur
02. oktober 2015
Lýsing
Træta um eykasamsýning fyri sigling 1. jóladag, langafríggjadag og 1. páskadag
Ósemja er um hvørt tað í galdandi sáttmálum er avtalað eyka samsýning fyri sigling 1. jóladag, langafríggjadag og 1. páskadag í galdandi sáttmálum, fyri limir hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Starvsmannafelagnum.

Viðgerðin
Kærurit dagfest 1. apríl 2015
Svarrit dagfest 4. juni 2015
Úrskurðarfundur 17. september 2015 kl. 9

Niðurstøða
Fasti Gerðarrættur sigur tí henda
Úrskurð
Innkærda verður dømt at viðurkenna, at fasta lønin, sum sambært galdandi sáttmálum er avtalað fyri limirnar í kærandi feløgunum, sum sigla við skipunum hjá Strandfaraskipi landsins ikki fevnir um sigling 1. jóladag og langafríggjadag
Og
At limirnir hjá Starvsmannafelagnum, sum sigldu vegna Strandaraskipa Landsins 1. jóladag 2014 og langafríggjadag 2015, hava rætt til yvirtíð fyri arbeiddu tímarnar hesar dagar samsvarandi ásetingunum í § 26, stk. 2 og § 22 stk. 6 í sáttmálanum partanna millum
Og
At limirnir í Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum, sum sigldu vegna Strandfaraskipa Landsins 1. jóladag 2014 og langafríggjadag 2015, hava rætt til løn hesar dagar svarandi til tímar og løn, sum ásett í útrokningini av fastlønarsáttmálanum fyri aðrar halgidagar.

Málkostnaður
Partarnir bera, sambært sáttmála um Fasta Gerðarrætt og reglugerð um gjøld, hvør sína helvt av málskostnaðinum eftir nærri uppgerð.
Grundgeving
Innkærdi hevur í fyrsta lagi kravt avvísing av kæruni vísandi til, at talan er um klokkuklárar sáttmálaorðingar.
Vísandi til § 6 stk. 3 litra c í sáttmálan um Fasta Gerðarrætt, hevur Fasti Gerðarrættur málsførleika at viðgerða mál um tulking. Fasti Gerðarrættur hevur longu í úrskurðinum frá 23. desember 2014 tikið støðu til, at talan er um tulkingarmál, sum kann leggjast fyri Fasta Gerðarrætt.
Kravið um avvísing verður tí afturvíst, og málið tikið til viðgerðar.
Galdandi sáttmálar partanna millum hava m.a. hesar ásetingar:
§ 49 stk. 4 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagnum: “samsýning fyri at arbeiða sunnudagar, halgidagur, og fastar frídagar er roknað við í føstu lønini “
§ 14 stk. 4 í sáttmálanum hjá Fíggjarámálaráðnum og Føroya Skipara og Navigatørfelag: ”samsýning fyri at arbeiða sunnudagar, halgidagar og fastar frídagar er roknað við í føstu lønina“
§ 16. Stk. 4 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið: “samsýning fyri at arbeiða sunnudagar, halgidagar og fastar frídagar er roknað við í føstu lønina”
Dagarnir, ið hetta mál snýr seg um, eru 1. jóladagur, 1. páskadagur og langi fríggjadagur. Allir halgidagar og 1. páskadagur hartil altíð sunnudagur. Ein beinleiðis lesing av orðatýðninginum halgidagur vildi tí viðført, at orðið halgidagur fevnir eisini um teir nevndu dagarnar 1. jóladag, 1. páskadag og langa fríggjadag. Men tá kemur til sáttmálatulking, kann eftir umstøðunum vera neyðugt at tulka út frá øðrum atlitum. Mest avgerðandi er í so máta at finna fram til, hvat ætlanin varð við avtaluni. Hvat varð ætlanin hjá avtalupørtunum, varð talan um eina felagsfatan, ella er talan um nakra misfatan, sum hin avtaluparturin kundu ella burdi avhjálpt.
Í hesum máli er semja um, at tá avtalan varð gjørd, vóru 1. jóladagur, 1. páskadagur og langi fríggjadagur ikki sigldir. Og av teim givnu frágreiðingunum er greitt, at fastlønaravtalan er útroknað, uttan at 1. jóladagur og langi fríggjadagur eru lagdir inn í útrokningina. Hinvegin má 1. páskadagur metast at vera tikin við sum sunnudagur, og at vera við í lønarútrokningini, soleiðis sum umsitingin av lønarskipanina eisini vísur í skjali 6. Fasti Gerðarrættur hevur tí ta fatan, at orðingarnar í § 49, stk. 4, § 14, stk. 4 og § 16, stk 4 í teim umrøddu sáttmálunum, ikki kunnu tulkast sum, at 1. jóladagur og langi fríggjdagur er við í fastlønarskipanini.
Sambært frágreiðingini hjá Páll Heinsen, kom fram, at 1. jóladagur og langi fríggjadagur ikki vóru við í útrokningargrundarlagnum til fastlønarskipanini. Hinvegin segði hann eisini, at seinni hevði hann staðfest, at tveir halgidagar ov nógv eru við í uppteljing, tí samanfall er millum halgidag og sunnudag. Fasti Gerðarrættur er hóast hetta av tí fatan, at útrokningin hjá innkærda um miðal árligar frí/halgidagar yvir ár ikki gevur grundarlag fyri at siga, at hesir heilidagarnir, 1. jóladagur og langi fríggjdagur, eru ítaldir fastlønarskipanina. Undir øllum umstøðum eru tað ikki førd nøkur prógv ella sannlíkindi fyri hesum. Og at aðrir feilir eru í útrokningargrundarlagnum fyri fastlønarskipanina, kann ikki, sum málið er lagt fyri Fasta Gerðarrætt, føra til mótrokning í mun møguliga eyka løn fyri 1. jóladag og langa fríggjadag.
Tá sostatt einki talar fyri, og eingin prógv eru komin fram um, um at 1. jóladagur og langi fríggjadagur eru dagar í fastlønarskipanini, leggur fasti Fast Gerðarrættur til grund, at talan er um dagar, ið eru uttanfyri fastlønarskipanina, um teir vera sigldir.
At nevndu dagar ikki eru við í fastlønaravtalani merkir ikki, at teir ikki eru við í sáttmálanum. Sáttamálarnir er fyri ávíst áramal uttan undantak av nøkrum døgum. Men tá sáttmálarnar ikki nevna nakra serskilda ella beinleiðis lønaravtalu fyri hesar dagar, er tað við útfyllandi tulking av sáttmálunum og samráðingunum partanna millum um hesi viðurskifti, at finnast má fram til, hvussu hesir dagar skulu lønast, nú limirnir hjá innkærda hava arbeitt hesar dagar.
Sáttmálagrundarlagið hjá kærandi feløgunum er tó ikki eins, tá tað kemur til spurningin um at tulka, hvussu løn skal ásetast fyri arbeiði, sum ikki er við í fastlønarsáttmálanum.
Starvsmannafelagið hevur í sínum sáttmála almennar ásetingar um yvirtíð í samband við arbeiði halgidagar, og hevur í § 26 stk. 2 áseting um, at allir halgidagar skulu lønast eftir reglunum í § 22 stk. 2, sum inniber vanliga tímaløn +100 %.
Fasti Gerðarrættur metir, at almennu ásetingarnar um yvirtíð í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum kunnu nýtast sum analogt útfyllandi grundarlag í hesum føri, tá einki annað kann leiðast av kapitul 4.3, sum annars eru ásetingarnar um siglingina hjá Strandaraskip Landsins. Fasti Gerðarrættur viðmerkir í hesum sambandi, at ásetingarnar í § 49, um løn fyri meirarbeiði, eru tengdar at arbeiðstíð og arbeiðsætlan, sum eru innan fastlønarskipanina, og eigur § 49 tí ikki at vera nýtt sum lønarskipan fyri dagar, sum ikki eru í fastlønarskipanini.
Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarfelagið hava ikki nakra beinleiðis sáttmálaáseting, sum kann nýtast analogt til yvirtíð í hesum føri, tá fastlønarsáttmálin ikki fevnir um 1. jóladag og langa fríggjadag. Og sum viðmerkt í mun til støðuna hjá Starvsamnnafelagnum, metir Fasti Gerðarrættur, at ásetingarnar um meirarbeiði í ávikavist § 14 og § 16 eru tengdar at arbeiðstíð og arbeiðsætlan, sum eru innan fastlønarskipanina, og tí ikki eiga at vera nýtt sum lønarskipan fyri dagar, sum ikki eru í fastlønarskipanini.
Í mangul av sáttmálaáseting til tulking av hesi støðu fyri hesi bæði feløgini, metir Fasti Gerðarrættur, at eftir umstøðunum er neyðugt at meta um, hvat er mest sannlíka lønarvirði á hesum halgidøgum.
Sambært vitnifrágreiðingum, er grundin til at 1. jóladagur og langi fríggjadagur ikki eru tiknir við, at tað varð óhugsandi, at hesir fóru at vera sigldir. Fasti Gerðarrættur metir, at illa ber til at siga, at við hesum er staðfest, at hesir halgidagar, 1. jóladagur og langi fríggjadagur, skuldu hava heilt serligt virði fram um aðrar halgidagar eitt nú jólaftan ella 2. jóladag. Heldur er hetta ein staðfesting av, at partarnir ikki hava hugsað, at seta virði á hesar halgidagar, um tað seinni kundi hugsast, at tað fór at vera siglt hesar dagar. Aðrir halgidagar, sum td. jólaaftan og 2. jóladagur, eru virðismettir, og settir inn í fastlønarútrokningina við ávísum tímatali og løn alt eftir, um dagurin frammundan var ½ ella heilur frídagur, sum skjal 6 og 8 vísa.
Fasti Gerðarrættur metir sostatt, at tað er einki sum talar fyri, at partarnir, um 1. jóladagur og langi fríggjadagur vóru innlagdir í fastlønarskipanin, skuldu havt givið hesum døgum annað hægri ella lægri virði enn aðrir heilidagar. Og tá talan ikki er um aftansdagar, vildu hesir mest sannlíkt fingið virði sum fullur arbeiðisdagur á einum halgidegi bæði hvat viðvíkur tímum og løn.
Í mun til Starvsmannafelagið gevur Fasti Gerðarrættur tí kærandi viðhald í tí enn meira subsidiera kravinum í málskravi II, og at limirnir hjá Starvasmannafelagnum hava rætt til løn samsvarandi § 26 stk. 2 og § 22 stk. 6 fyri teir tímar, teir hava arbeitt vegna Strandaraskip Landsins 1. jóladag 2014 og langa fríggjadag 2015 og við + 100 %.
Í mun til Skipara– og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið verða tímar og løn við arbeiði vegna Strandfaraskip Landsins 1. jóladag 2014 og langa fríggjadag 2015 at áseta við somu tímum og løn, sum aðrir halgidagar í fastlønarskipanini.

Úrskurður sum PDF